Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-02, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. januar 2008síða 31

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 1 • 02. januar 2008 MIÐvIkaN 31 í undirklassanum, og var hetta eisini tí, eg var so ungur. Men hetta var ein skipan, sum eg fekk andstygd fyri. Tað var greitt, at mannamunur varð gjørdur. Teir bestu fiskimenn­ inir fingu besta agnið. Sum til dømis tá ritur vóru skotnar til agn, fingu teir sum fiskaðu mest bestu rituna. Hetta økti so enn meira um munin. Hetta gjørdi eisini, at menn brúktu seg illa móti hvørjum øðrum, tá ikki alt gekk eftir vild. Hetta stakk tó ikki so djúpt og var gloymt aftaná. Hildið var tal á veidda fiskinum við at skera lippurnar av toskinum og koyra tær í ein lippukassa við tveimum rúmum. Eitt rúm fyri dagveiðuna og eitt annað fyri vikuveiðuna. Menninir taldu sjálvir lippurnar upp hvønn dag, men eina ferð um vikuna var tann almenna upptelj­ ingin undir umsjón av bestamann­ inum. Hesi tølini vóru førd til protokol og vóru grundarlagið fyri endaligu avrokningina av túrinum. Bestu fiskimenn ringast tilfriðs Eg varnaðist tá ein vanligan menn­ iskjansligan eginleika. Ein skuldi trú, at teir góðu fiskimenninir vóru teir, sum vóru mest tilfriðs. Teir fingu jú størstu inntøkuna, og vóru eisini teir, sum vóru hægst í tign umborð. Men soleiðis var tað ikki. Teir sum fingu mest hildu altíð, at teir fingu ov lítið og kundu fingið meira. Tað var eitt orð brúkt um hesar, og tað var, at teir vóru fíligranar. Tað hendi ofta, at tað var stilli og streymloysi. Tá var ofta einki at fáa. Hóast tað skuldi standast við snørini. Kortini loyvdu teir góðu fiskimennirnir sær at taka sær av løttum. Teir, sum stóðu við snørið, komu ofta í trol, sum tað var sagt. Hetta merkti, at snørini fløktust saman. Tað kundi tá kennast sum kenn. Hetta var ikki væl dámt av teimum, sum alla tíðina stóðu við snørini. Tá skipið aftur fór á rák, tørn­ aðu hesir menninir, sum høvdu tikið sær av løttum til, og vóru teir betri fyri enn teir, sum høvdu spílkað seg út alla tíðina. Arbeiðsdagurin var langur og strævin, hvørt veiðan var góð ella ring. Tað var einki við at geva upp, fyrr enn skiparin hevði givið boðini: Snørini inn! Tá vóru vanliga farnir 14­16 tímar uttan annan støðg enn føstu skaffitíðirnar og stuttar kaffipausir. Tá veiðan var reinsað, var tað vanligt, at onkur av manningini gjørdi heitan mat til náttarkaffið. Hetta var óført fyri at kunna gloyma sína møði, áðrenn tað var farið í koyggjuna, tá menn fingu frívakt. Harðlig útpurring Einar 5­6 tímar seinni varð bondskliga rópt útpurring inn í koyggjuna. Soleiðis kendist tað at verða skryktur úr einum alt ov stuttum svøvni. Tað gekk eftir tørni at purra út. Tríggjar dagar um vikuna var tað mín túrur at purra út. Tað var ringt at fáa lív í fleiri av monnunum. Tað vóru eg og Alfred, sum høvdu hetta arbeiðið alt eftir, um vit høvdu frívakt, tá farið var at reinsa fiskin. Í hesum førinum varð eg purr­ aður út, tá liðugt varð at reinsa. Hetta var ein óblíð viðferð at fáa eftir bert 2­3 tímar undir heitu dýnuni. Men var nógvur fiskur gav hetta