mikudagur 2. januar 2008síða 14
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Løgtingsvalið 19. januar 2008
Tørvurin á
eldrabúplássum nøktast:
Enn nøkur ár aftrat er
fremsta uppgávan at loysa
sjálvan kjarnutrupulleikan í
eldrarøktini: at útvega
búpláss til øll teirra sum
hava tørv á tí. Í hesum sam
gonguskeiði eru 157 nýggj
pláss komin aftrat. Men enn
langt eftir á mál í ávísum
økjum, og tí eru tilsøgnir
givnar til bygging av 132
eldrabúplásum aftrat tey
fyrstkomandi árini.
Nútíðargerð av tí gamla:
Í 2010 skal tørvurin á eldra
búplássum um alt landið
vera nøktaður, so at farast
kann undir næstu uppgáv
una, at dagføra/útskifta tey
gomlu ellis og røktarheim
ini og sambýlini, sum vóru
bygd í eini farnari tíð, og
sum als ikki lúka nútíðar
krøv.
Betri tænasta til
heimabúgvandi:
Fleiri ressursir skulu til
Heimatænastuna at arbeiða
við, so tørvurin hjá einstøku
brúkarunum kann verða betri
nøktaður enn í dag
Økisterapiin skal skipast
um alt landið og styrkjast,
so gomul fáa betri
møguleikar fyri øktum
likamsvirkni og venjingar
tilboðum.
Døgnvakt skal skipast
um alt landið, so heimabúgv
andi eisini kunnu fáa hjálp
um kvøldið og náttina.
Mattænastan skal
leggjast undir heimatæn
astuna, so øll gomul kunnu
fáa tilboð um góðan kost.
Dygdin á eldraheimunum
skal lyftast:
Eldraheimini skulu hava
fleiri ressursir, so tænastan
til búfólkini verður betri, og
so tey kunnu skipa virk
semið eftir Edenháttinum:
Størri trivnaður á sam
býlum og røktarheimum við
at broyta tey frá stovnum,
stýrdir eftir óliðiligum starvs
fólkaskipaðum manna
gongdum til eldraheim, har
gerandisdagurin er tillagaður
ymiska tørvinum hjá
búfólkunum.
Búfólkini luttaka í
tilrættalegging og útinning
av dagliga virkseminum,
matgerð, reingerð, undir
haldi o.ø. aktivitetum.
Persónligi integriteturin
skal virðast við at tey ikki
takast av ræði.
Samband við skúla og
dagstovnar, so ættarliðini
kunnu bindast saman, fyri
at skapa virðing og forstá
ilsi fyri hvørjum øðrum
Samband við djór, urta
garðsarbeiði, umhvørvið í
bygdini, fólk og náttúru.
Umsorganararbeiði lokalt
trivnaðartiltak:
Umsorganararbeiði skal
umskipast, so dagtilhaldini
verða lokal kommunal
trivnaðartiltøk, meðan
mattænastan verður skipað
sum eitt tilboð frá
heimatænastuni
Sertænastur fyri eldri fólk
við serligum tørvi:
Millum tey eldru eru nógv,
sum hava annan serligan
tørv enn bert ein vanligan
røktartørv. Neyðugt er at
menna sertænasturnar til
hesar ymisku bólkarnari:
Demensøkið: umframt
dagtilboð skal ein størri
partur av búplássunum úti í
økjunum skipast fyri dement,
og tænastan skal styrkjast
fakliga við at skipa serligt
ráðgevandi demenstoymi.
Gerontopsykiatri: til
eldri sálarsjúk skulu skipast
bútilboð úti í økjunum,
fyriskipað av heimatæn
astuni. Tænastan til eldri
sálarsjúk skal mennast
fakliga við serligum geron
topsykiatriskum toymi.
Fyribyrging móti tunglyndi
hjá eldri skal vera sam
skipað átak fyri heima
tænastu, økispsykiatri og
kommunulæknaskipan.
Eldri menningartarnað:
menningartarnað verða
eisini røktarsjúklingar, og
mugu tí serstøk bútilboð og
serstakar tænastur skipast til
teirra úti í økjunum.
Eldri misbrúkarar hava
serstakan tørv á røkt, sum
røkkur útum vanligu heima
tænastuna. Tí má ein ser
stakur innsatsur á hesum
øki fyriskipast.
Menning av føroyskari
eldrafrøði:
Faklig serfrøði og gransking
á eldraøkinum, sum ikki er í
dag, skal uppbyggjast:
Gerontologi, um broyt
ingarnar, sum henda við
okkum sohvørt vit eldast,
og Geriatri, um eldrasjúkur
og eldraheilsurøkt.
