Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-02, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. januar 2008síða 27

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 1 - 2. januar 2008 27 tíðindi Tað spøkir… Spennandi elektroniski poppbólkurin The Ghost vann Planet virðislønina fyri at vera besti nýggi bólkur Teir vóru fegnir um bara at verða tilnevndir til eina Planet virðisløn. Og tá ið teir so eisini vunnu, vóru teir sera fegnir. Filip Mortensen og Urbanus Olsen hava seinasta árið av álvara fingið fast undir føturnar sum elektroniskur poppbólkur. - Vit hava roynt okkum eitt sindur fram, men tað er serliga hesa seinastu tíðina, at vit ordiliga hava funnið okkara stíl, sigur Filip Mortensen. Tónleikurin er eitt slag av elektroniskum poppi. Hann er minimalistiskur, rútmiskur og egin; ein samanseting av elektroniskum rútmum og hondspældum gittara og synthesizara. Konsertirnar hjá teimum eru sera lívligar, serliga er sangarin Filip Mortensen sum ein sekkur av loppum. Tað kundi bara verða ein vinnari av Planetini, sum verður latin til ársins tónleikanavn í føroyskum tónleiki Teir vunnu ársins nýggja tónleikanavn í fjør, teir framdu eitt tað størsta bragdið í føroyskum tónleiki, tá teir vunnu altjóða altjóða tónleikakappingina Global Battle of the Bands – og nú eru teir eisini ársins besti bólkur á Planet tiltakinum. Tað var bólkurin Boys in a Band, sum vann heiðurin sum ársins besti bólkur 2007 – og tað mundi ikki koma óvart á nakran. Boys In A Band hava nakað, sum nógvir aðrir føroyskir tónleikabólkar leita eftir. Teir kunnu fara upp á ein pall – í Føroyum ella í London – og fullkomiliga leggja áhoyrarafjøldina fyri sínar føtur við orkufullum framførslum, fangandi tónleiki og eini ósigandi sjarmu. Boys In A Band hava veruliga gjørt um seg, síðani teir vunnu Planetina sum besti nýggi bólkur fyri einum ári síðani. Teir hava spælt í Roskilde, á SPOT festivalinum til AME. Teir hava skrivað booking sáttmála uttanlands, fingið plátusáttmála í boði, og teir vunnu bæð pengar og konsertferð tol Global Battle of the Bands. Nú verður spennandi at síggja, hvussu lands Boys In A Band kunnu koma í 2008. Teir kunnu í øllum førum rokna við stuðli úr Føroyum, her fólk atkvøddu teir til ársins tónleikanavn í farna ári. Lenu vunnu væl framleitt og ljóðblandað. Fløgan ljóðar organisk og livandi, og endiliga sleppur man at uppliva dýpdina, ið løgini og røddin hjá Lenu hava á konsertum, endurskapta á fløgu.” Björk fær afturljóð úr Føroyum Íslendska Björk hevur fleiri ferðir biðið føroyingar taka fullveld. Svarið úr Føroyum var at gera hana til besta útlendska navn í 2007 Íslendska Björk er heimskendur sangari, og hon varð eisini kosin til besta útlendska bólk í Føroyum í farna ári. Eirikur Lindenskov, blaðstjóri á Sosialinum, avdúkaði, at Björk hevði vunnið á Springsteen, Kent og hinum, men hann fekk ikki handað Planet virðislønina, tí Björk var ikki til staðar. Blaðstjórin lovaði tó, at Björk skal fáa Planetina so ella so. - Kanska vit handa hann á einum trapputingi her í Miðlahúsinum í næsta mánaði - ella á kanska á einum av valfundunum, sum Rás 2 fer at skipa fyri í Sjónleikarhúsinum beint upp undir løgtingsvalið, segði Eirikur Lindenskov. og v Eingin ivi um vinnaran Poula Michelsen úr Føroya Banka handar Urbanus Olsen og Filip Mortensen úr The Ghost Planet-virðisløn sum besti nýggi bólkurin Lena Andersen og Niclas Johannesen Ársins føroyska tónleikanavn, Boys in a Band