mikudagur 2. januar 2008síða 19
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 1 - 2. januar 2008
19
tíðindi
”Kært barn har mange
navne”. Tað er kanska ikki
júst eitt ”kært barn” einum
kemur til hugs, tá tankarnar
í síni reikan steðga við
stóru kempuna inni í Gerði
á Toftum.
Men mongu nøvnini,
sum kunnu knýtast til
hansara, fingu meg til at
nýta donsku máliskuna.
Jacob inni í Gerði, Jacob
á Kongshavn, Jacob á Sjó
mansheiminum ella Jacob
á Sandsøluni. Alt heiti sum
hendan kempan í ávísum
tiðarbilum hevur havt knýtt
at sær. At fáa eitt heiti
knýtt at sínum navni vitnar
um at persónurin hevur
gjørt seg bemerktan, ella
er vorðin nærum eitt við
heiti, ja kanska sjálv ímynd
in av kørmunum um sítt
virki. Men eisini tann sann
roynd, at fleiri heiti eru
knýtt at persóninum, vísir
okkum at persónurin ikki
var stagneraður ella fast
frystur í einum virki, men
hevði gávur og hug til at
menna seg.
Kom at kenna Jacob,
meðan hann enn var ímynd
in av skonnartini Kongs
havn. Var smádrongur og
kom tíðum, saman við
mammu á gátt inni í Gerði,
í heiminum hjá Leu og
Jacob.
Lea var ættað úr Sanda
vági og fingu tey bæði sam
an børnini Niclas, Nicolina
og Anna. Seinni eru eftir
komararnir blivnir fleiri,
við tað at abbabørn og
langabbabørn eru komin
afturat.
Grundin til okkara vitj
anir var helst tann at Lea
og mamma vóru systkina
børn.
Men kennskapur okkara
bleiv sum tíðin leið til vin
skap, serstakliga útviklaðist
hesin vinskapur í tíðarbilin
um Jacob og Lea vóru
bestýrarapar á Runavíkar
Sjómansheimi.
Vit vóru mangir ungling
ar, sum høvdu Sjómans
heimið sum okkara til
haldsstað um kvøldarnar,
og so arbeiddi mamma í
køkinum í eitt áramál. Fyri
meg persónliga førdi hetta
til vinarlag við Jacob og
øll hansara, eitt gevandi
vinarlag sum eg altíð havi
verið sera takksamur fyri.
Altíð, uttan nakað undan
tak, føldu vit okkum væl
komnar á sjómansheimið.
Saman við Jacob og Leu,
vóru Esmar Lamhauge sáli
og Brynhild eisini ein part
ur av leiðsluni á heiminum.
Hesir báðir, í missiónini og
gudstrúnni rótfestu menn
inir, og konur teirra, høvdu
alstóran týdning fyri ung
dómin á staðnum, sum
samlaðist á sjómansheimin
um.
Ikki minst týskvøldini,
tá vikuliga andagtin var
hildin, bleiv eitt satt saman
treff. Eisini samkomurnar
á sjómansheiminum í vik
uni hvar missiónsvika var
á Glyvrum, sita í minninum
sum ríkar løtur.
Jacob var ein kempa.
Hann var av allar størstu
monnum,
við
einum
myndugleika sum sást upp
á langan avstand. Harum
framt var hann eisini ein
andans kempa, við mynd
ugleika á hesum øki.
At hoyra hann greiða frá
tildragilsum á lívsleiðini,
hvat tað so var við anda
ligum ella undirhaldsligum
sikti, var fangandi sum hjá
fáum.
Hann hevði aftan fyri seg
eitt ríkt og hendingaríkt lív,
sum parteigari og einsa
mallur eigari í fleiri skipum
og so sjálvandi sandsøluni í
Runavík. Hann átti, saman
við øðrum, skonnartina
Kongshavn og lýsir Magn
us Dam Jacobsen sáli, í bók
ini ”Í Grønlandi við Kongs
havn”, Jacob sum eina
heiðurliga kempu, andaliga
so væl sum handaliga.
Jacob keypti sluppina
Pilot, sum hann nýtti til
sandgrevstur. Tá Pilot fór á
land og fekk so umfatandi
skaða, at tað var ivasamt
um tað loysti seg at gera
hana aftur, keypti hann
Rók, frá Skipafelagnum
Føroyar, til sama arbeiði.
Seinni keypti hann Ásu
2 frá sandsøluni í Havn.
