mikudagur 2. januar 2008síða 26
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 1 - 2. januar 2008
tíðindi
Guðrið fór allan vegin
Sangarin í Boys in a Band
ið vann heiðurin sum besti
sangarin
Pætur Zachariasen er oddamaður
í bólkinum Boys In A Band, sum
hava verið ársins tónleikanavn í
Føroyum farna ári, og Pætur
dugir eisini at standa á egnum
beinum, tí hann vann Planet
virðislønina sum ársins sangar í
2007.
Sjarma, fjas og ein rúgva av
sjálvsáliti kann brúkast til nógv,
men í førinum Pæturi
Zachariassen goymir tað í ein
ávísan mun, at hetta er ein sera
góður sangari.
Boys In A Band oddamaðurin
er egin og stuttligur, og kanska
mest týdningarmikili brikkurin í
putlispælinum, ið ger Boys In A
Band til ein av Føroya bestu
bólkum nakrantið, og sambært
GBOB besta nýggja bólk í
heiminum. Pætursa orkufulli
sangur gevur ljóðmyndini hjá
Boys In A Band nakað heilt
serligt. Hann hevur eitt sera sterkt
útrykk, og vinnur nógv hjørtu, tá
hann letur munnin upp.
Arrini hjá L
- Í kvøld dansa míni arr, segði
Lena Anderssen, tá ið hon hevði
vunnið ein Planet fyri ársins bestu
tónleikaútgávu
Let Your Scars Dance.
Soleiðis kallast besta tónleikaútgávan í
Føroyum farna árið – sambært Planet
tiltakinum.
Lena Anderssen er songkvinnan aftanfyri
útgávuna, sum fekk heilt góð ummæli, tá ið
hon kom út.
Lena Anderssen tók ímóti heiðrinum fyri
best útgávuna.
- Men eg vil hava Niclas upp á pallin eisini,
tí hann eigur eisini sín heiður av hesum, segði
Lena Andersen, og maður hennara, Niclas
Johannesen var skjótur at svara: Vit eru oytt!
Og rætt er tað, tí sera dugnaligi lagasmiðjurin
og tónleikarin eigur sín lut í verkinum hjá
teirri sera dugnaligu songkvinnuni, Lenu
Anderssen.
Um útgávuna Let Your Scars Dance skrivaði
Niels Uni Dam í tilnevningini, at ”tað hoyrist
á Let Your Scars Dance, at Lena og Niclas eru
ment á nærum øllum økjum. Nógvu
konsertirnar og miðvísa arbeiða hjá fremstu
føroysku tónleikahjúnunum hoyrist aftur á
hesari frálíku útgávu, ið er nógv tað besta, ið
nakar av teimum hevur latið úr hondum. Hetta er ein
gjøgnumførd tónleikaframleiðsla: væl skrivað løg, fínir
tekstir, væl sungið, væl spælt og oman á alt, so er tað eisini
- Eg helt, at tað fór at vera Eivør, sum
fór at vinna aftur í ár, segði ein ovfarin
Guðrið Hansdóttir, sum varð vald til ársins
songkvinnu
Guðrið Hansdóttir var tilnevnd til tríggjar Planet
virðislønir, og tað eydnaðist henni at vinna eina av
teimum.
Tað var virðislønin sum Ársins songkvinna, og Guðrið
var næstan kløkk av at fáa heiðurin, sum hon hevði
roknað við, at Eivør skuldi vinna triðja árið á rað.
Men Guðrið hevur verið sera sjónlig í føroyskum
tóinleiki farna ári. Hennara fyrsta útgáva hevur verið
nógv spæld, og við nógvum framførslum hevur Guðrið av
álvara vunnið fram á tónleikapallinum.
Í tilnevningini skrivaði Niels Uni Dam, at ”Á Love Is
Dead sleppa vit endiliga at uppliva góðu lagskrivingina
og eyðkendu røddina hjá Guðrið Hansdóttir á fløgu.
