Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-02, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. januar 2008síða 34

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 [ Nr. 1 - 2. januar 2008 ] Rúni Weihe til ÍF ÍF-flogbóltur fær mun­an­di styrk, n­ú Rún­i Weihe kemur aftur til Fuglafjarð- ar Flogbóltur Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Hetta boðar ÍF frá á heimasíðu felagsins. Rúni Weihe hevur sein­ astu fýra árini verið ein av profilunum hjá nors­ ka BK Tromsø, men skiftir nú tilveruna í tí norska út við flogbólt í Fuglafirði. Har hevur Rúni Weihe spælt áður, tá hann í 2002­2003 var við at við greipuna við ÍF. ÍF vónar við hesum, at tey fara at megna at endurtaka bragdið. HB leingir við Poul og Pætur Nýggjársaftan skrivaði HB nýggjan sáttmála við Pætur Dam Jørgen­ sen og Poul Thomas Dam. Báðir hava teir sína uppaling í felagnum, og í fjør var Poul Tho­ mas fastur partur av Formula­hópinum hjá felagnum. Pætur var eisini eitt skifti partur av Formula­hópinum, men seinnu kappingar­ hálvu royndi hann seg hjá AB. Báðir eru teir eisini partur av føroys­ ka U21­landsiliðnum. -mørk Kaj afturí Gøtu 30. desember skrivaði Kaj Ennigarð undir sáttmála við GÍ/LÍF. Kaj spældi baraárini og fram til í fjør við GÍ, men seinasta kappingarár var hann partur av liðnum hjá KÍ. ­ Hetta er sjálvandi at fegnast um hjá okkum. Sjálvandi royna feløg altíð at styrkja sær um hópin, men fyrst og fremst hevur tað týdning, at vit kunnu halda upp á okkara egna fólk. Og nú er so greitt, at vit hava fingið Kaj aftur í hópin, og tað er ein veldugur styrkur hjá okkum, sigur Andreas Poulsen, formaður hjá GÍ. Stórt undirskot í AaB Hóast tað ítróttarliga hevur gingið strálandi hjá AaB, har teir halda nýggjár fremst í Superliguni og hava leikt í UEFA Cup­bólkaspælinum, hevur tað gingið verri við tí fíggjarliga. Felagið væntast at koma út við einum undirskoti á heilar sjey milliónir krónur fyri árið 2007. Grundgevingin sigur nevndin vera tann, at felagið ikki hevur fingið selt nakrar nýmótans bygningar, sum roynt hevur verið at selt. Felagið væntar ístaðin, at hesar inntøkur koma í roknskapin fyri komandi ár. Sum sein­asta For- mula-liðið heuvr GÍ/ LÍF sett ven­jara. Hesin­ er brasilumaður og er eisin­i fyrrveran­di lan­dsliðsven­jari Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Meðan allir kappingarneyt­ arnir í Formula­deildini hava valt eina føroyska loysn, verður tað nakað so forkunnugt sum ein brasils­ kur venjari, ið skal standa á odda fyri GÍ/LÍF komandi kappingarárið. Maðurin eitur Dito, og er 46 ára gaml. Hann hevur drúgvar royndir í hollendsk­ um og ísraelskum fótbólti, og eitt skifti var eisini lands­ liðsvenjari hjá Vietnam. Her fekk hann tó sekkin, tá tað ikki eydnaðist at røkka ambitiøsa málinum um HM­luttøku. Positiv skoðsmál ­ Tað hevur drigið út hjá okkum at finna venjara. Vit hava verið í samband við nógv nøvn, og onkra tíð hil­ du vit okkum hava fingið alt undir land, uttan at hetta tó eydnaðist, sigur Andreas Poulsen, formaður í GÍ/ LÍF. Hann leggur tó dent á, at talan kortini ikki er um nak­ ra panikk­loysn. ­ Vit halda okkum hava kannað málið væl og virðili­ ga, áðrenn venjarin er sett­ ur. Tað ljóðar kanska nakað vágið, nú vit eru fyrsta felagið, ið setir ein brasiliu­ mann í venjarasessin. Men allar tær upplýsingar, sum vit hava fingið um nýggja venjaran, peikað einvíst ræt­ ta vegin. Og vit hava fyrr víst, at vit ikki eru bangin um at royna nýggjar leiðir. Tað er í samstarvi við Ólav Waag Høgnesen, umboðsmann, at samand er fingið við nýggja venjaran. Ætlandi kemur til Føroya um 10. januar. Leygardagin­ skakaði en­n­ eitt deyðsfall fót- bóltsheimin­. Hetta tá liðskiparin­ hjá skots- ka Motherwell, Phil O’Don­n­ell, small um í dysti móti Dun­dee Un­ited Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo 35 ára gamli O’Donell hev­ ur eina drúgva fortíð í skotskum fótbólti. Í drúgt áramál spældi hann við Cel­ tic, og í Motherwell varð hann roknaður sum ein av berandi kreftunum. Leygar­ dagin var hann á veg av vøllinum, tá hann fall í óvit, og komin á sjúkrahúsið varð staðfest, at hann var deyður. Krevja hjartakanning Læknin hjá Motherwell kundi seinni staðfesta, at orsøkin til deyðan var, at O’Donell hevði eitt álvar­ samt hjartabrek, og tað hev­ ur aftur fingið UEFA at taka avgerð um, at hjarta­ kanning nú verður kravd fyri yrkisspælarar. ­ Hendingin í Skotlandi vísir enn einaferð á tørvin fyri at kanna yrkisspælarar. Tú kanst ikki við vissu fin­ na fram til allar hjartasjúkur hjá spælarunum. Men tú kanst finna nøkur dømi um hetta, og so hevur tú gjørt tað, sum er gjørligt at gera, sigur Jan Kyst Madsen við danska bold.dk. Jan Kyst Madsen er yvirlækni á sjúkrahúsinum í Gentofte og er limur í medisinsku nevndini hjá DBU. Rúni Weihe aftur í hvíta og reyða búnanum Mynd: www.if.fo Brasilsk loysn í Sarpugerði Tað verður ein brasiliumaður, ið skal leiða samansetta GÍ/LÍF Enn eitt deyðsfall skakaði leygardagin allan fótbóltsheimin. Liðskiparin hjá Motherwell, Phil O’Donnell, var ávegis av vøllinum, tá hann small um Mynd: Polfoto/AP UEFA vil hava hjartakanningar