Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-02, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. januar 2008síða 21

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 1 - 2. januar 2008 21 tíðindi Statoil bjóðar øðrum við í loyvi -og fer at umhugsa luttøku í 3. útbjóðing Útbjóðing Jan Müller jan@sosialurin.fo - Eg vænti ikki, at tað fer at ávirka okkara støðu- takan til 3. útbjóðing á landgrunninum, at hon er útsett í nakrar mánaðir. Hetta sigur stjórin í Statoil, Rúni Hansen, nú útbjóðingin verður seink- að nakað. Hann sigur, at tá endaliga útbjóðingin kemur, fara tey seriøst at hyggja at økinum og fara tá endaliga at gera av, um tey skulu bjóða ella ikki. Um tað verður tveir mánaðir fyrr ella seinni heldur Statoilstjórin ikki fer at hava nakra ávirk- an. Statoil var tað oljufe- lagið, sum fekk tillutað flest loyvi í 2. útbjóðing. Nøkur teirra 100%. Her- fyri lat Statoil upp dataarúmið fyri loyvi 0011, sum liggur norðar- laga upp at markinum. Hetta er ikki óvanligt. Rúni Hansen sigur, at Statoil umhugsar at selja út av loyvinum, so tey ikki hava 100%. Fleiri feløg hava longu verið í ”datarúminum”, og so- leiðis sum skilst er møguleiki fyri, at onnur oljufeløg fara at keypa seg inn í hetta loyvið. Tal- an er um eitt loyvi, veit Sosialurin, sum táverandi norska oljufelagið Saga Petroleum fyrr hevur havt eitt sera gott eygað á. Seinni eisini Sagex og Geysir. Út frá jarðfrøði- ligu kanningunum finst her eitt sera spennandi prospekt, nevnt Durita. Hóast bæði 3. útbjóðing og dupultskattaavtala verða eitt sindur seinkað vegna valið, so rokni eg ikki við, at tað fer at skaða. Vit fara í hvussu er at halda tað vit lova sigur Bjarni Djurholm, oljumálaráðharri OljutilgOngd Jan1 Müller jan@sosialurin.fo - Vit hava sæð eitt størri fjølbroytni í føroyskari vinnu sum heild seinastu árini. Vit síggja at valuta- inntjeningin til samfelagið í størri mun kemur frá øðrum enn fiskivinnuni, sjálvt um fiskivinnnan stendur fyri tí nógv størsta partinum. Bæði innan ferðavinnuna, flutningsvinnuna og KT men ikki minst innan tæn- astur er stórur vøkstur, og her er tað ikki minst innan oljuvinnuna, at vit síggja nógva avleidda vinnu - at tað eru alt fleiri virki sum burturav ella lutvíst fáa sær inntøkur frá tí virksemi, sum er í oljuvinnuni, umframt at tú fær uppgrader- ing av arbeiðsmegini, tú fær fólk við nýggjum útbúgvingum, og harvið fær tú eisini meiri fjøl- broytni í tey, sum kunnu skapa nýggj og onnur virði í samfelagnum vísir lands- stýrismaðurin í vinnumál- um, Bjarni Djurholm á. Hann heldur tí vit kunnu siga, at vit hava notið gott av tí, sum er farið fram farnu árini í leitingini eftir kolvetni á landgrunninum. Halda orð - Nú mistu vit bæði 3. út- bjóðing og eina dupult- skattaavtalu við Bretland á stokkinum, hesi eru vorðin útsett til eftir valið. Fer tað at skapa trupulleikar? - Nú leggja vit stóran dent á at halda tað vit lova. Vit hava eina professionella umsiting í Jarðfeingi, vit hava eina dygga altjóða oljulóggávu, so tað í sær sjálvum er nakað, sum selur seg burtur í heimi, men vit leggja stóran dent á at halda tað vit hava fráboðað, og tí var tað spell, at 3. útbjóð- ingarumfar datt niðurfyri, tá avtornaði, men eg haldi ikki nakar skaði er hendur. Tað er nokk tað fyrsta málið, sum verður lagt fyri løgtingið, tá valið er av. Vit hava kanska mist nakrar mánaðir ella eitt hálvt ár, men tað trúgvi eg okkara samstarvsfelagar burturi í heimi fara at góðtaka, tí vit annars liva upp til forvæntn- ingarnar teir hava til okk- ara. Dupultskattaavtala Tá tað snýr seg um dupult- skattaavtaluna, so heldur landsstýrismaðurin ikki, at tað skapar teir stóru trupul- leikarnar. Hon skal ratifi- serast. -Sum eg skilji fer løgtingið at góðkenna hana so skjótt tað kemur saman aftur, so tað er bara spurn- ingurin um nakrar mánaðir sigur Bjarni Djurholm og leggur aftrat: - Vit leggja