mikudagur 2. januar 2008síða 17
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Harald var ættaður úr Ansastovu í
Oyndarfirði. Foreldrini hjá honum
vóru Lena (1882-1963) og Dánjal
J Anthoniussen (1877-1953). Tey
vóru 8 systkin:
Johanna, f. 1910, Harald, f.
1911, Hans Christian, f. 1913,
Anna Maria, f. 1915, Sigrid, f.
1918, Jacob, f. 1920, Kristina, f.
1922.
Harald Anthoniussen giftist
10. mai 1941 í Randers við
Margrethe Christiane Kristensen,
f. 10.1. 1918. Tey búsettust í
Esbjerg og fingu tveir synir:
Oyvind, f. í februar 1945, doyði
5 mánaðir gamal.
Beini, f. 2.7. 1947. Kona
hansara eitur Rita.
Haraldur var sjómaður, tá
hann var ungur, men foreldrini
høvdu heldur viljað, at hann var
heima og lærdi seg at smíðja
hjá pápanum. Honum stóð eisini
í boði at taka við festinum í
Tarti, men hansara hugur stóð
til sjógvin. Í 1928 slapp hann á
Eysturlandið við Silver Lining,
sum Justines Eidesgaard átti og
førdi. Hann var fyrst nøkur ár til
til skips.
Veturin 1935/36 var Haraldur
niðri á háskúla, kom upp aftur og
fór aftur til skips. Hann ætlaði at
fara á stýrimansskúla, men fekk
ikki sýnsprógv. Hann fór tí niður
aftur, var á háskúla og arbeiddi
stutta tíð á bóndagarði. Síðan
fór hann í andaligt arbeiði sum
trúboðari hjá Indre Mission. Hetta
kom at vera hansara lívsstarv.
Fyrstu tíðina arbeiddi hann í
Randers, har hann hittu konu
sína. Tey fóru síðan til Esbjerg.
Aftaná kríggið búðu tey sjey ár í
Føroyum men fóru niður aftur og
búðu tey seinastu mongu árini
aftur í Esbjerg.
Vit fara í fýra pørtum at hava
frásøgn um sjólívið hjá Haraldi,
soleiðis sum hann sjálvur hevur
greitt frá.
Vit fara eisini at hava okkurt
tilfar um Oyndarfjørð í hansara
tíð. Harald og 101 ára gamli
Andrias í Tarti vóru samtíðar-
menn, og teir vóru eisini systkina-
børn. Tí fara vit at byrja við at
endurgeva nakað av tí, sum
Andrias greiddi frá í FF-blaðnum í
2006 um sín barndóm, sum eisini
var barndómurin hjá Haraldi.
Andrias: Fiskaarbeiði
á landi
Sum børn arbeiddu vit eisini fisk.
Tað kom nógvur saltfiskur uppá
land. Tá eg var smádrongur, komu
nógvar sluppir og landaðu saltfisk
í Oyndarfirði til turkingar. Eg
meini, at tað eina árið vóru 1.800
skippund virkað í Oyndarfirði
gjøgnum fjøruna. So her var nógv
arbeiði, og hetta skuldi verið eitt
av teimum frægastu plássunum
í Føroyum í so máta. At boða til
arbeiðis varð flaggið koyrt upp
um 5-6 tíðina um morgunin. So
komu tey, sum tað bar til.
Tað vóru fleiri hús, har sum
eingin sjómaður var, so tey livdu
alt árið av lønini, sum tey fingu.
Eg meini, at fyrst eg minnist
fekk konufólkið 15 oyru um
tíman og mannfólkið 25 oyru.
Tey, ið arbeiddu í fiski, fingu
lønarseðlar, sum tey fingu vørur
fyri í handlinum. Viðhvørt tóku tey
fisk fyri akkord. Tey vaskaðu og
turkaðu hann inni í Laksá.
