mikudagur 2. januar 2008síða 32
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
MIÐvIkan
32
nr. 1 • 02. januar 2008
Her var stórsligið at koma inn,
men merkiligt nærum einki orð at
skilja.
Vit landaðu sjálvir og hava sæð
nakað rokasligir út. Konur gingu
framvið og hugdu, og teimum tyktu
synd í hesum neyðars dronginum,
og tað var meg, tær meintu við.
Longu kvøldið eftir var klárt
at fara avstað aftur. Tíð var til
onkran lítlan túr í landi, har
vit kundu keypa okkurt hissini.
Jústines býtti til manningina tað,
sum fekst við søluna av nøkrum
tunnum av toskalivur. Hetta rakk
til tvey gløs av sultutoy, eina dós
livurpostej, ein lítlan ost og eitt
sindur av góðgæti. Hinir keyptu
nakað tað sama, og hetta deildu
vit við hvønn annan, tá ið vit fóru
út aftur. Hetta rakk í 14 dagar. So
var slutt við hesum forkunnuga
kosttilskoti. Vit saknaðu tað nógv.
Sjúkir av longsli
Vit byrjaðu nýggja túrin við
góðum fiskiskapi. Men summir
høvdu mist hugin at byrja aftur.
Tað var longsulin, sum gjørdi um
seg. Hetta var ein rættilig sjúka.
Víst høvdu teir frætt heimani frá
inni á Seyðisfjørðinum, men hetta
gjørdi ikki longsulin minni. Ein
maður umborð hjá okkum longdist
so illa, at skiparin mátti skaffa
honum fart heim við eini slupp
sum skuldi heim. Maðurin var tá
mestsum lagstur í koyggjuna.
Tá komið var út til endan av
august, nærkaðist tíðin at fara
heim. Veðrið ilskaðist, og tá var
farið inn á Skála við Langanes at
fáa vatn og ís. Hetta var eitt kent
útróðrarpláss hjá føroyingum.
Her bar ikki til at leggja at,
so alt varð flutt við báti, vatnið
í tunnum og ísurin í sekkjum.
Posturin kom eisini higar. Hann
var ofta mánaðir gamal. Brøvini
vóru til giftu menninar og so eini
tvey brøv til forlovaðar dreingir.
Eitt bræv var eisini til mannin,
sum var farin heim. Nøkur gomul
bløð komu eisini, men tey vóru tó
nýggj fyri okkum, sum ikki høvdu
sæð eitt blað í 11-12 vikur.
Her var nú savnaður ein heilur
floti av skipum, sum komu inn at
kroka. Øll høvdu okkurt at gera á
Skála, summi tó bert eftir posti.
Eftir tveimum døgum minkaði
vindurin, og nú skundaðu øll
skipini sær út aftur á Nesgrunnin.
Nú var gott lag. Fiskaríið var gott,
og so høvdu vit keypt eitt lamb
frá einum bónda, og vit flettu
umborð. Goldið var við umbýti av
teimum vørum, vit høvdu umborð,
eisini snús. Bæði bóndin og
konan hansara snúsaðu.
I september gjørdist dagarnir
styttri og styttri, og samstundis
tíðin tað kundi standast við
snøri. Hetta var bert gjørt í ljósi.
Tað skuldi givið longri frívakt,
men veiðan var so stór, at tað
tók langa tíð at reinsa. Men nú
vóru umstøðurnar verri til tess.
Fyrr um summarið var ljóst alt
samdøgrið. Nú var veðrið verri,
og tað var eisini myrkt. Arbeiðs-
ljósið var flagermúslyktir, sum
brendu petroleum, og hesar lýstu
ikki nógv upp. Menn vóru ofta
so móðir, at tað hendi, at teir
sovnaðu, sum teir stóðu, undir
reinsingini av fiskinum.
Endin var so, at saltið varð
uppbrúkt og lastin var full.
Skomm at brúka
luktilsisápu
Reinførið umborð var so sum
so, vatnið skuldi sparast. Men
sunnudag fingu menn kortini
vatn, so teir kundu raka sær.
Alt hetta førdi til lús umborð.
Hetta var sum í dag ikki nakað,
sum tosað varð um, men vit
høvdu lúsafræ, so lýsnar vórðu
fyribeindar í øllum góðum.