Síðan einkarsonurin so eis
ini kom við í fyritøkuna,
hava fleiri skip verið í fyri
tøkuni. Trý skip við navnin
um Burgundia, tvey við
navninum Havsand. Í dag
verður fyritøkan rikin av
abbasynum og eigur fyri
tøkan 6 skip.
Jacob bleiv einkjumaður
í 1999, tá Lea hevði runnið
sítt lívsskeið. At blíva einsa
mallur eftir eitt langt og
hendingaríkt hjúnarlag, má
vera ein undarlig kensla og
má umframt reint praktisku
broytingarnar, eisini føra
til kensluligar byltingar í
einum.
Hesar broyttu umstøður
merkti Jacob og sást skil
liga at tær ávirkaðu hann.
Tí kom tað als ikki óvart á,
tá tað frættist at hann hevði
funnið saman við Hanniteu.
Trúgv móti síni andaligu
sannføring, ynsktu tey at
innganga hjúnarlag hóast
høgan aldur.
Tíverri untist teimum
ikki langt hjúnarlag, við
tað at Jacob bleiv merktur
av sjúku og fyri stuttum
andaðist 91 ára gamal.
Hannitea bleiv trúføst við
hansara lið heilt at deyðans
gátt.
Jacob er farin um sýn.
Helst kendi hann angan av
fríari fløtum, nú jarðiska
tjaldbúðin var blivin hon
um ov trong.
Vit eru mong sum í takk
semi minnast Jacob á Sjó
mansheiminum og ynskja
at lýsa frið yvir minnið um
hann.
SPG.
Minningarorð um
Jacob Højgaard
M ó t t ø k a
Í sambandi við at Hákun DjurHuus er
settur stjóri hjá elfelagnum SEV frá 1.
januar 2008 verður almenn móttøka
fríggjadagin 4. januar 2008 kl. 15-18
á skrivstovuni hjá SEV, Landavegur 92,
Tórshavn.
Øll eru hjartaliga vælkomin!
Vinarlig heilsan
Leivur Hansen
Stýrisformaður
Brátt komu boðini um, at
tú Jørgin ikki longur vart
millum okkum.
Bert fáar dagar framman
undan vart tú saman við
øðrum heima hjá okkum
og vitjaði, væl hýrdur,
blídligur og skemtingar
samur, sum vit so væl
kendu teg.
Orð tíni vóru væl vald,
soleiðis
eisini
hendan
dagin. Orsøkin til vitj
anina hendan dagin, var
tann, at NSÍ á fyrsta sinni
hevði vunnið meistara
heitið í tí bestu deildini.
Altíð hevur tú verið ein
trúfastur NSÍ’ari, og hevur
tín lutur ikki ligið eftir, tá
talan er um at taka tøk fyri
NSÍ. Soleiðis vart tú eitt
skifti
limur
í
bæði
starvsnevndini og fótbólts
nevndini
hjá
NSÍ,
í
fótbóltsnevndini eitt skifti
sum formaður.
Serliga nógv brendi tú
fyri ungdómsarbeiðinum
hjá NSÍ. Tíni nærmastu
valdu tí, at tey sum vildu
minnast teg og senda tær
eina
seinastu
heilsan,
kundu lata eina gávu til
ungdómsarbeiðið
hjá
NSÍ.
Vit takka hjartaliga fyri
hesa stórfingnu gávu.
Saknurin hjá tykkum
sum eftir sita er væl skilj
andi stórur, og nú á jólum
leitaðu tankar okkara til
tykkara við samkenslu.
“Tí at so elskaði Gud
heimin, at hann gav son
sín, hin einborna, til tess
at ein og hvør, sum trýr á
hann, ikki skal glatast,
men hava ævigt lív.”
Takk Jørgin
Dánial Petur Hansen
formaður í NSÍ
Til minnis um
Jørgin Johansen
Dagurin
3. januar. Enokur, sum gjørdist 365 ára gamal (Mós.,
5, 2124). Navnið merkir vígdur ella royndur.
Hervið verður gjørt kunnugt, at okkara kæri faðir,
verfaðir, abbi og langabbi
Karl Jacob Sigvardsen
frá Gjógv
andaðist á Landssjúkrahúsinum nýggjársaftan
102 ára gamal.
Farið verður úr kapellinum mikukvøldið
2. januar kl. 18.00.
Jarðarferðin verður úr Gjáar kirkju hósdagin
3. januar kl. 13.30.
Sungið verður úr sálmabókini.
Vegna familjurnar
Petur Jacob, Ásfinn og Rigmor
Tey, ið ynskja at minnast Karl Jacob, kunnu lata Gjáar kirkju
eina gávu.