Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-02, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. januar 2008síða 28

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 1 - 2. januar 2008 “Gott kvøld øll somul. Vit hava eitt av heimsins tryggastu samfeløgum. Vit liva í tí friðarliga partinum av heiminum, men tað er ikki nóg mikið í sjálvum sær. Eitt rótfest fólkaræði, samhaldsfesti, ein sterkur samleiki og góð ættar- og vinarbond skapa samanhang millum ættarliðini og samanhang í samfelagnum. Úrslitið er eitt trygt stað hjá børnum at vaksa upp, har kriminaliteturin er lítil, fólkið álitisvekjandi og mentanin ein berandi megi. Hetta er grundar- lagið undir tí góða samfelagnum. Tað, sum hjá okkum er grundarlagið, er fyri onnur eitt mál. Kostnaðin av at røkka hesum máli, hoyrdu vit m.a. um í farnu viku, tá andstøðuleiðarin í Pakistan, Benazir Bhutto varð myrd. Vælferðarsamfelagið, vit hava í dag, er úrslit av einum miðvís- um arbeiði. Okkara vælferð er í støðugari menning, og halda vit kós, eru vit á veg til at fáa eitt vælferðarsamfelag, ið telist millum heimsins bestu, og sum er høvuðsmálið í Visjón 2015 Sjálvsvirðing og sjálvsálit eru alneyðug, skulu vit náa málinum. Men júst hetta prógva vit ferð eftir ferð, tá vit hava víst í verki, at vit trúgva á okkara evni og tora at taka við avbjóðingum. Føroyskar fyritøkur hava víst, at tær klára seg á útlendskum marknaðum. Ungdómurin ger seg galdandi í heimselituni í fornum ítróttargreinum sum svimjing og rógving, og íborna sanggleðin hjá føroyingum vellir fram millum sangarar og tónleikabólkar, sum skara framúr í millumtjóða kappingum. Gløgga eyga gestsins hevur lagt okkara dýrabaru virði til merkis. Heimskenda tíðarritið National Geographic hevur kosið Føroyar mest serstaka ferðamál millum heimsins oyggjar. Nýggjar tíðir skapa nýggjar tørvir. Vit kunnu staðfesta, at Føroyar eru vorðnar eitt opnari og tolsamari samfelag. Kjakið um javnstøðu millum kynini er mennandi, og tey nógvu átøkini, sum hava verið frammi í seinastuni, stimbra undir javnstøðu, ikki bara í politikki, men eisini í leiðslum og nevndum hjá tí almenna og tí privata. Eg frøist um, at útlit eru fyri, at fleiri kvinnur koma á ting. Javnrættindi eiga at verða tillut- að øllum uttan mun til húðalit, lívsáskoðan ella kynsligan sam- leika. Tolsemi og fjølbroytni eru grundvøllurin undir nýskapan, og nýskapan er ein av fremstu fyritreytum fyri framburði. Vit eru ávegis at fáa eitt sam- felag, sum kann draga til sín kapital og skapandi arbeiðsmegi. Vit eru ávegis at skapa teir røttu karmarnar fyri tí góða samfelag- num. Vit eru ávegis at røkka okkara Visjón 2015. *** Føroyar standa á einum vega- móti. Vit hava tikið týdningar- mikil stig fyri at gerast sam- runnin partur av altjóða búskap- inum. Nú ræður um at halda kósina. Fjølbroytnið í vinnulívinum hevur økt um búskaparvøkst- urin. Bruttotjóðarúrtøkan, ið er meira enn tvífaldað síðani kreppuárini, er vaksin 25 prosent seinastu fýra árini. Partar av landsins vinnuligu ognum eru einskildar, og virði eru leysgivin. Vitanar- og tænastuvinnurnar eru í stórum vøkstri, og alt fleiri føroyskar fyritøkur eru nú virkn- ar víða um heim. Vit nærkast málinum