mikudagur 2. januar 2008síða 20
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
vinnan
Nr. 1 - 2. januar 2008
Turrur
brunnur
eisini
týdning
-tó at ein turrur
brunnur er
negativur fyri
gongdina
William
brunnurin
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
- Verður eingin olja funn-
in, so fær tað sjálvandi
eina negativa ávirkan
segði Rúni Hansen, stjóri
í Statoil við Rás 2 nú
um dagarnar uppá fyri-
spurning, hvat hendir,
um
Williambrunnurin,
sum verður boraður í løt-
uni, verður turrur.
Hann leggur tó dent á,
at ein negativur brunnur
er
neyðturviliga
ikki
bara negativur sum so, tí
tað eru nógv jarðfrøðilig
viðurskifti oljufeløg og
myndugleikar eru áhug-
að í at síggja í eitt nú
Williambrunninum.
- Sum heild vil eg tó
siga, at ein turrur brunnur
hevur negativa ávirkan.
- Statoil er partur av
Rosebankoljukelduni
hinumegin markið, har
tríggir metingarbrunnar
vórðu boraðir fyrr í ár.
Hvørji eru útlitini her?
- Eg kann ikki siga tað
endaliga nú, men vit
hava borað ein leitibrunn
og síðani tríggjar meting-
arbrunnar, og úrslitið av
hesum er, at vit halda, at
hetta er nakað at fara víð-
ari eftir. Vit fara so at
bora nakrar metingar-
brunnar aftrat í 2008, og
tá verður so endalig
støða tikin til eina útbygg-
ing. Men vit eru komin
væl nærri hesi avgerð
eftir teir tríggjar metingar-
brunnarnar í ár enn áðr-
enn.
Úrslit av William-
boringini verður ikki
alment fyrr enn í
februar
Williambrunnurin
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Í sambandi við seinastu tíð-
indasendingina í fjør spurdi
Rás 2 stjóran hjá BP í Før-
oyum, Hjarnar Djurhuus,
hvussu hevur gingist við
Williamboringini á land-
grunninum. Hann sigur, at
BP hevur lagt lok á allar
upplýsingar, og at tað bara
eru luttakandi oljufeløgini
og Jarðfeingi, sum fáa nak-
að at vita um boringina.
Hetta er ikki óvanligt vísir
hann á, tá oljufeløg eru í
ferð við spennandi oljubor-
ingar. Tí mælir BP stjórin
øllum føroyingum at brynja
seg við toli, nú vit fara inn í
eitt nýtt ár.
BP, sum er fyristøðufelag
fyri Williamboringina, setti
borin í 22. oktober. Tað hev-
ur sum skiltst gingið hampu-
liga væl at bora tó at veðrið
til tíðir hevur tarnað bor-
ingini nakað. Men sum
skilst hevur gingið væl hes-
ar seinastu vikurnar. Tað er
oljupallurin Transocean
Rather, sum borar fyri sam-
takið, ið eisini fevnir um
Shell, Anadarko og Faroe
Petroleum. Borast skal nið-
ur á 4750 metrar. Roknað
verður við, at nakrir hundr-
að metrar av boringini er
gjøgnum harðar basaltfláir.
Herfyri upplýsti BP stjóri,
at teir hava tvey mál í brunn-
inum. Tað fyrra skuldu teir
røkka um jóltíðir, um alt
gekst sum ætlað. Tað seinni
liggur longur frammi, helst
seint í januar ella fyrst í
februar.
- Hóast vit onga olju
hava funnið enn, so er
oljuvirksemi vorðið
ein týðandi partur av
føroyskum vinnulívi
heldur Statoilstjórin
Rúni Hansen
OljutilgOngd
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Rás 2 spurdi í seinastu
tíðindasendingini fyri jól
stjóran í Statoil, Rúna Han-
sen, hvat Føroyar hava fing-
ið burtur úr at vera við í
altjóða oljuleiting øll hesi
árini?
