Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-02, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. januar 2008síða 18

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

MIÐvIkan 18 nr. 1 • 02. januar 2008 dagar. Triðja dagin fór eg niðan til Justines at vita, hvussu varð. Justines segði, at manningarlistin var fullur. Tá gav eg ilt av mær, inntil Justines skoytti uppí, at ”tú er á listanum”. So hann argaði meg. Men treytin var, at eg skuldi hava felags koyggju við ein drong, sum hevði verið við túrin frammanundan. Felags koyggja merkti, at tveir menn, sum vóru á hvør síni vakt, skiftust um koyggjuna. Hetta er annars eitt gott dømi um broytingarnar fram til dagin í dag, tá tað nærum er ein sjálvfylgja, at hvør maður hevur sítt egna kamar. Teir skulu so hægst vera tveir um sama kamar við øllum hentleikum. Men at hava fingið játtað kjans var størsta lukka, sum kundi henda, og nú var at sleppa avstað sum skjótast. Men fyrst skuldi skipið riggast til, og hetta var eg eisini við til. Siglt varð á Fuglafjørð, og so tók tað einar 10 dagar at bøta um viðferðina, skipið hevði fingið vártúrin, tá veðrið kundi vera nóg so harðligt. Justines dámdi væl máling, so pensilin varð brúktur, har hann slapp framat. At gera seg upp við gummistivlum Nú nærkaðist fráferðin og útgerð­ in varð keypt. Tað mest prestigu­ skapandi var stivlar og kasjett. So varð gingið runt í bygdini at vísa seg. Teir yngru dreingirnir vóru misunniligir, meðan gentur høvdu hug til at smílast. Koyggjusekkin hevði mamma orðnað við øllum, sum skuldi í hann. Mynstringin So kom tann hátíðarliga mynst­ ringin. Teir 22 menninir skuldu mynstra í handlinum hjá Jóan Paula Thomsen. Manningin stóð uttan fyri diskin, meðan myndugleikapersónurin, sum skuldi mynstra var innanfyri diskin. Kontraktin varð lisin upp í tøgn, men aftaná vóru allir eins klókir, sum um tað hevði verið faðirvár á kinesiskum. Síðan skrivaðu vit undir. Justines var sera illa nøgdur, tí mynstringarmaðurin, sum var komin úr Klaksvík við egnum báti, hevði verið tveir tímar seinkaður. Tað var hóskvøld, og teir máttu fyri alt í verðini sleppa avstað áðrenn fríggjadag, tá ongan veg kundi farast. Tað vildi merkt óeydnu. Men tað eydnaðist í seinastu løtu at sleppa avstað, áðrenn fríggjadagurin byrjaði. Vit fóru umborð við báti, og tá tað varð siglt, varð sagt farvæl við trimum ýlum úr tokuhorninum. Byrðurin var góður, og skiparin stóð til róðurs, inntil leyst var av landi. Fólkið hevði nóg mikið at gera við at rudda dekkið og at fáa sína persónligu útgerð uppá pláss í tí avmarkaða plássi, sum var til taks. Tað var ein bonkur og ein koyggja. Næsta uppávan hjá besta­ monnunum var at seta vakt. Tað var ein stýriborðsvakt hjá 1. bestamanni og bakborðsvakt hjá 2. bestamanni. Býtt varð soleiðis, at býtið millum ungar óroyndar og eldri fiskimenn var javnt millum vaktirnar. Vaktirnar vóru soleiðis, at tær skiftu dag um dag. Tann mest ópopulera vaktin var hundavaktin frá midnátt og fýra tímar fram, og hundavaktina hevði hvør av vaktunum annan hvønn dag. Hundavaktin var ofta ein bardagi við svøvnin. Men har var eingin bøn. Tað var einki sum æt at sleppa at lúra av. Tað skuldi eisini tørnast út, tá ið útpurrað