mikudagur 2. januar 2008síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 1 - 2. januar 2008
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Sigldi saman við
tónaskaldinum Hans
Jákup Højgaard
Tey seinastu árini hevur ein
partur av mínum virksemi verið
at festa á blað so stóran part av
okkara fiskimannasøgu, sum tað
bar til. Hetta hevur skapað sam
band við ein hóp av okkara gomu
hetjum, sum hava lagt grundar
lagið undir okkara samfelagi und
ir umstøðum, sum eingin kann
ímynda sær í dag.
Ein av hesum var Karl Jákup
Sigvardsen við Gjógv. Hann var 99
ár, tá ið vit hittust fyrstu ferð har
norðuri. Tá greiddi hann frá, tá ið
hann hevði verið til skips saman
við Hans Jacob Højgaard, sum er
kendur fyri alt annað enn sum
fiskimaður, nevniliga tónleik.
Vit hava so hitst nakrar ferðir
eisini, serliga í samband við hans
ara 100 ára føðingardag. Tá eydn
aðist at fáa ein part av hansara
lívi til sjós, sum varð prentað í
FFblaðnum. Hetta eitt gott íkast
til tær frásagnir, sum annars hava
verið um hendan avgerandi part
inum av okkara lívsgrundarlagi.
Henda frásøgnin var gjørd í
samstarvi við hansara synir.
Karl Jákup hevði blivið 103 ár
27. februar, men nú orkaði hann
ikki meira og seinasta dagin í
2007 legði hann árarnar inn fyri
seinastu ferð mettur av døgum.
Tað kann vera hóskandi at tríva
í nakað av tí, sum greitt varð frá í
umrøddu grein.
Faðir Karl Jákup Petur Jákup
á Fløtti var tvær ferðir giftur. Í
fyrra hjúnalagnum við Onnu
Katrinu úr Jákupsstovu vóru syn
irnir Kristjan og Axel. Eftir at
konan var deyð, giftist hann upp
aftur við trímenninginum Freder
ikku, ættað av Rættini í Funningi.
Hon gjørdist 105 ár. Saman fingu
tey bæði seks børn á lívi. Karl
Jákup var triðja barnið í raðnum.
Fór til arbeiðis
11 ára gamal
Longu sum 11 ára gamal fór Karl
Jákup í fiskaarbeiði hjá Sofus
Debes, ið keypti og saltaði fisk
fyri Vágsbotnhandilin. Sum hann
mentist, lærdi hann har eins og
aðrir dreingir at flekja og hagreiða
fisk, sum kom teim seinni rætti
liga til góða á skipsdekki.
Eftir at hava fingið prestsins
hond á høvdið í 1919 hugsaði
Karl Jákup eins og javnaldrarnir
um tað mundið næstan bara um
tað eina – at sleppa til skips.
Hetta skuldi ligið væl fyri. Hálv
brøðurnir, Kristjan og Axel ,
førdu báðir skip, og pápin, ið
hevði verið skipari í fleiri ár, skift
ist nú mest at sigla við synunum
báðum.
Í desember mánaði hetta árið
keypti Axel saman við J.F.Kjølbro
vágssluppina “Kristinu” frá Dias
á Heyggi , skipara, í Vági.
Kundi eins væl verið gingin
burtur 15 ára gamal
Sum áður sagt, tráaði Karl Ják
up eftir at sleppa við hesi skútuni
á Suðurlandið, men pápin fekk
kortini sett hann aftur.
Tá ið febr. Mánaði 1920 leið
móti endanum, helt “Kristina” til
havs yvir á Suðurlandið. Mann
ingin taldi 17. Teirra millum vóru
faðir, bróðir og hálvbróðir Karl
Jákups.
Um mánaðarskiftið herjaði satt
ódnarveður um norður Atlantshav
ið. Einki sannspurdist eftir hetta
um tær báðar sluppirnar “Krist
inu” og ”Helenu”, ið helst eru
farnar í hesum ovurveðrinum.
Tá ið komið var út í mai mánað
og bert tøgn framvegis valdaði
um hesi bæði skipini – vóru allar
vónir brostnar um at síggja teirra
kæru aftur.
Á Fløtti við Gjógv sat hin 44
ára gamla Frederikka eftir sjálv
sjeynda. So mong heim vóru
stødd í slíkari støðu, serliga í
slupptíðini tí tað var so mangan,
at skip og bátar ikki spurdust aft
uríaftur. Eftir sótu konur og børn
í djúpari sorg og mangan á
berum. Kostirnir vóru tí mangan
og hjá mongum annaðhvørt at
lúta og seta børnini út ella taka
dystin upp. Vit vita, at mamman
og tá 15 ára gamli Karl Jákup
høvdu í ráði, hvat gerast skuldi.
Máttu stríðast saman at halda
húsinum uppi
Tey tóku ta avgerð at stríðast
saman at halda húsinum uppi.
Karl Jákup tók á sínar ungu herð
ar alt mansarbeiði á sjógvi og
landi, og mamman knossaðist á
sín hátt bæði úti og inni. Saknurin
kendist mangan svárur í upp
vøkstrinum ongan pápa ella abba
at hava at hella seg til við spurn
ingum og ráðum.