stóran dent á at vera ajour við tí vit arbeiða við, og at oljufeløg og onnur altíð vita, at tað vit gera altíð er gjørt á tryggum støði, og eg haldi vit kunnu rósa okkum av, at vit hava megnað ta upp- gávuna rættiliga væl seinni árini. Góð útlit - Hvussu síggja útlitini út á oljuøkinum komandi árini? - Eg haldi ikki tey eru so galin. Í sambandi við 2. út- bjóðingarumfar vísa tað seg at vera møguleikar, nú man hevur rakt við kolvetni eystan fyri markið. Er tað so, at struktururin í undir- grundini er tann sami okk- ara megin markið, so sær tað ikki so galið út. Tað fáa vit so vónandi staðfest eftir 2009, tá tað væntandi fara boringar fram í okkara øki í sambandi við 2. rundu. Samstarv við bretar Bjarni Djurholm var í apríl í Bretlandi, har hann nýtti høvi at hitta umboð fyri DTI, sum er almenna umsit- ingin, ið hevur við oljuna at gera. –Tað vísir seg, at bretskir myndugleikar eru í einum dialogi við oljufeløg- ini um, hvussu teir kunnu menna infrastrukturin fyri at fáa gassið upp úr undir- grundini vestan fyri Het- land. Tað eru ómetaliga stór- ar upphæddir her er talan um. (40 milliardir krónur, blaðm.) Vit hava biðið um samstarv við DTI, soleiðis at vit kunnu verða vegleidd- ir, um so er, at vit raka við olju ella gass í rakstrarverd- ugum nøgdum. So tað liggja nakrir stórir spurning- ar fyri framman. Stór ávirkan verður olja funnin Landsstýrismaðurin undir- strikar, at okkara samfelag er so lítið, at bara tað vit síggja av avleiddari vinnu í dag uttan, at vit hava funnið kolveltni, vísir, at tað fer at fáa stóra ávirkan tann dagin vit raka við kolvetni. -So eg haldi vit skulu síggja bjart uppá framtíðina, men hetta er ein prosess. Tað tekur tíð og hendir ikki frá degi til dags. Tá vit raka við kol- vetni ganga tað framvegis nøkur ár, áðrenn vit síggja olju ella gass tikið upp frá føroyska landgrunninum, men ávirkanin á vinnuna og ikki minst tænastuvinnuna, hon kemur næstan beinan- vegin. Williambrunnurin - Nú verður Williambrunn- urin so boraður á landgrunn- inum. Hava tit politikarar gjørt tykkum hvat, hvørja ávirkan tað kann fáa á samfelagið, um BP ger eitt veruliga stórt oljufund? - Skuldi tað hent seg, at man rakar við olju av rakstrarverdugum nøgdum, so hava vit bæði á lóggávu- síðuni og í aðrar mátar gjørt upp við okkum sjálvi, hvussu man ber seg at. Tað er so fyrst og fremst latið upp í hendurnar á teimum, sum standa fyri boringini. Her hugsi eg um tann tekn- iska partin. Men tá kemur til meira langsiktaða ávirk- an á samfelagið, hvat av pengum kemur til sam- felagið og ávirkan bæði mentanarliga og sosialt, so vita vit, at vit eisini hava havt tað uppi at venda. Men at tað er nakað vit fara at viðgera meira neyvt, tá tíðin nærkast eini fram- leiðslu. Tað er nú soleiðis, tá tú borar eftir olju, at tú antin rakar við ella ikki. So tað vil altíð vera eitt positivt yvirraskilsi, tá tað verður, men neyvan verða øll annað enn glað um so verður. Latið nú BP og hini feløgini gera seg liðug, so vit fáa eitt úrslit í februar. – Vit vilja halda tað vit lova Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í oljumálum heldur føroysku luttøkuna í oljuvinnu vera so stóra, at hon er við at gera týðandi partur av vinnulívinum Á oljubasanum í Runavík hava tey úr at gera í hesum døgum. Gøta arbeiðir við aðrari loysn Hóast Leirvíkar kommuna hevur tikið seg úr ætlanunum um at gera nýggjan umsitingarbygning í Gøtudali saman við Gøtu kommunu, so arbeiðir Gøtu kommuna nú sjálv við einari loysn á málinum. Tað sigur Útvarpið í dag. SNA hevur teknað umsitingarbygningin, og sambært teirra seinasta uppskoti, fer 1.700 fermetra stóri bygningurin at kosta 30 milliónir krónur. Toll- og Skatt skal brúka tveir triðingar av bygninginum, men leigan dekkar ikki meira enn umleið ein triðing av kostnaðinum. Ein íløga á 30 milliónir ger, at nýggja Eysturkommuna kemur upp um eina heila álíkning í 2009.