Heimani frá høvdu vit eisini
sápu. Mamma hevði pakkað mær
luktilsissápu, og hesum varð eg
argaður við. Rættir menn nyttu
ikki konufólkasápu. Slíkir menn
kundu ikki fáa fisk. Teir hildu seg
til Sunlight!
Aftur feskan mat
So er tað aftur maturin í septemb-
er. Eg havi nevnt, hvussu gott
tað var at fáa feskt lambakjøt
til døgurða. Kjøtdagarnar, tá vit
annars fingu saltkjøt, fingu vit nú
fekst kjøt mánadag. Blóðpylsu
fingu vit mikudag, og fríggjadag
fingu vit amerikanska saltkjøtið.
Justines hevði eisini keypt tríggj-
ar tunnur av íslendskum lambs-
kjøti, og hetta smakkaði betri enn
tað amerikanska.
Men so byrjaði kjøtið at ganga
undan, men lagið var kortini
gott, tí nú sluppu vit skjótt heim.
Síðsta sunnudagin fingu vit
blikkamat til døgurða. Hetta var
amerikanskt konserves, og hetta
gjørdist dagligur kostur. Men
okkum dámdi tað, hóast tað hevði
allan møguligan tilsetning. Tað
varð nógv tosað um, hvat ið kundi
vera í hesum blikkdósum. Við
okkum var ein skemtiligur dani,
Lundsbjerg, sum var búsettur í
Fuglafirði. Hann skemtaði við,
at tað vóru hakkaðir indianarar í
dósunum.
Fisk fingu vit framvegis ásettu
dagarnar. Hetta var vanliga
toskur. Men nú góvu vit ilt av
okkum, tá kokkurin tvær vikur úti
í eitt kókaði upsa, sum okkum
ikki dámdi nakað serliga væl.
Men skiparin hevði givið boð um,
at toskur skuldi ikki etast. Hann
var so stórur og tískil virðismikil.
Seinni fingu vit meira av smáfiski,
toski. Og tá sluppu vit undan
upsanum til døgurða. Tað besta
var tó at fáa steiktar kjálkar.
Hetjurnar
Tað var nógv tosað umborð. Tær
veruligu hetjurnar í okkara verð
vóru tey skip og teir skiparar,
sum veruliga fiskaðu væl. Tað
var eisini sagt, at hesi høvdu
besta og mest útvalda fólkið.
Tað ljóðaði eisini, at teir bestu
skipararnir høvdu eina serliga
nøs fyri, hvar fiskur var at fáa.
Tað vóru nógvar søgur og nógv
reyp um hesar rokarar, og ofta
var nakað væl lagt afturat. Ein
sportur hjá fiskimonnum var
eisini at kenna nøvnini á so
nógvum sum gjørligt av teimum
150 skipunum, sum royndu undir
Íslandi.
Endiliga heim
Nú varð tosað um, nær vit mundu
fara at sigla heim. Nógv var tosað
um javndøgursstormarnar seinast
í september, sum fiskimenn
ræddust. Men teimum sluppu vit
undan. Tann 27. september fóru
vit at sigla heim í fylgi við fýra
øðrum skipum. Øll flaggaðu til
avskeð, og vit sóu Ísland hvørva í
havsbrúnni í einum heglingsæli,
og tá vit sóu Føroyar, var eisini
kavi í fjøllunum.
Skipið fór til Keypmannahavnar
at landa lastina. Síðan fór tað
til Svøríki, har tað fekk motor
ísettan.
Avrokningin fyri túrin var kr.
250 aftaná frádrátt fyri kr. 100 í
útgerð. Eg var blivin ríkur maður!
Harald fór fyrsta túrin við Silver Lining við Justines Eidesgaard sum skipara
Komandi partur
Í komandi parti greiðir Harald frá grønlandsferð í 1929 við
Silver Lining. I seinastu pørtunum greiðir hann frá, tá teir
gingu burtur við Arizonu í 1932 í sama illverðrinum, sum
beindi fyri Lauru og Immanuel. Henda frásøgnin er sera
áhugaverd, tí hon lýsir sera gjølla eina bjargingartilgongd.
Mynstrað varð í handlinum hjá Jóan Paula, tá ið menn fóru burtur. Hann er
niðara húsið, sum stendur oman og niðan inni móti bygdini. Hann búði í ovaru
húsunum.