Bygnaðarligur reformur
av eldrarøktini:
Í staðin fyri negativu sundur
liðingina av eldrarøktini í
dag millum heimarøkt,
sjálvsognarstovnar, komm
unalar og landsmyndug
leikar, skal fremjast ein skip
anarlig integratión ella
samansjóðing av allari eldra
røktini, tvs. heimatænastuni
til heimabúgvandi og øllum
ellis og røktarheimum og
sambýlum, so at tað í eins
tøku økjunum verður ein
eldrarøkt, ein integreraður
rakstur, viðv. visitatión,
tilrættalegging, virksemis
og ressursustýring.
Lógarfesting av
eldrarættindum:
Ein serlig eldralóg skal gerast
sum rammulóg um tilboð og
rættindi, sum myndugleikar
nir skulu tryggja teim eldri.
Samstundis skal gerast ein ser
lig rammulóg, sum regulerar
virksemið á eldraheimunum.
Fíggjarlig javnseting:
Fíggjarligi ójavnin millum
búfólk á ellis og røktar
heimum og á sambýlum
skal burtur. Búfólkini skulu
hava alla sína pensjón
útgoldnað og heldur gjalda
fyri veittar tænastur.
Fjølbroytni í
eldraíbúðum:
Frá standardiseraðum
eldrabúplássum til størri
fjølbroytni í menningini av
bústaðartilboðum til eldri,
so tað verður tikið nógv
størri fyrilit fyri persónlig
um ynskjum, so sum egnar
eldraíbúðir, lutaíbúðir sum
vardar íbúðir, umframt
sambýli og røktarheim.
Aktivering av eldri og
avvarandi:
Tey eldru og teirra avvar
andi skulu kunna luttaka
sum ein aktivur partur í
tilrættaleggingini og
fyriskipanini av eldra
tænastunum á staðnum.
Brúkararáð skulu skipast
við einstøku heimini.
Eldraráð skulu skipast
fyri heildarvirksemið hjá
eldrarøktini í einstøku
økjunum.
Starvsfólk og faklig
menning:
Ein av størstu avbjóðingun
um í eldrarøktini er at tryggja
nøktandi fakligar og
trivnaðarligar umstøður fyri
øll tey, sum nú starvast í
eldrarøktini, og fyri at kunna
rekruttera tær nógvu góðu
hendir, sum brúk verður fyri
aftrat í komandi árum.
Uppgradering av røktar
fakliga økinum: betri út
búgvingartilboð við sjúkra
røktarfrøðiútbúgving á
bachelorstigi, sum eisini má
standa verandi starvsfólkum
í boði við eftirútbúgvingar
møguleikum.
Nýggjur almanna og
heilsuskúli, sum eitt meira
attraktivt útbúgvingartilboð
fyri heilsurøktarar og
heilsuhjálparar.
Upplyfting av fakliga
yrkinum: eins og í heilsu
verkinum skulu fakligu
mørkini í Nærverkinum
flytast uppeftir í yrkisligum
funktiónum millum
fakbólkarnar.
Kompetansur og
trivnaður:
Rúmligari skipan av
røktarøkinum: sohvørt
tørvurin av eldrabúplássum
verður nøktaður, skal hetta
geva rúm hjá heimatænast
uni fyri betri arbeiðsum
støðum, eins og bygnaðar
liga integratiónin av allari
eldrarøktini skapar betri
møguleikar fyri fyriskipan
av uppgávunum.
Breiðari fakligar kom
petansur og størri trivnaður
í starvsvirkseminum við at
arbeitt verður eftir sonevnda
Edenháttinum, og størri
dentur verður lagdur á
fólkaheilsupolitisk mál, um
at stimbra einsvæl kropsliga
sum andliga førleikan hjá
teimum eldru. Eisini eigur
at vera latið upp fyri øðrum
fakligum kompetansum,
sum t.d. pedagogiskum, inni
á hesum arbeiðsøkinum.
Framtíðar eldrarøkt
soleiðis skulu vit skipa framtíðar eldrarøktina í Føroyum
landsstýrismaður
Javnaðarflokkurin
Hans Pauli
strøm
Val
Føroyar skulu mennast til
at vera eitt áhugavert stað
hjá virkisfúsum fólki at
byrja vinnu
Hugburður fólksins um
íverksetan og íverksetarar
ávirkar hug tess at ganga
hesa leið. Í summum lond
um verða fólk frá barns
beini eggjað til at gerast
íverksetarar, og lagt verður
í tey, at íverksetarar eru
slóðbrótarar og fyrimyndir.
