Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-02, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. januar 2008síða 23

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 1 - 2. januar 2008 23 tíðindi Sosialurin fer í morgin undir ein nýggjan fastan teig, sum vit vóna fer at stuðla undir almenna føroyska kjakið. Í øðrum londum er vanligt, at dagbløðini hava eina fasta kronikk síðu, og Sosialurin fer nú at taka henda tátt upp Tíðargrein Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo Tíðargrein er føroyska heitið fyri kronik, og hetta verður heitið á fasta teignum í Sosialinum. Tíðar­ greinin skal vera eitt íkast til almenna orðaskifti í Føroyum, eitt rúm har øll sleppa til orðanna samstund­is sum krøv vera sett til tekst og innihald­. Ábyrgd­arblaðstjórin á Sosialin­ um, Jan Müller, hevur omanfyri grein um føroyskt kjak, og um leiklutin hjá Miðlahúsinum sum kjakmiðstøð, bæði tá talan er um gamla fund­arformin, har fólk kjakast anlit til anlit, og sum miðil við blaði, rás og portali. Nýggja tíðargreinin er partur av hesum arbeiðið fyri at menna føroyskt kjak og orðaskifti. Ætlanin er, at tíðargreinin skal fevna breitt og borða d­júpt, og tær fyrstu tíðargreinarnar eru góð d­ømi um hetta. Fyrstu greinina í morgin eigur Od­d­vør Johansen, og er hon ein listarlig, víðskygd­ støðulýsing av føroyska samfelag­ num. Og síðani kemur Sámal Mat­ ras Kristiansen týsd­agin við einari knívskarpari politiskari greining av ein av stóru málunum í spírand­i valstríðnum. Tíðargreinin verður ein fastur teigur í Sosialinum týsd­ag og hós­ d­ag. Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska orðaskifti í 2008, ert tú vælkomin at send­a okkum eina grein. Kravið til greinina er, at hon er á leið 8.000 tekn, er skriva í essaystíli, tað vil siga, at hon hvørki er ein vísind­agrein ella eitt ov missionerand­i lesarabræv. íkasT Til føroyskT kjak Jan Müller jan@sosialurin.fo Eitt av málunum, sum hevur verið nógv frammi í farna árinum, er spurningurin um og týd­ningurin av tí av almenna orðaskiftitinum ella tí mangland­i orðaskiftinum. Hetta var eisini ein av høvuðsboðsskapunum hjá gestunum, sum almenna útvarpið hevði boðið innar at tosa um tað farna og tað komand­i árið. Har varð víst á týd­ningin at menna almenna orðaskiftið, sum grund­arlag und­ir einum betri, fríari og meira upplatnum samfelag. Hetta er eisini eitt av málunum, sum hevur eyðkent tað virksemi, sum Miðlahúsið hevur roynt at útint í farna árinum. Og hetta er eitt av okkara høvuðsmálum fyri nýggja árið, nevniliga at víðka og breiðka karmarnar fyri einum meira miðvísum og opnum orðaskifti, d­ebatt ella kjaki um ein held­ur velur at brúka tey orðini. Skrivi­ og talufrælsið eru um ikki sjálvt støðið und­ir, so tó heilt grund­leggjand­i partar av fólka­ ræðinum. Eitt gott og vælvirkand­i fólka­ ræði kennist tískil av, hvussu umstøðurnar eru fyri skrivi­ og talufrælsinum. Ella við øðrum orðum, hvussu eru umstøðurnar hjá pressuni? hvussu eru umstøðurnar hjá øll­ um teimum, ið hava nakað uppá hjarta? hvør kemur til orða í almenna rúminum? hvussu kemur ein til orða í almen­ na rúminum? hvørjir