- Oljuleiting tekur langa
tíð. Sjálv oljuleitingin við
Føroyar hevur ikki givið
tað nógva, um vit hugsa um
framleiðslu av olju. Men
taka vit hetta í øðrum høpi,
so hevur tað skapt ein stór-
an áhuga fyri oljuni, og taka
vit í dag øll tey føroysku
feløgini, sum eru við í
oljuvinnuni, so eru tey ikki
so heilt fá. Vit hava tvey før-
oysk
oljufeløg, Atlantic
Petroleum og Føroya Kolv-
etni, sum hava nærum
størstu marknaðarvirði av
føroyskum fyritøkum, Thor
í Hósvík, Justinussenmenn-
inar í Lorvík, sum eru væl á
veg inn í offshorevinnuna
við góðum skipum, vit hava
Pam Offshore, sum hevur
nógv fólk í arbeiði í norsku
oljuvinnuni, vit hava El-
Service, OilSim, sum ferð-
ast kring heim við skeiðum,
Atlantic
Airways,
sum
hevur verið sera virkið við
flogførum og tyrlum osfr.
Vit hava í dag eina rúgvu av
feløgum, sum fáa inntøkur
frá oljuni. Og so ikki at
gloyma allar teir føroyingar,
sum arbeiða í oljuvinnuni á
heimins høvum og eisini
innan leiðandi størv á landi,
tvs. bæði hjá oljufeløgum
og undirveitarum.
Nógv av hesum er íkomið
eftir ár 2000, tá fyrsta olju-
útbjóðingin gjørdist veru-
leiki sigur Rúni Hansen hjá
Statoil, ið er eitt tað mest
virkna oljufelagið á land-
grunninum. Og hann heldur
fram:
Ráðleggingarnevnd
legði upp til tað
- So oljuvinnan er í dag ein
rímuliga stór vinna í før-
oyskum høpi. Tað var eisini
hetta, sum Oljuráðlegging-
arnevndin segði í síni tíð,
nevniliga at tá vit fóru at
leita eftir olju í Føroyum,
sjálvt um vit ikki funnu
olju, so varð lagt upp til, at
man kundi fáa føroyingar
inn at arbeiða í oljuvinnuni.
Og tað má man siga hevur
eydnast í stóran mun stað-
festir Statoilstjórin.
- Oljufeløgini, sum buðu
uppá loyvi, hava alla tíðina
vitað, at tað kann vera ein
long prosess at finna oljuna,
og tí er tað einki ónáttúrligt,
at olja ikki er funnin. Tað
kunnu ganga nógv ár,
áðrenn vit síggja eina fram-
leiðslu, men duga vit at
troyta møguleikan, at tað er
áhugi fyri Føroyøkinum,
og at tað fer at koma ein
rættur hugburður, har vit
kunnu leypa uppá tann
vognin, sum eitur arbeiði
tilknýtt oljuvinnu, so er tað
avgjørt eitt annað bein at
standa á hjá føroyingum,
hóast eingin olja er funnin.
Taka vit tey føroysku olju-
feløgini við, so er oljuvinnan
í Føroyum vorðin til eina
stóra vinnu, og eitt týðandi
búskaparligt bein.
Rúni Hansen vísir á, at
tað at oljuleiting fór í gongd
gjørdi, at fleiri føroyskar
fyritøkur fóru at hugsa
meira miðvíst í oljuhøpi.
Tað er heilt givið, at vit
høvdu ikki føroysk oljufeløg
í dag, um leitingin ikki varð
sett í gongd og ljóskastarin
varð settur á hesa vinnu,
sum fleiri miðvíst fóru at
satsa uppá.
Oljuvirksemi vorðin týðandi
partur av vinnulívinum
Føroyingar mugu
brynja seg við toli
Eik hoppaði til 520
Talan var eftir øllum at døma um góð tíðindi á
marknaðinum, tá Eik á seinasta bankadegnum fyri
nýggjár kunngjørdi keypið av føroysku Kaupthing-
deildini. Alt fyri eitt byrjaði kursurin á Eik-
partabrævinum at økjast, og frá at hava verið niðri á
495 endaði seinasti marknaðardagurin við einum kursi
á 520.
Rúni Hansen, stjóri í
Statoil Exploration heldur
oljuvinnan longu vera týðandi
part av vinnulívinum
Síðani fyrireiking til oljuleiting byrjaðu fyri 10 árum síðani
hevur verið nógv avleitt virksemi