Børnini, sum arbeiddu, fingu
lítið og einki. Tey kundu fáa eina
søta keks ella eitt kramarhús
av bomm. Tað vóru ikki nakrir
pengar.
Mamma var bert onkuntíð í
fiski. Hon hevði nóg mikið at gera
heima. Pápi var sjómaður. Eg
kann minnast sum smádrongur,
at eg vaknaði ofta av hosta. Man
hostaði nógv meira fyrr enn nú,
tí man gekk vátur um beinini.
Skóbúnaðurin var rotuskógvar
og trætuflur. Á vetri máttu vit
ofta ganga í krapa, tí bleiv man
fuktigur. Eg kann minnast tíðliga
á morgni í køkinum. Tá sótu tey,
mamma bant, og pápi spann. Tað
var nógv at seyma, men mamma
hevði tó ikki seymimaskinu frá
byrjan av. Eina slíka keypti eg
mammu, eftir at eg var farin til
skips. Men vit høvdu eina syirsku
her, sum var slektað úr Rituvík,
hon kallaðist Trina f. Petersen,
gift við Sámali á Breyt. Tey vóru
barnleys. Hon seymaði fyri fólk.
Mangt plaggið seymaði hon,
men hon mundi fáa lítið fyri
tað. Hon var eisini eitt so deiligt
menniskja. Eg minnist, at hon
seymaði kepparnar til mannin,
sum hann brúkti.
Harald: Fyrsti túrur til
skips
Eg fór til skips í 1928. Eg varð
konfirmeraður í 1925, so mótsatt
nógvum av mínum vinum slapp
eg ikki avstað beinanvegin. Men
tað var kortini nóg mikið at gera
heima. Pápi var bátasmiður, og
honum kundu vit brøður hjálpa,
men ein drongur var ikki rættur
maður, fyrr enn hann fór til skips!
Hesa tíðina vóru um 50 skips-
fiskimenn í Oyndarfirði, og sama
tal var av børnum undir 14 ár.
Tá ið skipini komu heim vár-
túrin 1928, vildi eg sleppa av
avstað. Eg bað pápa spyrja teir
skiparar, hann kendi, men tað lá
einki fyri.
Men í Oyndarfirði var ein
skipari við egnum skipi, sum
var Silver Lining. Men Justines
Eidesgaard vildi ikki hava meira
enn ein ella tveir nýbyrjarar við á
hvørjum túri.
Eg spurdi so Justines sama
dag, sum hann kom heim vártúrin
1928, um eg kundi sleppa við
komandi túr. Justines kundi ikki
svara fyrr enn um tveir dagar.
Hetta vóru tveir spennandi
Harald Anthoniussen:
Fiskimaðurin sum
gjørdist trúboðari
Tað eru fleiri ár síðan, at eg fyrstu ferð hoyrdi um Harald Anthoniussen. Fekk tey ráð frá fleiri um at fara
at práta við hann, tí hann var so sera skilagóður. Hetta lá tó ikki so væl fyri, tí Harald búði í Esbjerg, og
tað er ikki á hvørjum degi, at ein kemur framvið har. Men í summar lá fyri, og farið varð inn á gólvið hjá
Haraldi og konu hansara. Hann setti seg kortini ikki føran fyri at greiða frá. Hinvegin fekk eg frá honum
frásagnir, sum hann hevði skrivað um sítt lív til sjós. Hetta var sera áhugaverdur lesnaður. Harald gjørdi
nógv burturúr, og hann fekk allar smálutir við. Júst smálutirnir kunnu vera virðismiklir, sum tað líður frá.
Men tað var tó heppið, at hendan vitjanin fekst í lag, tí nú er Harald deyður. Konan doyði fyrr í heyst.
Hetta var ein slíkur smeitur fyri Harald, at hann kom ikki fyri seg, og mitt í desember doyði hann eisini
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
Harald Anthoniussen, tá ið vit hittu
hann í summar
Grethe, Beini og Harald Anthoniussen á yngri árum