mikudagur 2. januar 2008síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 1 - 2. januar 2008
15
Løgtingsvalið 19. januar 2008
viðmerkingar
Føroya Løgting hevur nú
endaliga samtykt at farast
skal undir Sandoyar
tunnilin. Hetta er byrjanin
til Suðurleiðina, sum við
føstum sambandi skal
binda Sandoynna, og síðan
Suðuroynna, saman við
restina av landinum.
Hesi samtykt stuðli eg av
fullum huga.
Infrakervi
Vit eiga eitt lítið
oyggjaland. Skulu vit
mennast og standa okkum í
kappingini við onnur lond,
er ein tann týdningarmesta
fyritreytin eitt gott infra
kervi. Tí bert við einum
góðum infrakervi skapa vit
trivna og góðar virkis
møguleikar í øllum landi
num, og fyrst tá ber til at
gagnnýta alt okkara
tilfeingi á fullgóðan hátt.
Tá fasta sambandi vid
Sandoynna og Suðuroynna
er veruleiki, kunna hesar
báðar oyggjar luttaka í
menningini av Føroyum á
jøvnum føti við restina av
landinum, og geva eitt
størri íkast til
landsbúskapin.
Tí eigur eitt komandi
løgting at standa fast við
og saman um Sandoyar
tunnilin.
Hørð og bleyt virði
Tey, ið eru ímóti tunnili
num til Sandoynna halda
uppá, at vit hava ikki ráð
til hesa íløgu. Sagt verður,
at føroyskir politikkarar
nýta ov nógvan pening til
sonevnd hørð virðir, sum
vegir og tunnlar, meðan ov
lítið verdur nýtt til sonevnd
bleyt virðir, sum skúla og
heilsuverk.
Hesum eri eg ikki
samdur í.
Samlaða fíggjarlógin er
uml. 4 milliardir. Helm
ingurin, uml. 2 milliardir
fara til almanna og
heilsumál, meðan uml. 1
milliard fer til skúla og
mentamál.
Restin, uml. 1 milliard,
er býtt millum hinar
ráðharrastovurnar,
Løgmansskrivstovuna,
Fiskimálaráðið, Fíggjar
málaráðið, Vinnumálaráðið
og Innlendismálaráðið.
Tað, sum árliga verður nýtt
til íløgur í vegir og tunnlar
er at finna innanfyri hesa
milliardina, og er tað ein
lutfallsliga lítil partur av
árligu fíggjarætlanini.
Tað er tí ikki rætt, tá sagt
verður, at alt okkara ríki
dømi verður brúkt til at
borða tunnlar við.
At gera Sandoyartunnilin
til eitt val ímillum tey
sonevndu hørðu og bleytu
virdini, haldi eg eisini
verða at seta tingini skeivt
upp. Tí íløgur í hørð virðir,
sum fast samband millum
oyggjarnar eru ikki einans
til fyrimuns fyri vinnulívið
og gerandisdagin hjá
borgarunum. Tær skapa
eisini røttur fyritreytirnar
fyri skilabetri íløgur í
bleytu virðini, sum skúla
og heilsuverkið.
Størri fólkagrundarlagið
er, betur og bíligari kann
landið skipa sínar tænastur
til borgaran.
Og tá vit øll, uttan mun
til hvar vit búgva, kunnu
náa teimum tilboðum, sum
eru, um tey so eru sunnan
fyri ella norðanfyri, fáa vit
fjølbroyttari og betur tilboð
á øllum økjum.
Fyrst nýta skipini, so
tunnil
Tað eru eisini nøkur, ið
siga, at íløgurnar í Smyril,
Teistan og havnaløg hava
verið so stórar, at suður
oyingar og sandoyingar
fyrst mugu "slíta" hesar
íløgur upp, áðrenn talan
kann verða um at nýta
pening til tunnlar.
Hetta haldi eg vera alt
annað enn samhaldsfast og
sera stuttsiktað tankagongd.
Jú, Smyril og Teistin eru
góð skip, og Sandoyggin
og Suðuroyggin eru enn
virknir partar av føroyska
samfelagnum. Td. veitir
Suduroyggin enn eitt lutf
allsliga stórt íkast til lands
húsarhaldið við teimum
stóru veiðinøgdunum, ið
verða lagdar upp í
Suðuroynni.
Men tað er ein sann
roynd, at Suðurføroyar
hava verið í eini neiligari
gongd seinastu mongu
árini.
Í løtuni er fólkatalið í
Suðuroynni á sama støði
sum í 1920unum, og aldurs
býtið gerst skeivari fyri
hvørt ár.
