mikudagur 2. januar 2008síða 22
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
vinnan
Nr. 1 - 2. januar 2008
Atlantic Petroleum
átti ta størstu virðis
hækkingina á parta
brævamarknaðinum
í Reykjavík í fjør, og
Føroya Banki átti tað
minsta fallið
???
Árni Joensen
arni@sosialurin.fo
Atlantic Petroleum var tað
felagið, sum stóð seg nógv
best á tí íslendska virðis
brævamarknaðinum í 2007.
Virðið á partabrøvunum í
felagnum vaks heili 258
prosent, og tað var nógv
meiri enn nakað annað
felag. Á næsta plássi kom
íslendska felagið Vinnslu
stöðin hf, hvørs partabrøv
hækkaðu 89 prosent í virði,
og nummar trý var felagið
Nýherji,
sum
hækkaði
52,63 prosent.
Hini trý føroysku feløgini,
sum eru skrásett í Kauphöll
Íslands, fullu øll í virði í
fjør. Størsta fallið høvdu
partabrøvini í Eik Banka,
sum fullu 26,24 prosent,
síðani kom Atlantic Airways
við 8,49 prosentum, og
minsta fallið átti Føroya
Banki,
hvørs
partabrøv
minkaðu 3,17 prosent í
virði í fjør. Av teimum feløg
unum, sum eru skrásett á
marknaðinum í Reykjavík,
og sum minkaðu í virði í
fjør, átti Føroya Banki tað
minsta fallið.
Størsta fallið á marknað
inum hevði Flaga Group
við 67,56 prosentum, 365
hf minkaði 55,74 prosent,
og SPRON, sum bleiv skrá
sett seint á árinum, fall
51,69 prosent í virði.
Tað kenda felagið FL
Group lækkaði 42,82 pro
sent.
Hækkingar í 2007
P/F Atlantic Petroleum
257,89%
Vinnslustöðin hf
88,89%
Nýherji hf
52,63%
Atorka Group hf
46,45%
Alfesca hf
36,71%
Landsbanki Íslands
33,96%
Marel Food Systems hf
32,47%
Tryggingarmiðstöðin hf
24,67%
Teymi hf
9,80%
Hf. Eimskipafélag Íslands
6,77%
Kaupthing Bank
4,64%
Icelandair Group hf
0,54%
Century Aluminum Company
0,18%
Fall í 2007
Flaga Group hf.
67,56%
365 hf.
55,74%
SPRON hf.
51,89%
FL Group hf.
42,82%
Icelandic Group hf.
31,32%
Eik Banki P/F
26,24%
Straumur-Burðarás
13,22%
Össur hf.
12,83%
Exista hf.
12,22%
Atlantic Airways P/F
8,49%
Bakkavör Group hf.
6,40%
Glintir banki hf.
5,79%
Föroya Banki P/F
3,17%
(Kelda: Vísir)
Føroysk partabrøv hækkaðu mest
og minkaðu minst í virði
Virðisbrævamarknaðurin í Reykjavík
(Mynd: Vísir)
Tyngjandi upptøkur fella
politikara
Chua Soi Lek, heilsumálaráðharri í Malaysia, fór í dag frá, at
tyngjandi sjónbandaupptøkur við honum og eini kvinnu sóu dagsins
ljós í farnu viku. Upptøkurnar vísa hann og kvinnuna í kynsligari
samlegu, og í gjár viðgekk Chua, at tað var hann, sum var á
sjónbandaupptøkunum. 60 ára gamli Chua Soi Lek er giftur maður
og pápi at trimum børnum. Tískil hava upptøkurnar av honum í
song við fremmandu kvinnuni skakað Malaysia, sum í stóran mun
er muslimskt.
Sunda-skúlar felags nevnd
Á seinasta bygdaráðsfundi fyri jól samtykti Sunda Kommuna at seta
eina felags nevnd fyri skúlarnar í kommununi. Tað boð kommunan frá á
heimasíðu sínari. Talan er um eina nevnd, sum skal síggja til, at hvør
einstakur skúli í kommununi tekur fyrilit fyri kommunalu eindini, og
har lagt verður upp til samstarv millum skúlarnar í mest møguligan
mun. Nevndin verður sett saman av formonnunum í verandi
skúlastýrum og umsitingin í kommununi fer at hava skrivarauppgávuna
um hendi. Sunda Kommuna fer í næstum at venda sær til Eiðis
kommunu viðvíkjandi Felagsskúlanum, so hann eisini kann gerast
partur av ætlanini.