Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-02, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. januar 2008síða 11

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 1 - 2. januar 2008 - Tað er sera strævið at fundast við almennar nevndir. Tú situr har einsamallur millum eina fjøld av almennum kraddarum, sigur formaðurin í Føroya Fiskimannafelag FF Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tað vóru ikki mjúk orð, ið formaðurin í Føroya Fiski­ mannafelag, Jan Højgaard, legði fyri dagin, tá hann á landsfundi felagsins fríggja­ dagin greiddi frá, hvussu tað er at fundast við almennar nevndir, sum hann tók til. ­ Tað eru sera nógvir fundir, og fyri tað mesta er tað formaðurin, sum er á fundi, men eisini fólkið á skrivstovuni og nevndarlim­ ir felagsins. Fundirnir eru fyri tað mesta við aðalstýri og løgtingsnevndir, men eis­ ini við bankar, pensjóns­ grunnar, tryggingarfeløg og onnur. Jan duldi ikki fyri, at tað er sera strævið at fundast við almennar nevndir. ­ Tú situr har einsamallur millum eina fjøld av kradd­ arum, sum einans hava eitt endamál ­ at súgva sum mest til sín, sum okkara heiðurligu fiskimenn for­ vinna. Hann legði aftrat, at hes­ ar nevndir leggja ikki fingr­ arnar ímillum, men skuld­ seta fiskimannin fyri bæði líkt og ólíkt. ­ Tað er lítið hugaligt at vita sær, at fiskimenn, sum vit vita vilja alt tað besta og lata nógv tann størsta partin av hýruni til onnur enn seg sjálvan, fáa sovorðna tøkk. Jan segði, at felagið í nógv ár hevur roynt at hild­ ið tørn, og hetta hevur eydn­ ast á nøkrum økjum. ­ Nú er so tíðin komin, tá vit fara at krevja okkara rætt. Vit fara ikki at helma í, fyrr enn alt er komið undir land. Føroya fólk fer at ásanna, at líður fiski­ maðurin, so líður Føroya fólk við. Tað er hetta, vit skulu til at prógva, segði Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag. Danin eigur 725.000 kr. í meðal Business­Line skrivar í morgun, at nettoágnin hjá dønum er vaksin úr 1990 milliardum krónum í 2002 til 3968 milliardir krónur í 2007. Hesi tøl stava frá eini kanning hjá Danske Bank, og umrokna merkir tað, at hvør dani eigur eina nettoogn upp á 725.000 krónur í meðal. Ríkast eru tey, sum eiga bústað á Fredriksberg, har meðalognin er 5,8 milliónir krónur fyri hvørja sethúsaogn, meðan tey ið eiga hús á Morsø ella í Thisted liggja niðast á listanum, har meðalognin fyri hvørja sethúsaogn er 1,1 millión krónur. Sambært danska blaðnum Børsen er virði á donskum fastognum hækkað við 86% seinastu fimm árini. Nýggju skipini eita Lómur og Blikur Nýggju bingjuskipini hjá Faroe Ship eita »Lómur« og »Blikur«. Hetta boðar Faroe Ship frá í tíðindaskrivi í morgun. »Lómur« og »Blikur« koma saman við »Godafoss« og »Dettifoss« at røkja nýggju siglingarætlanina hjá Faroe Ship í 2008. Nýggi »Lómur« og »Blikur« fara at røkja siglingina til og frá Tórshavn, Immingham, Århus, Goteborg, Fredrikstad, Reykjavík og Reyðarfirði. »Godafoss« og »Dettifoss« fara at røkja siglingina til og frá Tórshavn, Rotterdam, Hamburg, Århus, Reykjavík, Grundartanga. Gamli »Blikur« fer at røkja siglingina millum Føroyar og Scrabster til annað skip kemur í februar. Strævið at fundast við almennar nevndir - Føroya fólk fer at ásanna, at líður fiskimaðurin, so líður Føroya fólk við, segði Jan Højgaard á landsfundi fríggjadagin Mynd: Vilmund Jacobsen Frí umsetilig- heit til útvald FSN Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Á aðalfundi í Føroya Skipara­og Navigatørfel­ ag nam formaðurin, Eyð­ stein Djurhuus, eisini við lógina um vinnuligan fiskiskap og handilin við skipum og fiskiloyvum. ­ Nógv teir flestu lim­ irnir hjá okkum eru við fiskiskipum, og tí kunnu broytingar í lógini um vinnuligan fiskiskap ávirka okkara limir nógv. Hann vísti á, at vit sein­ astu árini hava sæð ein veksandi handil við skip­ um og fiskiloyvum. ­ Tað tykist sum einki mark er fyri, hvussu kostn­ aðarmikil loyvini kunnu verða. Felagið ber tí ótta fyri, at rokningin fyrr ella seinni endar hjá skipara og manning. Tá ið lógin um vinnu­ ligan fiskiskap enn eina­ ferð skuldi dagførast, var FSN boðið til fundar hjá løgtingsins vinnunevnd. ­ Vit vístu á, at tað hev­ ur verið vanligt, at skip­ arar og stýrimenn eina part í skipum, teir sigla við, men við hesi gongd er tað nærum ómøguligt hjá einstakum persónum at gerast munandi parta­ eigari í fiskiskipi. Fría umsetiligheitin er vorðin avmarkað til ein útvaldan skara av peningasterkum íløgufeløgum, bankum og útlendskum áhugamál­ um. Hann segði, at felagið ávarðar staðiliga móti hesi gongd. ­ Vit mæltu tí til, at fiskirættindi á ein ella annan hátt eiga at vera tíðaravmarkað. Orsøkin til hesa spekulatión kemur heilt víst av, at fiskirætt­ indi verða uppfatað sum varandi ogn. Sambært nýggju lógini eru tey tíð­ aravmarkað, men verandi loyvishavarar kunnu fáa loyvini endurnýggjað, um einki talar ímóti, segði Eyðstein Djurhuus, for­ maður í Føroya Skipara­ og Navigatørfelag. ingar í framtíðini kunnu fáa stóra ávirkan á okkara fiski­ vinnu. ­ Sjálvt serfrøðingar vita ikki, hvørjar avleiðingarnar kunnu fara at verða, men teir tykjast samdir um, at broytingar í náttúruni kunnu fáa katastrofalar avleiðingar fyri núverandi fiskiskap. Vit fáa neyvan gjørt nakað fyri at forða hesum. Eyðstein segði, at tann fiskiskapur, sum vit kenna í dag, kann broytast fullkomi­ liga, tí fiskastovnar saktans kunnu fara at broyta út­ breiðslu­ og ferðingar­ mynstur. ­ Ein avleiðing kann ger­ ast, at grundarlagið undir avtalunum millum lond um fiskiskap kann detta burtur. Skiparar eru teir fyrstu, sum gerast varugir við óvan­ lig viðurskifti á sjónum. Eyðstein Djurhuus helt, at granskarar eiga at brúka hesa servitan, tá ið teir skulu meta um avleiðingar av veðurlagsbroytingum. vørvisvernd í álvara - Vit hava yvirfyri myndugleikunum víst á, at skipini eru soleiðis innrættað, at tað nærum er ógjørligt at fyribyrgja yvirbunkring. Tí ynskja vit, at krøv verða sett skipunum um, at øll yvirflot og luftrør skulu savnast í ein tanga, sigur Eyðstein Djurhuus, formaður í Føroya Skipara-og Navigatørfelag Mynd: Eirikur Lindenskov