Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-02, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. januar 2008síða 13

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Løgtingsvalið 19. januar 2008 viðmerkingar Nr. 1 - 2. januar 2008 18 Tónleikur er ein serstakur skattur hjá Føroyum. Tey seinastu árini er hend ein kollveltandi broyting á før­ oyska tónleikaøkinum, vit kunnu nevna nøvn sum Teitur, Eivør, Boys in A Band, Guðrið Hansdóttir og mong mong onnur, sum hava brotið upp úr nýggjum og gjørt seg galdandi bæði her heima og nøkur á altjóða pallinum. Tað sær út til, at tað alsamt legst til við góðum tónleikanøvnum, og tað er ótrúligt, tá vit hugsa um fólkatalið í Føroyum. Tað er ongin ivi um, at vit síggja spírar til eina nýggja týðandi vinnu í Føroyum, og við skynsemi og politisk­ ari vælvild kann tónleik­ urin gerast ein stór útflutn­ ingsvøra hjá Føroyum í framtíðini. Tónleikurin er ein góður ambassadørur fyri Føroyar og tónleikurin er ein góð marknaðarføring av Føroyum, sum kann økja áhugan fyri Føroyum í altjóða heiminum. Hetta vil viðføra fleiri ferðafólk, ið leita sær til Føroyar. Fleiri spælistøð Tað fyrsta, vit eiga at gera fyri tónleikin, er at opti­ mera karmarnar í Føroyum. Vit eiga á kommunalum stigi at gera karmarnar so góðar sum gjørligt. Tað er neyðugt við fleiri spælistøð­ um til tónleikararnar, soleið­ is at teir í fyrsta umfari kunnu menna seg í einum heimligum umhvørvi. Tað heimliga tónleika­ umhvørvið er tó ikki nokk. Um tónleikalistin skal menna seg í altjóða høpi, mugu tónleikararnir út á altjóða tónleikapallin. Tónleikur er ein kreativ vinna og eigur tí í størri mun at verða knýtt at íverksetan við stuðli og ráðgeving frá tí almenna. Tónleikurin skal hava størri rúm á fíggjarlógini, tí eg meti, at hetta er ein vinna sum í framtíðini fer at hava við sær ein stóran búskaparligan vøkstur til gagns fyri alt Føroya land. Franski mentamálaráð­ harrin, Jacque Lang segði, at fyri hvønn frank tú leggur sum íløgu í ment­ anina, herundir tónleikin, fært tú hann 4­5 faldaðan aftur. Íløgur skulu gerast í tónleikavinnuna Valevni Fólkafloksins www.annikaolsen.net AnnikA Olsen Val Vinnuhúsið, Samtak og Ráðið Fyri Brekað varpaði í desember ljós á paradoksið, at landinum tørvar arbeiðsmegi, alt meðan fleiri eru við skerdum førleika, sum ikki sleppa til arbeiðis Arbeiðssamleikin fyllir alsamt meira í okkara í okkara samfelagi. Hussu nógv okkara hava ikki upplivað, at fyrsti spurn­ ingurin borðdaman ella borðharrin setir okkum er: “Og hvat gert tú?” Í mínum arbeiði sum sosialráðgevi og konsul­ entur innan arbeiðsmarkan­ aðarøkið seinastu 12 árini, havi eg tosað við fleiri enn 1000 menniskju. Og tey sum heldur ynsktu at sita hendur í favn enn at arbeiða kundu teljast á einari hond. Nei, at kalla øll ynskja sær at hava okkurt at fara upp til um morgnarnar, ynskja kensluna av at tørvur er á teimum. Tú og eg, ymsu arbeiðs­ plássini, yrkisfeløgini og ikki minst politiski lógar­ karmurin kunnu og mugu tryggja, at tey sum eru sjúk ella bera brek kunnu koma út á arbeiðsmarknaðin, ella koma út á arbeiðsmarkn­ aðin aftur. Men um rúm skal gerast fyri øllum á arbeiðsmarkn­ aðinum, eru fleiri ábøtur alneyðugar í politiska lógarkarminum. Føroyski arbeiðsmarknaðurin kann væl