mikudagur 2. januar 2008síða 33
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
33
[ Nr. 1 - 2. januar 2008 ]
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
Ikki óvæntað gjørdist
svimjarin úr Vági, Pál
Joensen ársins ítrótt
arnavn 2007. – Pál
hevur veruliga kemp
að og slitist fyri svimji
ítróttina í ár og vant
miðvíst. Ikki kann
sigast annað enn, at
úrslitini tala fyri seg,
sigur Jón Bjarnason,
venjarin hjá Páli
SVIMJING
Niels Petersen
niels@sosialurin.fo
Pál varð við 2.267 stigum
valdur til ársins ítróttarnavn,
næstur honum var rógvarin
úr Havn, Katrin Olsen, sum
fekk 1.566 stig, meðan Els
pa Mørkøre úr Gøtu fekk 3.
flest, 1.164 stig.
Størsta hending
á árinum
Størsta ítróttarhending í ár
mundi ivaleyst vera fyrst í
desember, tá Norðurlendsku
Unglinga
Meistaraheits
kappingingin í svimjing
(NJM) varð hildin í Havn.
Tá slóg Pál veruliga sítt
navn fast í svimjiheimin, tá
hann framdi tað bragd, at
vinna allar sínar kappingar
og tað við lít. Á longu tein
unum hevur Pál verið eina
ráðandi í norðurlendskum
høpi, men at hann eisini
megnaði at vera bestur á lut
falsliga stutta teininum, 200
metur frí, er bert tekin um
hvussu óhugnaliga sterkur
svimjari, blaðungi vágbing
urin er.
Langteinari burturav
Áðrenn
kappingina
var
væntað, at Páli fór at gang
ast væl á teimum longu tein
unum, og at Kára, fór at
eydnast eitt bronsu ella silv
ur. At endanum fingu vit í
posa og sekk. Longu í aðru
kapping í gjáramorgunin
megnaði Kári J. á Høvdan
um at rangera gamla heið
ursmerkjametið, ið Elspa
Mørkøre átti áðrenn. Hetta
var at vinna eitt silvur heið
ursmerki í NJM høpi. Men
her steðgaðu okkara ikki.
Tí vit hava jú Pál.
Pál leyp í hylin í fjórðu
kapping, og restin er søga.
Hann knúskaði alt til, ið
honum var fyri og vann
nokk tað greiðasta gullmerk
ið, ið er vunnið í hesum
høpi. Heili 32 sekundir og
tvær longdir fremri enn hin
ir svimjararnar. Ein makt
uppvísing av proportión
um.
Støðug menning
Pál Joensen svimur dagligt
við Suðuroyar Svimjifelag,
og har sæst veruliga, hvat
ein samanlegging kann við
føra. Har hava teir valt at
leggja Tvøroyrar og Vágs
Svimjifeløg saman í eitt
felag, og menningin má sig
ast at vera eyðsýnd.
Ikki er tað heldur serliga
undarligt, at menning betur
letur seg gera, tá hópurin er
breiður, tí ein kann kalla
tað fyri eina pyramidu
effekt. Breiðri botnurin er,
tess hægri røkkur toppurin/
elitan. Hetta er sannroynd,
ið ikki er at vika.
Pál hevur veruliga eksplo
dera sína menning hetta
seinasta árið, og stuttligt er
at síggja, hvussu væl tað
kann eydnast, tá fólk, feløg
og hugsjónir taka tøk saman
og í felag.
Enn ein fjøður
í hattin
Hetta, at Pál hevur fingið
heiðurin, at verða kosin árs
ins ítróttarnavn er sjálvandi
nakað serligt. – Eg eri
ómetaliga glaður fyri víst
álit og heiður, og vónandi
fer tað at vera við til at hjál
pa mær í mínum ætlanum
framyvir, sigur Pál og legg
ur afturat, at hann hevur
fingið fleiri tilboð um spon
soravtalur, og uttan iva, hev
ur nýkosna heitið hjálpt um
tað.
Pál skal til fleiri venjingar
uttanlanda í nærmastu fram
tíð, og hetta tí at ongin lang
bani er í Føroyum. Hetta
krevur sjálvsagt eina rúgva
av pengum, tí tað kostar
nógv at ferðast aftur og
fram í heilum.
Venjingarferðir
fyri framman
Í næstum skal Pál til fleiri
venjingarlegur í Íslandi og
aðrastaðni, har hann skal
royna seg í langbanahyljum,
til tess at standa seg betur í
komandi
stórkappingum.
Pál skal saman við sam
starvsfelagnum í Danmark,
Aalborg Svømmeklub, á
venjingarlegur, til tess at
fáa neyðugu royndirnar.
Allar hesar venjingarnar
eru alneyðugar, tí um mán
aðarskiftið, juliaugust, skal
Pál Joensen luttaka í Euro
peisku Junior Meistaraheits
kappingini, ið verður hildin
í Serbia.
Tað er sera umráðandi
at fáa neyðugu nøgdina av
venjingum í langbana, tí
kappingin er hørð, og tað er
erguligt, um tað skuldi mis
eydnast, orsakað av ov lítl
ari venjing, sigur Jón Bjar
nason, venjarin hjá Páli.
Umráðandi kapping
EJM í Serbia um mánaðar
skiftið, juliaugust, verður
ein
sera
týdningarmikil
kapping fyri Pál, og hann
venur miðvíst fram móti
hesu kapping.
Vert er at leggja til merk
is, at um man hyggur eftir,
hvør vann í kappingunum í
EJM í síðsta ár, so eru tað
tann sama elitan, ið er á
absolutta toppinum í EM,
og eru í stórari kapping, um
at náa OL, so tað er eitt
rættuliga høgt støði, ið kapp
ast verður á, og tessvegna
enn meira umráðandi, at
man er eyka uppsettur, og
væl trenaður til umstøður
nar.
Nú er bert eftir at vóna, at
Pál fær væntaða stuðulin,
so at hann kann fáa nøktandi
venjingina, og vinna Føroy
um enn størri heiður, æru,
og møguliga eisini heiðurs
merkir. Sjálvandi hevði alt
hetta verið nógv lættari, um
bert Føroyar høvdu ein lang
bana hyl. Hann man neyvan
kosta meira enn ein fótbólts
vøllur.
Pál vann á øllum
Nýggja stjørnan í føroyska svimjiheiminum, Pál Joensen, úr Vági