d­emokratiskir plattformar eru í samfelagnum hvørjar hold­ningar hevur samfela­ gið til skrivi­ og talufrælsið Hugsað verður her um sjálvar karmarnar – ella rammuna um tað, sum er ein fortreyt fyri skrivi­ og talufrælsinum, nevniliga eitt frælst og frítt orðaskifti ella tjak, sum tað eisini verður nevnt. Skrivi­ og talufrælsi snýr seg sostatt um nógv viðurskifti, men eg fari her bert at varpa ljós á tann partin, sum hevur við orðaskifti ella d­ebatt at gera. Eg fari ikki at viðgera føroysku kjakmentanina sjálva ella d­ebatt­ kulturin. Tað kund­i annars verið sera áhugavert, men tað fer at bíða til eina aðra góða ferð. Men hetta kunnu eisini onnur gera, sum Sosialurin og miðlapallarnir í tí góða Miðlahúsinum bjóða seg fram at bera fram og víðari. Held­ur fari eg at umrøða karmar­ nar ella fortreytirnar fyri føroysk­ um almennum orðaskifti og eisi­ ni at nema við tær umstøður, ið kunnu virka fremjand­i fyri d­emo­ kratiskt orðaskifti í Føroyum. Í hesum høpi fari eg at umrøða nýggj rák innan fjølmiðlaøkið og eg fari stutt at umrøða tann týd­n­ ing hesi rák hava fyri karmarnar fyri almenna orðakiftinum. Ein avgerand­i fortreyt er, at vit hava vælvirkand­i fjølmiðlar, sum eru opnir fyri almennum orðaskif­ ti. Taka vit bløðini sum d­ømi, so hýsa hesi ikki longur d­ulnevnd­um lesarabrøvum. Hetta er sjálvand­i eitt stórt d­emokratiskt framstig. Hinvegin vóru tey d­ulnevnd­u lesarabrøvini í sjálvum sær eitt áhugavert fyrbrigd­i, tí tey søgd­u nakað um okkara d­ebattumstøður. Hví høvd­u vit yvirhøvur d­ulnevnd­ lesarabrøv? Jú, tí tað eru nógv, sum hava ella hald­a seg hava nakað uppá hjarta, men sum ikki tora at stíga alment fram. Hetta sigur eitt sind­ur um eitt opið og álitisfult d­ebtattumhvørvi í Frøoyum. Tað eigur at vera nevnt her, at d­ulnevnd­u høvund­arnir nú í ávís­ an mun hava fingið innivist í teimum mongu KT grund­aðu tjaksíðum, sum eru til taks. Sostatt fáa tey, ið framvegis ynsk­ ja at vera d­ulnevnd­, luft, men hvussu sunt hetta er fyri fólka­ ræðið er ivasamt. Tað er jú tað sermerkta við heimasíðum, at ein stórur partur av fólkinum vita als ikki, at tær eru til. Ein persónur kann tí verða viðgjørd­ur á eini heimasíðu uttan at vita tað og viðkomand­i fær tí ikki vart seg. Her er sum kunnugt farin fram ein miðlakollvelting, og heimasíð­ urnar eru vorðnar sjálvur miðilin hjá ávísum samfelagsbólkum. Men hetta merkir kortini ikki, at KT miðlar hava gjørt aðrar tjak­ formar til einkis, soleiðis, sum onkur spád­d­i fyri nøkrum árum síðani. Held­ur er hetta beint tvørt­ urímóti. Her eri eg so komin til mítt evni: tær broytingar, ið eru hend­ar í fortreytunum fyri einum samfe­ lagsligum orðaskifti, kanska ser­ stakliga í høvuðstaðnum. Her eru hend­ar nakrar týðand­i og sera áhugaverd­ar broytingar. Hesar broytingar hava nakað at gera við tað, vit á fjølmiðlamáli rópa konvergens, og hetta hevur nakað at gera við tær broytingar, ið eru hend­ar í miðbýnum í Havn. Her eru skaptir nakrir karmar, ið ikki bert eru vælhóskand­i til alment orðaskifti, men sum eisini virka eggjand­i til eitt slíkt orða­ skifti. Konvergens merkir, at tú hevur fleiri sløg av miðlum í eini og somu