mikudagur 2. januar 2008síða 24
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24 tíðindi
Nr. 1 - 2. januar 2008
Tað vóru ikki The Ususal Suspects, sum
vunnu Planet virðislønirnar 2007.
Stór broyting var í nøvnunum, sum tóku
ímóti, tá ið tær seks virðislønirnar vórðu
lætnar til galla-tiltak í Miðlahúsinum í
Vágsbotni fríggjakvøldið í farnu viku.
Hesaferð vóru tryggir vinnarar frá
undanfarnu árum – Teitur Lassen og Eivør
Pálsdóttir – tilnevnd til onkrar virðislønir,
men tað vóru onnur, sum vunnu hesaferð.
Boys In A Band hava verið tað stóra
navnið seinastu tíðina, og teir fóru eisini
við tveimum virðislønum, og Guðrið
Hansdóttir, sum var tilnevnd til tríggjar
virðislønir, vann eina av teimum. Saman
við teimum kundu Lena Anderssen, The
Ghost og Bjørk lata seg heiðrað til Planet
tiltakið.
Nógv upp á tal
Seks Planet virðislønir vóru lætnar
umframt eitt serligt Planet herðaklapp til
onkran, sum hevur gjørt eitthvørt serligt
fyri føroyskan tónleik.
Ein dómsnevnd, sum var mannað við
Niels Una Dam, Maluni Eyðunsdóttir,
Sólarn Solmunde og Jónhild Nielsen,
hevði gjørt tilnevningarnar til tær seks
virðislønirnar, og so var tað upp til fólk at
atkvøða við sms-boðum. Atkvøðurnar frá
almenninginum og atkvøðurnar frá
dómarunum vórðu síðani lagdar saman,
og vinnararnir kundu finnast.
Dómsnevndin hevur í sínum arbeiði at
gera tilnevningarnar tikið atlit til ymisk
viðurskifti, men endamálið hevur sum so
ikki verið at gera eina rættvísandi mynd
av virkseminum í føroyum tónleiki, men
heldur at vísa á tey, sum á onkran hátt
hava staðið fyri nøkrum góðum ella
spennandi.
Niels Uni Dam, formaður í
dómsnevndini, viðurkendi í sambandi við
Planet tiltakið, at tað vóru eisini fleiri góð
nøvn, sum ikki høvdu fingið nakra
tilnevning, tí pláss var heilt einfalt ikki
fyri øllum teimum, sum høvdu uppiborið
at verið tikin við.
Og tað vóru eisini tey, sum saknaðu
nøvn á tilnevningarlistanum – nøvn sum
Høgni Reistrup, Eyðun Nolsøe og Salt.
Spenningur í luftini
Fólk vóru spent til Planet tiltakið í
Miðlahúsinum – og kanska leggja
tónleikarar meira í slíkar virðislønir, enn
teir ofta latast.
Í onkrum einstøkum bólki var
favorittarnir so stórur, at tað slapst ikki
undan honum, men tá ið almenningurin
eisini sleppur at atkvøða, so kann alt
henda.
Tað var tó spenningur í luftini, tá ið
ymsu vinnararnir vórðu kunngjørdir á
pallinum – og beinleiðis á Rás 2 – og tað
vóru eisini fegnir vinnarar, sum tóku ímóti
virðislønunum.
Myndir: Álvur Haraldsen
Boys In A Band og Guðrið Hansdóttir
hava verið profilar í føroyskum
tónleiki seinasta árið, og tey kláraðu
at koppa Eivør og Teit av trúnuni, tá
ið Planet virðislønirnar vórðu lætnar
millum jóla og nýggjárs
PLANETIN fan
Eydna Skaale var frásøgufólk til Planet Awards
2007