Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-02, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. januar 2008síða 30

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 1 - 2. januar 2008 tíðindi - Nýggjársrøða løgmans gjørdist sum væntað eitt høvi hjá løgmanni at seta farna árið og sína løgmanstíð í eitt bjartari politiskt ljós, sigur Høgni Hoydal, sum mælir Kringvarpinum til at sleppa nýggjársrøðu løgmans, tá val er í hondum Nýggjársrøða Heini í Skorini heini@sosialurin.fo Atgongdin til altjóða sam­ felagið. Útlendingamálið. Vaksandi stættarmunur. Og vantandi búskaparstýring. Hetta eru økini, sum and­ støðuleiðarin Høgni Hoydal eftirlýsir í nýggjársrøðu løg­ mans, sum er prentað aðra­ staðni í blaðnum. ­ Nýggjársrøða løgmans var burturav afturlítandi og ásannaði vantandi politisk mál. Trupulleikarnir og tær veruligu avbjóðingarnar, ið skulu loysast í nýggja ári­ num og teimum komandi, vóru mestsum heilt burtur, metir Høgni Hoydal. Formaðurin í Tjóðveldi metir, at tey framstig, sum eru farin fram í 2007, ikki eru farin fram orsakað av landsins politisku leiðslu, men heldur hóast eina ABC­samgongu uttan nøkt­ andi politisk mál. ­ Løgmaður nevndi eitt nú minnilutaverju og tol­ semi, umhvørvismál, lut­ tøku í altjóða samstarvi, samleika og almennan mál­ politikk. Men her kunnu vit bert sum tjóðveldisfólk staðfesta, at øll politisk stig á hesum økjum eru reist av tjóðveldisfólki, meðan vant­ andi mál og politiskar forð­ ingar hava ligið millum ABC­flokkarnar, sigur Høgni Hoydal. Sleppið løgmans­ røðuni! Eitt er innihaldið. Annað er tíðarskeiðið, sum orsakað av valdegnum tann 19. jan­ uar eftir andstøðuleiðarans tykki gerst partur av einum valstríði. ­ Kringvarpið átti orsakað av hesi støðuni at slept nýggjársrøðu løgmans, tí røðan gerst orsakað av val­ degnum um tríggjar vikur eitt høvi hjá løgmanni at seta farna árið og sína løg­ manstíð í eitt bjartari polit­ iskt ljós nú undan løgtings­ valinum, metir Høgni Hoy­ dal. Skattalættin Høgni Hoydal fegnast um, at løgmaður nevndi “tann nýggja stættarmunin”, sum hann málber seg. Og sjálvur nevnir hann skattalætta sam­ gongunnar sum størstu hótt­ anina móti nýggja stætta­ býtinum. ­ Her mugu vit sum tjóð­ veldisfólk fegnast um, at løgmaður nú ásannar tann skeiva politikkin, samgong­ an hevur rikið við heilt óneyðugum skattalættum, sum hava skapt sera stóran ójavna millum fólk og skeiklað búskapin avger­ andi, sigur Høgni Hoydal at enda. Formaður Fólkaflok- sins tekur frástøðu frá tosinum um eitt nýtt stættarbýti, sum løgmaður var inni á í nýggjársrøðuni Nýggjársrøða Heini í Skorini heini@sosialurin.fo “... í hesum ráki eru tað mong, sum tillaga seg og gagnnýta øktu vælferðina, meðan onnur ikki vera við í hesum nýggja ráki. Tess meira er tað ábyrgdin hjá samfelagnum at taka sær av teimum, sum ikki fáa lut í ágóðanum. Vit mugu forða fyri, at eitt nýtt stættarbýti tekur seg upp”. Soleiðis tók løgmaður til í nýggjársrøðu sínari. Men formaður Fólkafloksins er ikki samdur í, at eitt nýtt stættarbýti er ein átrokandi politisk avbjóðing. Jóannes Eidesgaard fekk annars toyggið frá arbeiðarafeløg­ unum, tá hann í 2005 segði, at stættarstríðið var av. ­ Grundleggjandi er tað skeivt yvirhøvur at tosa um eitt stættarbýti í Føroyum. Løgmaður hevur áður avblást stættarstríðið, og um útsøgn løgmans um eitt nýtt stættarbýti er ein roynd at blása nýtt lív inn í tann problematikkin, so má eg taka frástøðu frá tí. Tað sigur formaður Fólkaflok­ sins, Jørgen Niclasen. Hann undirstrikar, at tað sjálvandi er ábyrgdin hjá einum og hvørjum politikara at syrgja fyri, at allir borg­ arar hava somu møguleikar, men haðani og til at tosa um eitt nýtt stættarbýti í Føroyum er ov nógv fyri fólkafloksformannin. ­ Munurin á lágløntum og hágløntum í Føroyum kann als ikki lýsast sum ein stættarmunur í orðsins sanna týdningi. Serliga ikki, um vit hyggja út um landoddarnar og síggja, hvat eitt stættarstríð veru­ liga er fyri nakað, sigur Jørgen Niclasen. Samráðingar um Kyoto Løgmaður segði seg eisini “harmast um, at vit ikki enn hava víst í verki, at Føroyar taka trupulleikarnar við veðurlagsbroytingum í nóg stórum álvara”. Tá Kyoto­ sáttmálin var til viðgerðar í tinginum, var Fólkaflokk­ urin ikki sinnaður at gerast partur av Kyoto­samstarv­ inum undir verandi treytum. Viðvíkjandi útsagnum løg­ mans um ábyrgd Føroya á økinum tvíheldur Jørgen Niclasen um, at vit mugu samráðast, áðrenn vit binda okkum til nakra avtalu. ­ Eg taki undir við løg­ manni í, at vit skulu fyri­ reika okkum til stóru um­ hvørvisráðstevnuna í Keyp­ mannahavn í 2009, men einfalda kravið um at sleppa at samráðast, áðrenn vit binda okkum til nakað, halda vit fast um, sigur Jørg­ en Niclasen. Góð røða Annars heldur Jørgen Nicla­ sen, at talan var um eina góða løgmansrøðu, sum tal­ aði breitt til allar føroyingar um yvirornaðu samfelags­ gongdina. Og hann heldur ikki, at løgmaður førdi val­ stríð, sum ført verður fram aðrastaðni á síðuni. ­ Talan var um eina laga­ liga og “dekkandi” røðu, sum sømir seg eini løgmans­ røðu, endar Jørgen Nicla­ sen. Kringvarpið átti at slept nýggjársrøðu løgmans Nýtt lív í gamalt stríð? - Grundleggjandi er tað skeivt yvirhøvur at tosa um eitt stættarstríð í Føroyum. Løgmaður hevur áður avblást stættarstríðið, og um útsøgn løgmans um eitt nýtt stættarbýti er ein roynd at blása nýtt lív í tann problematikkin, so taki eg frástøðu frá tí, sigur formaður Fólkafloksins, Jørgen Niclasen - Kringvarpið átti at slept nýggjársrøðu løgmans, tí røðan gerst orsakað av valdegnum um tríggjar vikur eitt høvi hjá løgmanni at seta farna árið og sína løgmanstíð í eitt bjartari politiskt ljós, metir Høgni Hoydal, andstøðuleiðari