Tí mugu politikkarar
vísa vilja og rygg til at
gera tey tiltøk, sum skulu
til fyri at venda gongdin
nú, meðan støðan enn er
hampulig, og ungir suður
oyingar við útbúgving enn
síggja møguleikar í at
búseta seg í Suðuroynni.
At seta seg niður og bíða
í 20 til 30 ár til skipini er
uppslitin, er ikki rætta
signalið at senda sand
oyingum og suðuroyingum,
og harafturat ótrúðliga lítið
visionert av fólki, sum nú
við einum valdømi siga seg
vilja stjórna øllum landi
num meira enn nakrantíð.
Ein onnur skilagóð
grundgeving fyri at fara
undir Suðurleiðina so
skjótt sum gjørligt, er
kostnaðurin av verandi
farleiðum til Sands og
Suðuroyar.
Við verandi kostnaðar
støði verður rakstrarkostn
aðurin av sjóvegis far
leiðini uml. 60 70 milli
ónir í 2008. Væntast kann,
at í framtíðini verða størri
krøv sett til tænastustøði
og túratal, umframt at
hækkandi oljukostnaður og
lønir fara at økja
útreiðslurnar enn meira.
Við hesum útreiðslum í
huga, og kostnaðinum av at
byggja nýggjan Teista og
Smyril innanfyri næsti
áratíggjur, sigur tað seg
sjálv, at skilagott er at fara
undir fyrireikingar til
Suðurleiðina beinanvegin.
Niðurstøða
Vit hava higartil megnað at
útbygt okkara land við
vegum, tunnlum og ferjum,
samstundis sum vit hava
ment almanna, heilsu og
skúlaverkið.
Lat okkum ikki steðga
útbyggingini av infrakervi
num nú, við vanda fyri at
Suðurføroyar bløða út,
bert tí at eitt innanhýsis
klandurstríð í Javnaðar
flokkinum, um hvørt
studentaskúlin í Hoydølum
skal leggjast saman við
Handilsskúlanum, hevur
seinkað ætlanini í áravís,
og tí Dimmalætting upp
undir val leggur dent á at
skriva ræðusøgur um
okkara sjúkrahúsverk.
Vit eiga góð fólk í bæði
skúlaverkið og heilsuverk
ið. Tað ber væl til styrkja
og skipa hesi verk betur,
samstundis sum hildið
verður fast við ætlanina at
gera Sandoynna og Suður
oynna til javnsbjóðis partar
av føroyska samfelagnum.
Tá tey, sum eru búsitandi
í Tórshavn eins væl kunnu
virka í Sandoynni ella
Suðuroynni, sum á Hálsi
ella á Hjalla, og tey sum
búgva í Suðuroynni kunnu
virka í Vágum ella Norð
oyggjum, sleppa vit undan
teirri staðbundnu hugsanini,
og vit fara at skipa vinnuna
og tænastutilboðini í landi
num meira rationelt, og fáa
yvirskot til enn fleiri íløgur
av bæði "bleyta" og "harða"
slagnum.
Lat okkum tí standa sam
an um at fremja løgtings
samtyktina um Sandoyar
tunnilin í verki, og fara
undir fyrireikingar til
víðari fasta sambandi til
Suðuroyar, so Suðurleiðin
kann verða veruleiki so
skjótt sum til ber, til gagns
fyri alt Føroya land.
Suðurleiðin – ein neyðug íløga fyri Føroya land
Fólkaflokkurin
Jacob
Vestergaard
Val
Tveir føroyskir ungdómar
standa og javnviga á eini
politiskt skaptari knívsegg.
Tveir úrmælingar í svimj
ing, sum fyri ítrótt teirra
eru so óhepnir, at teir eru
bornir í heim og uppvaksn
ir í einum av alra seinastu
hjálondum heimsins. Tey
bæði Elspa og Pál sleppa
ikki upp í altjóðagerðina, tí
politikkararnir í landi teirra
megna ikki at skipa ein stat
kring sína egnu tjóð.
Koloniala støðan er harvið
ein beinleiðis forðan fyri
menning, eisini á hesum
øki. Danskt vald í Føroyum
er ein beinleiðis forðing
fyri at ítróttarelitan sleppur
at kappast á jøvnum fóti
við sínar javnaldrar í
øðrum londum.
