mikudagur 2. januar 2008síða 29
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 1 - 2. januar 2008
29
tíðindi
økjum. Sjáldan áður hevur tað
verið so sjónligt, at søga, uppruni
og politisk siðvenja eru avger
andi fyri, hvussu heimspartar,
lond ella landspartar loysa
avbjóðingar og trupulleikar.
Lond og heimspartar, sum
hava sína rót í vesturlendskari
mentan og fólkaræði, velja fríar
politiskar tilgongdir, samrøðuna
og demokratisk val.
Tíverri eru bæði heimspartar
og lond, har siðvenjan hvørki er
fólkaræði ella opinleiki. Á
afrikanska meginlandinum
stríðast fleiri lond við politiskar
leiðslur, hvørs ódugnaskapur
hevur leitt londini í óføri.
Í fjareystri stríðast lond sum
Teiland, Myanmar og Pakistan
við hernaðarstjórnir. Tað var tí
skelkandi at frætta, at trilvandi
royndin hjá Pakistan at finna
vegin til fólkaræði fekk eitt skot
fyri bógvin, tá ið andstøðuleið
arin Benazir Bhutto varð myrd.
Vónandi steðgar dirvisleysa
drápið ikki gongdini til fólka
ræði.
Glottar eru tó eisini í heims
politikkinum, og friðarsamráð
ingarnar millum ísraelar, palestin
ar og semingspartar geva varna
vón um, at glið kann koma á
friðargongdina í Miðeystri.
Heimsamfelagið má standa
saman um at veita hjálp, har
armóð og neyð ræður. Her eigur
okkara lutur ikki at liggja eftir.
Mítt mál hevur verið at fáa ein
væl grundaðan menningar
politikk, soleiðis at vit eru við í
menningarsamstarvi á muna
dyggum grundarlagi. Tað ger
mun, tí aftan fyri hvørja krónu er
ein mannalagna.
Føroyingar eru fúsir at veita
eina hjálpandi hond til illa stødd,
og nógv verður latið til hjálpar
felagsskapir víða um heim. Hesin
hugburður í fólki okkara er gull
verdur.
Tað er tó ikki einans fátækra
dømi og sjúka, ið hóttir heimin.
Veðurlagsbroytingar hótta heims
samfelagið, og ein tann størsta
avbjóðingin er at fáa ídnaðar
londini at minka um CO2útlátið.
Ov lítið ítøkiligt kom burturúr
veðurlagsráðstevnuni á Bali
herfyri, og tí liggur stórt arbeiði
fyri framman, skulu munagóð
úrslit fáast á altjóða veðurlags
ráðstevnuni í Keypmannahavn í
2009.
Eg harmist um, at vit ikki enn
hava víst í verki, at Føroyar taka
trupulleikarnir við veðurlags
broytingum í nóg stórum álvara.
Vit mega vera virkin í samband
við ráðstevnuna í Keypmanna
havn, soleiðis at vit frá byrjan
kunnu taka neyðugu tøkini og
binda okkum til altjóða ásetingar.
Menningin av landi okkara er
tengd at luttøku í altjóða sam
størvum. Nýbrot eru hend á uttan
ríkisøkinum, og vit eru vorðin
meira virkin í heimssamfelag
num. Sendistova er latin upp í
Reykjavík, nýggj og betri høli
eru fingin til vega í Brússel, og
Føroyar hava fingið atlimaskap í
matvøru og fiskivinnufelags
skapinum hjá ST, FAO. Møgu
leikar eru nú skaptir fyri, at
Føroyar verða partur í ES gransk
ingarsamstarvinum. Alt mál, ið
Visjón 2015 fevnir um.
Vælferðarsamfelagið eigur ikki
einans at byggja á tímiliga væl
ferð. Andalig vælferð og trúarlív
eru grundarsteinar undir sam
leika okkara, sum skapar
samábyrgd og samkenslu við
medborgarar nær og fjar. Tað er
soleiðis, vit byggja land og bera
dýrabara arvin víðari. Tað var ein
stórhending, tá vit ólavsøkumorg
un í ár fyri fyrstu ferð fóru til
gudstænastu í einari føroyskari
kirkju, somuleiðis tá ið fyrstu
bispur í føroysku kirkjuni varð
tilnevndur. Yvirtøka av okkara
aldargamla mentanarbera tænir
politisku skipanini til miklan
sóma.
Nøkur okkara, sum vóru við
til at byggja hetta land, eru ikki
ímillum okkum longur. Harrin
styrki tykkum, sum mistu, og
gevi øllum áræði at halda fram í
nýggja árinum.
Latum okkum sum tjóð standa
saman, og hvør gera sítt til, at
Føroyar gerast eitt av heimsins
fremstu londum. Vit hava flutt
landið longur fram á leið sein
astu árini. Vit hava grundstøði í tí
trygga samfelagnum og framíhjá
rættin at skapa tað góða sam
felagið fyri øll – tað samfelag,
okkara børn skulu arva.
Guð signi Føroyar, okkara
land.
Gott nýggjár!”