Soleiðis hevur ikki verið í
Føroyum sjálvt her altíð
hevur búleikast kreativ
fólk, sum væl hava duga at
brotið upp úr nýggjum.
Fólkaskúlin
Fólkaskúlin átti at tikið
íverksetan íálvara. Ikki tí,
at næmingar frá fyrsta
klassa skulu læra, at gera
handilskvinnur/menn. Men
í fólkaskúlanum skulu
næmingar læra at arbeiða
skipað við nýskapan í
øllum lærugreinum. Í fólka
skúlanum skal dentur verða
lagdur á íverksetan við
verkætlanum, evnisdøgum
og íverksetaraspølum ella
við kappingum.
Miðnámsskúlar
Í miðnámsskúlanum skulu
allir næmingar hava tilboð
um frálæru í íverksetan. Í
løtuni útbjóðar Handils
skúlin og Tekniski skúli
lærugreinina “ungt virki”.
Hetta hevur eydnast væl og
dáma næmingar stak væl
hesa lærugrein.
Mentamálaráðið eigur at
arbeiða fyri, at lærarar á
miðnámsskúlunum, sum
undirvísa í íverksetan fáa
neyðuga eftirútbúgvingina.
Í lógum og kunngerðum
skal standa, at miðnáms
skúlin er við til at menna
íverksetanarkunnleikan hjá
næminginum.
Tað skal loysa seg at
skapa sín egna vinnuveg
Í Danmark hevur stjórnin
eftir 4 árum klára, at broytt
hugburðin, hjá dømum,
mótvegis íverksetarum.
Ímeðan tað fyri sløkum 4
árum síðani als ikki var
kool, at skapa sín egna
vinnuveg er tað í dag nakað
man sær upp til. Hetta
hevur danska stjórnin gjørt
við miðvísum tiltøkum.
Tað skal loysa seg at
skapa sín egna vinnuveg, tí
samstundis sum
íverksetarin tekur váða á
seg, skulu útlit fyri at vinna
pening vera góð. Vit skulu
líta á orðataki: “ Tá tað
regnar á prestin so dryppar
á deknin”. Við øðrum
orðum, tá ið íverksetarin
hevur góð kor og klára seg
væl so gongur eisini væl í
samfelagnum sum heild.
Eg vil arbeiða fyri betri
korum hjá vinnulívinum og
íverksetarum í Føroyum.
Íverksetan - Tá tað regnar á
prest so dryppar á degn
Fólkaflokkurin
Kitty may
EllEfsEn
Val
Nr. 1 - 2. januar 2008
18
viðmerkingar
Poul Michelsen hevur fingið
ilt av einari almennari við
merking hjá mær um, at eg
vil hava gjøgnumskygni um
hvussu tey ymisku valevnini
fíggja teirra valstríð, tí hetta
aftursvar.
Nú havi eg ikki havt til
vana at senda jólaheilsanir til
Poul Michelsen, so hví hann
tekur eina av teimum mongu
almennu viðmerkingunum
sum eg geri til sín, tað kann
bert hann svara uppá.
Eg havi aldrin lagt Poul
Michelsen undir at hava
gjørt nakað sum helst og er
einki undarligt í tí.
Mín boðskapur er tann, at
tað skal vera fult gjøgn
umskygni í øllum polit
iskum avgerðum, eisini í
mun til hvussu flokkar og
hvussu tey einstøku val
evnini fíggja teirra valstíð,
tað er tað ikki í dag.
Sum í okkara granna
londum, mugu reglar gerast,
ið týðuliga áseta krøv til
upplýsing hvar politiskir
sponsor pengar koma frá.
At Poul roynir at arga
vinnulívsfólk til at trúgva, at
eg leggi tey og øll valevnir
við egnum virki undir eitt og
hvørt óheppið virksemi er
bara for bíligt av honum,
serliga tá havt verður í huga,
at eg sjálvur havi egið virkið.
Eg fari at bjóða Poul
Michelsen øðrum valevnum
um at gera tað sama sum eg,
og framleggja ein
fullfíggjaðan roknskap av
valstríðnum og í honum
upplýsa hvar fíggingin
kemur frá.
Meira um hetta og annað
á www.hedindp.com
Eg vil bert hava
gjøgnumskygni
Sjálvstýrisflokkurin
HEðin D.
PoulsEn
Val