rúma okkum øllum. Rúm eigur ikki bert at vera fyri teimum sum megna alt, nei tørvur er sanniliga eisini á teimum sum hava skerdan arbeiðsførleika. Og lat okkum minnast til, at í nútímans samfelagnum er fjølbroytni ein dygd. Ein arbeiðsmarknaður har rúm er fyri øllum, er nakað av tí eg vil arbeiða fyri, um eg verði vald á Ting. Ein arbeiðsmarknaður fyri øll? valevni hjá Tjóðveldi BergtórA HøgnAdóttir JOensen Val Nýggjárið er farið. Fýrverkið skotið. So byrjar valstríðið – og so verður aftur fýrverkarí. Eitt fýrverkarí av vallýsingum. Tí upp undir hetta valið verða meiri pengar enn nakrantíð áður brúktir til at lokka atkvøðuna frá tær. Valevni fara at nýta øgi­ ligar pengar til at reklam­ era fyri sær sjálvum á alskyns hátt. Mappan skal vera rætti­ liga tjúkk, skal ein vera við í tí kappingini. Tað er hundadýrt – og vit eru nógv valevni, sum ongan livandi kjans hava fyri at fylgja við. Og eg vóni ikki, at tað verða lýsingarnar, ið av­ gera valið. Tí so nærkast vit eini støðu, har tað ber til at keypa sær ein tingsess. Ikki tí ­ øll tey, sum gera valstríðið til eitt fýrverkari av lýsingum, kunnu gott vera góð og seriøs valevni. Men eingin verður góður politikari, tí hann lýsir nógv. Lýsingar eru bara smyrsl og glasurur. So lat teg ikki tøla av fiksum og litføgrum lýs­ ingum komandi vikurnar. Lat innihaldið vera av­ gerandi fyri, hvør fær atkvøðuna. Hey. Eg vil fegin keypa tína atkvøðu... valevni hjá Tjóðveldi sJúrður skAAle Val 15% av fólkinum, sum býr í Føroyum, eru orðblind. Men vit eru ongan veg komin við at hjálpa hesum bólkinum; tey orðblindu fáa so gott sum onga hjálp í Føroyum. Vit hava sjálvi ein orðblindan son. Eg havi roynt og stríðst sum úlvur á skóg, fyri at fáa hjálp,og havi tosað við Per og Pól (øll hava verið fyrikomandi), men har er bara eingin hjálp at fáa. Eg veit hvussu tað kennist, tá ið ein 9. flokkur er liðugur og tú bara mást ásanna, at øll henda langa skúla­ gongdin ikki eydnaðist. Eg kenni kensluna av avmakt. Hvat gera vit so? Ja eg veit ikki. Sjálvsvirðið hjá hesum ungu er í botni, og tey eru ikki før fyri at taka ímóti avbjóðingini, sum tað er at vera ungur ídag, við øllum teim skúla­ og menningartilboðum, íð fylgja við. Ikki eru tey heldur før fyri at søkja sær onnur vanlig størv, tí lesi­ førleikin verður óivað mett­ ur sum fyritreytin fyri allari menning. Um vit nú høvdu búð í Danmark, hevði sonur okkara verið 'loftaður' longu í 3. flokki og verið vístur til eitt ávíst "ord­ blindeinstut", har serkøn fólk høvdu tikið sær av honum. Tey hava sera góð úrslit við 9. og 10. floks royndir, ­eg kenni fleiri fólk sum eru flutt av landinum, av hesi orsøk. Alt tað eg veit um hava orðblind børn verið í skúl­ unum, og hava tey sitið, sum sonurin hjá okkum, við ongari sjálvsvirðing, følt seg býtt og uttanfyri. Tað er einki broytt,í øllum føri í eini 50 ár. Tað er eitt stórt mistak at halda, at vantandi um­ sorgan, vantandi menn­ ingarkarmar og hjálp yvirhøvur til hesi fólk, er nøkur fíggjarlig sparing. Jú, í fyrstu syftu kann tað tykjast so, men henda sparing sæst tíverri oftast aftur á tí 'almenna posti­ num' seinni. Tí júst hesi somu fáa brúk fyri aðrari hjálp úr sosialu skipanini. Tey hava havt so nógv at dragast við og hava havt so keðiligar upplivingar í skúlatíðini, at