Tey næstu árini læt Karl Jákup
alt, ið hann forvann, til heimið.
Og tá ið tann næsti bróðirin, ið
var hálvt fjórða ár yngri, var
tilkomin, tók eisini hann við.
Karl Jákup giftist í 1931 við
Elisabeth, dóttur Pól Jóhannes á
Bø. Tey fingu tríggjar dreingir, ið
allir gjørdust lærarar. Karl Jacob
fekk fyri kortum ta sorg at missa
sonin Hans Jacob. Hinir synirnir
eru Petur Jacob og Ásfinn.
Eitt drúgt lív á sjónum
Tað fyrsta skipið, sum hann var
við, var deyðsiglarin Star of
Hope, sum Kristjan á Fløtti, við
Gjógv, førdi, og við tí var hann
1921 og 1922. Í 192324 og 25
var hann við William Stephansson.
Skipari var Jacob á Nesi. Tað var
tá, at hann var saman við tóna
skaldinum Hans Jacob Højgaard.
Karl Jákup minnist ikki, um Hans
Jacob var raskur fiskimaður, men
hann minnast, at hann plagdi
altíð at syngja, meðan hann stóð
við snørið, so evnini hevur hann
víst heilt frá ungum aldri.
Í 1926 var hann við Vigilant
einum deksbáti, ið Mortensen á
Tvøroyri átti. Viberg á Sevmýru
var skipari. Í 1927 og 28 var hann
við Emerald, ið var deyðsiglari.
Kristian á Fløtti førdi Emerald
hesi árini.
Veturin 1928 lærdi Karl Jákup
til motorpassara í Keypmanna
havn. Pápin hevði mælt honum til
hetta, tá ið hann fór sín síðsta túr,
og hetta var í grundini orsøkin til,
at hann gjørdist motorpassari.
Í 1929 og 30 var hann við
Acorn. Karl Anton á Bø, við
Gjógv, var skipari á Acorn undir
Íslandi, meðan pápi hansara, Poul
Jóhannes á Bø, var skipari undir
Grønlandi.
Í 1931 og 32 var hann við
Kristinu, ið Símun í Sámalsstovu,
við Gjógv, førdi.
Í 1933 og 34 var Karl Jákup
við Gudrun Zoegu, sum Kristjan
á Fløtti førdi. Í 1935 og 36 við
Polarfarinum, sum Oliver Thom
sen, úr Gøtu, førdi.
Eldur í!
Í 193738 og 39 var hann við
Onnu, sum Óla Jacob á Sandi
førdi. Meðan teir royndu undir
Íslandi í september mánað 1939,
kom eldur í Onnu. Eldurin var so
ógvusligur, at teir máttu fara av
skipinum og í bjargingarbátin.
Veðrið var tíbetur gott, og teir
vóru bara nakrar fáar tímar í bát
inum. Um 1011 tíðina um kvøld
ið kom eitt norskt sildaskip fram
á bátin, tók teir upp og flutti teir
inn á Tórshavn. Seinni komu teir
so til Føroyar við Drotningini.
Í 1940 var Karl Jacob við
Fame, sum Sofus Hilduberg, við
Gjógv, førdi. Í 1941 var hann
heima, og hetta árið arbeiddi
hann í Havn. Í 1942 og 43 var
hann aftur við Fame, sum Mein
hard Jacobsen, úr Fuglafirði, nú
førdi. Í 1944 var hann heima og
róði út. Um várið 1945 var hann
aftur við Polarfarinum, sum
Oliver í Gøtu førdi. Summarið og
heystið hetta árið róði hann út á
Norðlandinum – í Raufarhøfn.
Í 1946 og 1947 arbeiddi hann í
Reykjavík.
Í 1948 var hann við Seagull,
sum Petur Skeel Dahl, í Funningi,
førdi. Í 1949 við Føroyinginum,
sum Olrik á Rætt, við Gjógv,
førdi. Í 1951 og 52 arbeiddi hann
fisk í Klaksvík. Í 1953 og 1954
var hann við Dragabergi, sum
Jóanes hjá Dáva, í Klaksvík, førdi,
og tey seinastu árini til skips:
1955 56 57 og 58 var hann
við Fagranesi, sum Tummas í
Heiðriksstovu, við Gjógv, førdi.
Hann gavst við sjólívinum í
1958. Tá var vegarbeiðið byrjað,
ið skuldi knýta bygdirnar Gjógv
– Funning – Eiði saman. Hann
fór í hetta arbeiðið, og seinni
arbeiddi hann á Oyggjarvegnum
og í Havn, til hann gavst sum
pensionistur.
Eftir at hann fór úr lønandi
vinnu, róði hann út í heimbygdini
og var annars virkin langt upp í
ellisár.
Tað var hugaligt at kenna Karl
Jacob. Hann var altíð so positivur
og fittligur. Vit, sum kendu hend
an megnar mann, minnast hann
við virðing.
ó.
Karl Jákup farin 102 ára gamal
Karl Jákup gjørdist nærum 103 ára gamal
Mamma Karl Jákup, Drikka á
Fløttunum, gjørdist 105 ára gomul.
Her sæst hon á 100 ára degnum,
saman við dótrini Fíu og Karl
Jákup