longri frívakt hjá mær og styttri hjá hinum. Eg stúrdi fyri at vekja menninar. Men frammanundan hevði eg bryggjað ein ketil av heitum kaffi, so teir rættuliga kundi vakna at byrja ein langan arbeiðsdag. Hart lív Eg skal her nevna nakað av tí fiskimenn hava at stríðast við. Eitt var andsperri, eitt annað var sinadráttur. Hetta seinasta hendi ofta, tá ið menn tørnaðu út. Hetta kundi vera so pínufult, at menn róptu av pínu. Beinini toldu ikki hetta at standa so leingi. Andsperrin var í ørmunum, og hetta var eisini sera ringt. Afturat hesum kom, at menn fingu ofta ringan rygg, og hetta fekst undir reinsingini. Tað vóru serliga flekjararnir, sum vóru útsettir. Teir flaktu tá niðri á dekkinum, og máttu standa við boygdum ryggi. Tað vóru tó skip, sum vóru byrjað at fáa sær flekiborð, men hetta varð roknað sum luksus, og tað vóru nógvir fiskimenn sum at byrja við ikki vildu vita av flekiborði. Og so var tað eisini bróstsviðin. Tá ið hann var ringastur máttu vit nýta natron, og hetta hjálpti eisini væl. Ein onnur plága var eisini sjófittur. Hetta var útslett við handaliðin. Men eini ráð fyri hetta var kopararmbond. Irringin av koparinum kundi halda sjófittunum niðri. Einfaldur kostur Kosturin var eisini sín orsøk til bróstsviðan. Matarskráin var heldur ikki ov fjølbroytt. Hon var viku eftir viku henda: Morgunmatur kl. 7: Te við sukur og mjólk í. Skipskeks við margarin. Døgurði kl. 12: Mánadag, mikudag og fríggjadag fingu vit amerikanskt bisonsaltkjøt til døgurða saman við gulum ertrum, sinnop og eplum. Hetta var feitur matur, sum illa sodnaðist. Týsdag, hósdag og leygardag var matarskráin: Kókaður fiskur, epli, smelt og súpan omaná. Seinnapartkaffi var kl. 15 við somu matarskrá sum morgunmatin. Nátturði: Sama matarskrá sum til morgunmatin. Sunnudagsdøgurðin var knettir við tálg og við budingi oman á. Sigast kann, at kokkurin slapp lættliga frá matgerðini, og tað var heldur ikki altíð, at døgurðin kom til tíðina. Tað kundi vera svangligt at arbeiða so nógvar tímar áðrenn døgurða við so soltnum morgunmati. Tað var ikki bakað breyð heldur. Mjøl var slett ikki við í provianteringini, og hetta var ein stórur saknur í 15 vikur. Tað skal sigast, at kokkurin fiskaði eisini. Hann fekk eina samsýning fyri at kokkast, men afturat hesum fekk hann fyri fiskarnar, hann dró. Tá nógv var at fáa merkti hetta eisini, at minni varð gjørt við kokkingina. Landa í Føroyum ella Íslandi Eftir at hava fiskað í sjey vikur var lastin full. Nú var spurningurin, um lastin skuldi seljast í Føroyum ella í Íslandi. Teir eldru vildu sleppa heim, men teir ungu høvdu líka góðan hug at sleppa á Seyðisfjørðin við fiskinum, og soleiðis varð tað. Tað var lítil vindur, og tað tók okkum 12 tímar at sigla til fjarðar­ munnan. Tá gjørdist stilli. Her mátti báturin setast út at sleipa skipið inn, og átta mans róðu uppá skift, men tað gekk ongan veg. Men tá kom ein íslendsk trilla, maskinbátur, og sleipaði okkum restina av teininum. Poul Martin Anthoniussen, beiggi Harald, var kendur bátasmiður Her er 92 ára gamla Mia, systir Harald, komin í 101 ára føðingardag hjá systkinabarninum Andrias í Tarti tann 1. desember