tá mugu aðrar viðgerðir til, fyri at koma víðari. Fyri fleiri er hetta tá longu ov seint ­ tey koma als ikki víðari, men enda tíverri sum 'sosialir taparar'. Herfyri stóð at lesa í bløðunum, at føroysk børn vóru meira kedd og ónøgd enn aðrastaðir, og at fleiri stór børn høvdu roynt at tikið lívið av sær. Hetta varð samtaluevnið á mínum arbeiðsplássi dagin eftir og eingin skilti tað. Men eg skilji tað væl. Tað eru, millum onnur, eisini hesi, sum í skúlu­ num hava verið slept uppá fjall. Okkara sonur hevur eisini hildið, at alt hevði verið lættari, um hann bara ikki var til. Vit noyðast at lata eyguni upp fyri hesum. Gera nakað beinanvegin. Man kundi samstarvað við Ordblindeinstituttet í Danmark og funnið útav hvussu tey gjørdu fyri 50 árum síðani, tá ið tey byrj­ aðu. Samstarvað við felag­ ið fyri lesiveik. Tey vita, hvussu stórur trupulleikin er í vavi, hvat tað snýr seg um og hvussu man kundi "gripið tað an". Hetta er avgjørt eitt av mínum stóru hjartamálum. Ikki tí, at hetta broytir støðuna hjá okkara soni, sum nú er 18 ár. Men eg kenni trupulleikan, avmaktina og hvat 'passivitetur', hes­ um viðvíkjandi, viðførir við atliti til lívsdygd hjá okkara føddu orðblindu. Hetta hevði sjálvsagt eisini hála eina pisakann­ ing uppeftir, men eg hugsi meira um børnini sjálvi. Vit kunnu ikki bara lata eyguni aftur fyri hesum. Tað kan ikki vera meining­ in, at fólk ið fáa børn við ávísum brekum, mugu av landinum. Um vit skulu verða besta land at búgva í 2015, má hugburðurin broytast, tað er púra vist. Føroyar má blíva eitt land, har tað er gott at verða, ikki bara fyri ávísar bólkar­ men fyri øll. Eru eingi orðblind í Føroyum - ella hevur man valt at lata eyguni aftur fyri hesum bólki? Sambandsflokkurin jonamortensen@yahoo.dk JónA MOrtensen Val Nú vit stíga inn í eitt nýtt ár, er hóskandi at spyrja, hvørji mál vit eiga at seta okkum, og hvørja kós vit skulu velja. Eitt herróp í føroyskum politikki seinastu nógvu árini hevur verið, at vit mugu velja kós – samband ella fullveldi. Men hetta er ikki rætt, øll vita, at leiðin í føroy­ skum politikki gongur fram móti føroyskum sjálv­ ræði, fram ímóti einum sjálvberandi búskapi, ein­ um fjøltáttaðum og sjálv­ bjargnum vinnulívi og størri og at enda fullum uttanríkispolitiskum virkis­ føri. Hesum ivist eg onga løtu í. Og hesum fari eg at berjast fyri, fáa eg nakra politiska ávirkan eftir løgtingsvalið. Tað er ein heilt onnur og fyri hin einstaka føroyingin nógv týdningarmiklari kós at velja nú. Tað er tann samhaldsfasta kósin, tað er tann kósin, sum skal tryggja, at vit ikki aftur fara at uppliva stættarmun í Føroyum. Tað er ein sannroynd, at tann stóri búskaparligi vøksturin hevur skapað stættarmun, og er ikki komin øllum til góða – langt frá tí! Tað eru serstak­ liga einsamallir uppihald­ arar, tey sum einans hava fólkapensjón sína at liva av, og tey sum av lagnunar ávum gjørdust førleika­ skerd, sum vita, at so er. Tí er umráðandi at velja ta røttu samhaldsføstu kósina á komandi løgtingsvali. Eitt samfelag, har tey veiku hava tað gott, er eitt gott samfelag. Og eitt samfelag, sum strembar eftir sjálvbjarg­ ni, er eitt sterkt samfelag. Eg ynski øllum eitt gott og eydnuberandi nýggjár! Um at velja kós Javnaðarflokkurin HelenA dAM á neystABø Val