Guðrið hevur á fløguni savnað ein bólk, ið gevur
løgunum hjá henni júst tað skap, ið hon imyndaði sær, at
tey skuldu hava. Fløgan er í stóran mun borðin av góðu
melodiiunum frálíku songrøddini og sorgblídni. Hetta er
beinrakin poppur, ið hevur vunnið hjørtuni á føroyingum.
Á 15 teimum bestu hevur Guðrið gingið sína sigursgongd
við fleiri løgum, og fløgan umboðar størsta gjøgnumbrot
á føroyska tónleikapallinum í ár.”
Beinta
fekk
herða
klappið
Leiðarin í Virkishúsinum í
Klaksvík, Beinta Gregersen,
fekk serliga Planet-heiðurin
2007 fyri sítt arbeiði fyri at
betra um umstøðurnar hjá
tónleikarum í Klaksvík
Tað var Jan Müller, ábyrgdarblað-
stjóri á Sosialinum, sum handaði
Beintu Gregersen heiðurin. Planet-
heiðurin er ein serligur heiður, sum
verður latin av fyrireikarunum – altso
ikki ein heiður, har fólk hava
møguleika at sms’a inn og atkvøða.
Beinta Gregersen takkaði fyri
heiðurin og segði, at hon sá fram til,
at tey aftur næsta ár fáa eina Planet
til Klaksvíkar.
- Men tað skal ikki verða til mín,
legði hon dent á. Beinta segði víðari,
at hon var fegin um, at Virkishúsið
var nevnt, eins og umsitingin og
Klaksvíkar Kommuna, tí uttan tey,
hevði hetta als ikki borið til, segði
hon.
Jan Müller segði í síni grundgeving
fyri at lata Beintu virðislønina
millum annað soleiðis:
”Í 80unum var Klaksvík ofta
umrødd, sum tónleikahøvuðsstaður
føroyinga. Men síðan hetta hava mest
Eysturoyggin og Havnin kappast um
hetta heitið. Gamaní, so er Føroya
størsta tónleikatiltak á Vágsbø hvørt
ár og fleiri stórir tónleikabólkar sóu
dagsins ljós í 90unum í Klaksvík.
Eisini í Studio Pegasus er nógvur
tónleikur komin til føroyingar. Men
sum kreativur orkudepil við nógvum
spennandi nýggjum tónleiki, hevur
Klaksvík ikki verið á fyrsta plássi
seinnu árini.
Planet herðaklappið í ár fer til eina
kvinnu, ið hevur slóðað fyri, at Klaks-
vík aftur gerst ein tílíkur kreativur
orkudepil. Eg tosi sjálvandi um
Beintu Gregersen, leiðara av Virkis-
húsinum og primus motor fyri Dáva-
virkið.
Dávavirkið er ein tann mest
imponerandi verkætlanin, ið føroyskt
tónleikalív hevur sæð. Í góðum
samstarvi við Klaksvíkar kommunu
hava Beintu og hini í Virkishúsinum
fingið 8 tipp topp venjingarhøli, við
útgerð, ið Beinta hevur fingið
sponsorar at rinda.
At tørvurin á hesum hølum var
átroðkandi vísir talið av bólkum, sum
venja í Dávavirkinum. Líka síðan
venjingarhølini lótu dyrnar upp hava
umleið 25 bólkar vant her, og talan er
um bæði ungar og royndar bólkar.
Eisini er væntandi, at nógvir av
hesum bólkum vera at síggja á
pallum kring Føroyar komandi árini,
og kanska onkur av teimum tekur
eina Planet komandi ár, hvør veit.”
Sjarma, fjas o
ein rúgva av
sjálvsáliti
Guðrið Hansdóttir gjørdist
ársins songkvinna. Her handar
Magni Arge, stjóri í Atlantsflog,
Planet-virðislønina
Jan Müller, ábyrgdarblaðstjóri
á Sosialinum, handar Beintu
Gregersen, leiðara á Virkishúsinum
í Klaksvík, serliga heiðurin, Ársins
herðaklapp