varð. Ferðin á skipinum var sera ymisk alt eftir, hvussu vindurin var. Hon kundi vera niður í 4 míl við lítlum vindi, men gjørdist meira vindur kundi ferðin koma uppá 7­8 míl. Hetta var áðrenn skipið fekk motor. Síðan var tað sjóverkurin, sum gjørdi seg galdandi. Fyrst og fremst av rama luktinum úr kjølinum. Síðani var tað roykurin av mati, og her var ertrasúpanin tann fyrsta dagin ikki tann besta fyri matarlystin. Dreymurin um Ísland Eg hevði síðan mína dreingjatíð droymt um at uppliva Ísland. Men fyrsta sýnið av Íslandi var nú ikki nakað serligt, hvítir kaldir fjallatoppar. Á leiðini sigldu vit framvið fleiri føroyskum fiskiskipum. Tað vóru nógvar leiðir á Eysturlandinum, men Jústines dámdi best Kolmunnagrunnin. Umborð vóru nógvir royndir fiskimenn, tríggir av teimum høvdu verið 25 ár til skips. Teir kendu øll staðarnøvn á hesum leiðum og kundi greiða frá spennandi hendingum í teirra sjólívi. Snørið varð riggað til og hekk á sínum plássi við lúnningina. Hvør einstakur hevði fingið útflýggjað eitt hampsnøri, sum var 3 stk. á 60 favnar, umleið 300 metur. Eitt blýlodd, sum vigaði sjey pund varð hongt í snørið. Síðan kom teinurin, har tveir húkar hingu í hvør sínum enda. So var at rigga til, og tað var ikki heilt lætt fyri ein nýbyrjara, sum fekk manga glósina um allar sínar tummilfingrar. Skiparin gav boðini um, hvar hvør maður skuldu standa. Teir bestu fiskimenninir fingu bestu plássini, og so mátti restin býta tey pláss sum vóru eftir. Besta­ mennninir vóru sjálvskrivaðir at standa aftast. Býtið av plássum gav eitt sindur av misnøgd um mannamun, tí tað var ymiskt, sum tað lá fyri at fiska í teimum ymisku plássunum. Sunnudagur Okkara fjórði dagur í sjónum var sunnudagur, og triðja boðið um at halda dagin heilagan skuldi sum so haldast. Men hesin sunnudagur var annarleiðis enn heima, tí alt skuldi í hvussu so er gerast klárt til at byrja fiskarí dagin eftir, og tað kundi vera nóg mikið. Men skiparin las so lestur, og minti hetta nógv um eina deknagudstænastu heima. Mánadag skuldu vit so byrja at fiska. Men nú var toka komin, og hetta merkti, at skiparin misti landkennið og fekk tí ikki lagt skipið, har hann ætlaði. Men seinnapartin kláraði upp, og tá kundu vit kasta á 70 favna dýpi. Hetta hevði eg glett meg nógv til, men nú var eg eitt sindur stúrin fyri, hvussu tað fór at ganga at draga snørið inn aftur. Hetta var tungt, men tað gekk, hóast handalagið ikki var tað besta. Tað gingu fleiri dagar áðrenn hetta var í rættlag. Hetta var eg eitt sindur argaður við. Sjálvdráttur egoistisk skipan Sjálvdráttur var ein sera egoistisk skipan. Her snúði tað seg bert um at hugsa um seg sjálvan og ongan annan. Hann skapti eisini mannamun og klassamun umborð við einum yvirklassa, millumklassa og undirklassa, alt eftir um tað lá væl fyri, miðal væl fyri ella illa fyri at fiska. Inntøkurnar vóru sum kunnugt har eftir, tí hvør maður fekk í tali av fiski, teir drógu. Sjálvur var eg Beini dugir væl at mála. Her hevur hann málað Oyndarfjørð Málningur av húsum í Oyndarfirði. Ansastova er aftanfyri smáu húsini fremst á myndini Teir vóru bátasmiðir í ættini hjá Haraldi. Hendan myndin frá 1928 vísir pápan Dánjal, hesumegin bátin, og beiggjan Hans Christian