Umframt megina, ið skal
brúkast til venjing hvønn
dag í árinum, verða tveir
viðkvæmir ungdómar
trýstir til at taka tvær sera
ódámligar støður, sum teir
onga ávirkan hava á, tey
bæði hava ikki so frægt
sum valrætt. Má siga, at
tað vætti úr eygnakrók
unum hetta kvøldið, táið
Pál í sjónvarpinum boðaði
frá, at hann ikki ætlaði sær
at umboða nakað annað
land enn Føroyar á hægsta
støði, og bar tað ikki til,
varð hann noyddur at velja
at luttaka í kappingum,
sum lógu í eini lægri kate
gori enn t.d. Olympisku
Leikirnir. Sum hann sjálv
ur segði: Eg eri uppvaksin
í einum umhvørvi, sum ger
tað ómøguligt. Ein ungur
maður, har emotionalitet
urin og stoltleikin um
egnan samleika steðgar
honum á leiðini upp á
heimsins tindar. Hann
koppar tann vegin, ikki tí
hann vil tað ítróttarliga,
men tí at politikkararnir í
landi hansara ikki hava
skapt honum
møguleikarnar.
Elspa koppar hinvegin.
Ítróttarligu ambitiónirnar
vinna. Hon ætlar sær upp á
heimsins tindar, so má
okkurt annað, sum er minst
líka týdningarmikið, víkja
fyri hesum. Nú kenni eg av
góðum grundum um
hvørvi, sum hon er
uppvaksin í. Úti í Grógv í
Syðrugøtu, har eg sjálvur
búleikaðist øll míni
barnaár. Abbi hennara var
mammubeiggi mín, og eitt
meira tjóðskaparligt miljø
enn tað har um leiðir,
verður trupult at finna.
Harvið standa tey bæði Pál
á somu knívsegg, og velja
at fara hvørt sína kós. Ikki
tí at tey vilja tað, men bara
tí at fyritreytirnar ikki eru
vorðnar optimalar, soleiðis,
at tað ber til at umboða
Føroyar í øllum fora,
orsakað av politiskari
vanstýring og krúpan fyri
donskum myndugleikum
og harravaldi. Tey sleppa
ikki upp um politiska
bjálkan, sum danir hava
sett ígjøgnum føroysku
tjóðina og sum ein
meiriluta í politisku
skipanini ikki enn hevur
megnað at høgt niður.
Serliga hesi seinastu
árini hava vit upplivað eina
heimastýrisstjórn, sum
oftari og oftari hevur av
dúkað, at støðan er vón
leys, at tað ikki ber til at
gerast ein partur av heimi
num, at gerast ein partur av
týdningarmiklum og lívs
neyðugum felagsskap
um, har sum bara statir
kunnu gerast limir og
virka, ímeðan fólki í
koloniunum sleppur at
spæla fólk í húsi innanvert
tey mørk í ostaklokkuni,
sum hjálandaveldið nú
einaferð setur.
Fyri nøkrum árum síðani
var forseti ÍSF´s rættiliga
optimistiskur um ein
komandi limaskap í
Olympiska felagsskapinum
IOC. Javnaðarmaðurin,
Heðin Mortensen, er meira
svartskygdur nú, sambært
Sosialinum. Sum hann
sigur: Tað verður hvørki í
dag ella ímorgin, at Før
oyar fáa olympiskan lima
skap. Hann sigur eisini, at í
útgangsstøðinum eru
treytirnar hjá IOC, at tú
skalt vera sjálvstøðugur
limur í ST. Harvið er upp
gávan sera einfald at loysa.
Og vit loysa so ómetaliga
nógvar aðrar trupulleikar í
hesum landinum, um vit
sleppa okkum av við ein
astu forðingina fyri allari
altjóðagerð, sum er hjá
landastøðan í danska
ríkinum.
Skal heimurin liggja
opin fyri okkum, má og
skal føroyski staturin
skipast nú. Táið hesin er
vorðin javnsettur limur í
ST, er politiski doyvingar
heilivágurin burtur, og
ungir føroyingar í m.a.
ítróttarkappingum kunnu tá
møta sínum javnaldrum
við egnum samleika, undir
Merkinum, við Olymisku
Leikirnar. Ymisku og tó
ógvuliga líku trupul
leikarnair hjá teimum
báðum svimjarunum
høvdu verið loystir við
einum handabragdi. Hetta
snýr seg bara um, at
politiski myndugleikin í
Føroyum brynjar seg við
sama vilja og áræði, sum
tey bæði Pál og Elspa eru
so ríkiliga vælsignaði við.
Ein republikk, og bara
hon, loysir allar knútar á
leiðini til optimalar og
javnsettar møguleikar.
www.dimma.fo/Bloggan/
torbjorn.jacobsen/
Táið ongin statur er at umboða
Tjóðveldi
tórbJørn
Jacobsen
Val
18