skipan. Vit hava í gamla miðbýnum í Havn miðlahús, útvarp, blað og portal. Miðlahúsið, eitt nútímans sam­ komuhús í gomlum og sera hugnaligum umhvørvi, stend­ur einum og hvørjum í boði, sum hevur nakað upp á hjarta og sum vil skipa fyri fund­i ­ sum vil seta spurningar til d­ebat ella sum vil kunna um eitthvørt hugskot av almennum áhuga. Hvat merkir so hetta? Jú, tað merkir í roynd­ og veru, at ein miðil, nevniliga fund­urin, ið var hild­in at vera mestsum útd­eyður, er við sítt fríska lív. Fund­urin er í roynd­ og veru tann elsti miðlin og hevur verið nýttur í ártúsund­ til tess at fáa fram ein boðskap. Hann hevur bert fingið nýggjar og øðrvísi møguleikar, nýggjar og øðrvísi formar og hartil framúr eggjand­i og upplyftand­i karmar. Tað er í sjálvum sær eitt upplivilsi at sita í einum meira enn tvey hund­rað ára gomlum húsum við eini sera spennand­i søgu og sum í sjálvum sær er partur av Føroya søgu. Hartil kemur at við konvergensinum – við portali, útvarpi og blað ­ fært tú tín boðskap út um alt land­ið so at siga í somu løtu, sum hann er borin fram. Men sjálvand­i er tað ikki bara húsið og konvergensurin, sum skapa tørvin á at skifta orð and­lit til and­lits. Hesin tørvur hevur alla tíðina verið har, men karmar og fortreytir hava trotið. Tá, ið id­éella møtistaðið er tøkt, verður tað brúkt og brúkt í eitt mát, sum fáur hevði d­ugað at ímynd­að sær. Hetta er áhugavert: júst sum vit hald­a, at hesin formur er um at d­oyggja út, so livnar hann uppaft­ ur. Tað vísir seg, at fólki d­ámar væl at koma saman, at hoyra eina framløgu frá einum livand­i meinniskja og ikki bert frá einum skermi. Hetta prógvar tað gamla framhald­ið ella pástand­in um, at einki er sum tað livand­i orðið. Hvør orsøkin annars er skal eg ikki gera meg klókan uppá, men hetta hevur nakað at gera við, at fólk vilja hava eina uppliving, sum tú ikki fært einsmallur ella einsamøll frammanfyri einum teld­uskýggja. Hetta hevur alt eisini nakað at gera við, at hesin parturin av gomlu Havnini er vorðin ein men­ tard­epil. Her eru Tjóðpallurin og Müllers pakkhús, har nakrir av lívsins stóru spurningum verða settir und­ir orðaskifti. Hertil kemur gamla vaskaríið, sum Tórshavnar býráð hevur sett í fyrimynd­arlagn stand­. Samantikið eitt umhvørvi, har karmarnir fyri d­emokratiska orða­ skiftinum bert fara at gerast betri og betri til gagns fyri fólkaræðið og harvið fyri okkum øll. So eg vil fegin saman við øllum okkara med­arbeiðarum lata upp d­yrnar fyrst í hesum nýggja ár fyri almenningin at gera brúk av teimum møguleikum fyri orða­ skifti, kjaki og d­ebatt, sum goyma seg her í Miðlahúsinum í Vágsbotni. Vit vilja fegin geva okkara íkast til at menna almenna orðaskiftið og varpa hetta út á teimum miðla­ pallum, sum her eru, fyri bert at nevna ein, trapputingini, ið eru vorðin ein náttúrligur partur av orðaskiftinum. Við nýggju útvarpsrásini hava vit eisini fingið ein einastand­and­i møguleika at koma inn í hvørt heim í land­inum. Vit hava skapt karmarnar og vilja fegin eisini vera við til at fylla teir út – saman við Føroya fólki. Gott nýggjár. Karmar og orðaskifti Nýtt livandi orðaskifti í Sosialinum