at menna ein fjøltáttaðan og váðaspjaddan búskap, ið betri kann standa seg móti afturgongd og sveiggjum í fiskaprísum á altjóða marknað- um. Alivinnan er komin væl fyri seg aftur og økir munandi um okkara útflutningsvirði. Ferð er á búskapinum, og tað skapar framburð. Tað setur krøv til politikarar at finna røttu javn- vágina og taka skilagóðar avgerðir, soleiðis at búskapurin ikki gerst ov heitur. Hjá flestu familjum kennist tað tíverri ofta torført at náa allar uppgávur, og strongd kann skjótt gerast ein fólkasjúka. Ein av avbjóðingunum hjá samfelagum er tí at geva fólki møguleika at skapa javnvág millum familjulív og arbeiðslív. Hetta valskeiðið hevur verið merkt av friði á arbeiðsmarknað- inum, og fyri fyrst ferð eru sáttmálar gjørdir fyri longri tíðar- skeið. Tí harmist eg um ósemj- una millum Fiskimannafelagið og Reiðarafelagið, sum er endað í verkfalli, og sum nú leggur høvuðsvinnuna lamna. Føroyingar gera íløgur sum ongantíð áður. Tey virði, sum vit áður høvdu standandi í fíggjar- stovnum, verða nú í størri mun nýtt til íløgur. Íløgumentanin kann skapa nýggjar inntøku- keldur og fjøltáttar okkara fíggjarliga grundarstøði. Í hesum ráki eru tað mong, sum tillaga seg og gagnnýta øktu vælferðina, meðan onnur ikki vera við í hesum nýggja ráki. Tess meira er tað ábyrgdin hjá samfelagnum at taka sær av teimum, sum ikki fáa lut í ágóð- anum. Vit mugu forða fyri, at eitt nýtt stættarbýti tekur seg upp. Vit hava raðfest íløgur fyri at nútímansgera heilsuverkið og eldraøkið. Møguleikarnir fyri barnaansing eru betraðir munandi, og kommunurnar hava framt eitt megnar arbeiði, so at tørvurin á barnaansing er um at vera nøktaður. Vit hava í hesum samgongu- skeiði megnað at skapt nógv og stór vælferðarpolitisk framstig, sum sjáldan áður. Nógv hava vit nátt, og tað, vit ikki hava nátt, muga vit taka uppaftur, tí onki verk eigur at fara til spillis. Samfelagið skal ikki vera fyri tey útvaldu, men fyri øll. *** Føroyar eru við at gerast eitt vitanarsamfelag, har týdningar- mesta tilfeingið er eitt útbúgvið fólk. Fortreytin er tí ein góður fólkaskúli. Vit mugu gera íløgur í skúlar, undirvísingartilfar og í at førleika- menna lærarar. Vit mugu hava ein fólkaskúla, sum veruliga tekur støði í tí einstaka næming- inum, tí børn eru ymisk og hava ymiskar førleikar, evnir og áhuga. Vit mugu miða eftir fjøl- broytni í fólkaskúlanum, tí øll skulu hava møguleika at læra, mennast og gagnnýta síni evnir. Tá hava vit ein fólkaskúla, sum veruliga er fyri øll. Ein almennur málpolitikkur eigur at verða settur í verk. Málið er týðandi partur av okkara samleika og fyritreytin fyri at læra fremmandamál – ein kunn- leiki, sum er alneyðugur, skal ein fóta sær í altjóða samfelagnum. Vit standa framman fyri stórum avbjóðingum viðvíkjandi gransking, tí vit eru ávegis at gerast partur av granskingar- skipanini hjá ES. Slíkt altjóða samstarv opnar dyr og gevur góðar møguleikar at mennast. *** Uttanríkispolitiskt hevur farna árið verið hendingaríkt á fleiri Nýggjársrøða løgmans Jóannes Eidesgaard helt nýggjársaftan sína fjórðu og seinastu nýggjársrøðu í hesum valskeiðinum. Vit prenta røðuna Jóannes Eidesgaard, løgmaður, avmyndaður í Tinganesi nýggjársaftan