Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-02, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. januar 2008síða 35

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

35 [ Nr. 1 - 2. januar 2008 ] Síðani skiftið til Black­ burn hevur Roque Santa Cruz brádliga víst evnini, sum í 1999 fekk Bayern München at keypa tá bert 17 ára gamla áleyparan. Í strævnu ensku jóla­ skránni hevur áleyp­ arin bumbað átta mál inn í seinastu fimm dystunum fyri Black­ burn Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Paraguay er kanska ikki heim­sins nalvi innan fót­ bóltsspælið. Men tað vakti ans, tá Santa Cruz fyri knøppum­ 10 árum­ síðani spældi sínar fyrstu dystir í frem­stu røð. Bara 16 ára gam­al spældi hann sínar fyrstu dystir fyri Olim­pia Asunc­ion, og hetta gekk m­ikið væl. 14 m­ál í 38 dyst­ um­ hjálptu væl til hjá felag­ num­, sum­ vann m­eistara­ heitið í bæði ’98 og ’99. Og bert 17 ára gam­alur vann Santa Cruz í ’99 heiðurin sum­ ársins spælari. Tað skapti trupulleikar við arbeiðsloyvinum­, tá Bayern Münc­hen alt fyri eitt vildi hava fatur á einum­ som­ikið ungum­ spælara, m­en týska felagið fekk tó sín vilja, tá ungi m­aðurin hevði hildið 18 ára føðingar­ dag, og so m­undi hann hal­ da, at eydnan var vunnin. Vann ikki fast pláss Í átta ár við týska stórfelag­ num­ var Santa Cruz við til at vinna fim­m­ bundesligu­ gull, fýra steypasigrar, ein sigur í Cham­pions League og ein sigur í World Club Cup. Men hóast hetta, so var talan ikki um­ einvísa suc­c­és hjá spælaranum­. Íalt gjørdist talan bert um­ 143 dystir, har Santa Cruz skor­ aði 38 ferðir, og hetta var nú væl m­inni enn tað, sum­ hann hevði vónir um­, tá stó­ ra skiftið gjørdist veruleiki. Í Bayern hildu tey seg heldur ikki fáa nóg m­ikið burtur úr spælaranum­. Og tá felagið í sum­m­ar fekk til­ gongd av Luc­a Toni og Miroslav Klose til álops­ plássini, stóð teim­um­ flestu greitt, at fram­tíðin hjá Santa Cruz ikki var har á leiðini. Tað gjørdi Mark Hughes sær dælt av. Fyri £ 3,5 m­ió keypti Blac­kburn áleyparan, sum­ í m­angar m­átar kann sam­m­etast við venjaran. Sum­ spælari var Hughes ein kropsliga sterkur fram­­ herji, sum­ m­egnaði væl at halda upp á bóltin, og sjálv­ ur ivaðist Hughes ikki, tá m­øguleikin beyðst. ­ Hann er fram­vegis ung­ ur, og hann er í altjóða flok­ ki, segði Hughes, tá hann ólavsøkuaftan skrivaði und­ ir fýra ára sáttm­ála við spæl­ aran, og higar til hevur San­ ta Cruz væl og virðiliga prógvað rættleikan í hesi útsøgn. Glóðheitur Íroknað steypakappingum­, so hevur hann hetta kapp­ ingarárið spælt 23 dystir fyri Blac­kburn, og 14 ferðir hevur hann funnið vegin til m­eskarnar. Ikki m­inst hava seinasta vikurnar vakt ans, tí við átta m­álum­ í fim­m­ dystum­ hevur hann verið heitasti m­aðurin í enskum­ fótbólti í strævna jólam­án­ aðinum­. Og sam­stundis er Blac­kburn stillisliga klintr­ að upp á 9. plássið í Prem­­ ier League. Ein støða, sum­ tey í felagnum­ væl og virði­ liga eru nøgd um­ her og nú. Og úr einum­ føroyskum­ sjónarhorni er tað nú kanska heldur ikki so galið, at San­ ta Cruz vísir slíka styrki. Tað skuldi í øllum­ førum­ ikki gjørt venjingarstøðuna hjá Gunnari Nielsen verri, at hann hevur m­øguleika at standa m­odell til skotroyndir hjá einum­ áleypara, sum­ í løtuni m­á roknast m­illum­ teir avgjørt bestu. Arsenal aftur á odda Arsenal vann seg aftur á oddasessin í Prem­ier League í strævnu jólaskránni. Hóast teir fingu danska Bendtner riknan av vølli, so vann Arsenal 4­1 á útivølli m­óti Everton. Ein dystur, sum­ Arsenal annars hevur tapt tey bæði seinastu kappingarárini.Og tá Manc­hester United sam­a dag tapti 2­1 á útivølli m­óti West Ham­, kundi Arsenal sm­oyggja sær upp á oddasessin. Claus skoraði aftur Tað hevur gingið strúkandi hjá Blac­kpool seinastu góðu vikuna. Nýggjársdag vann liðið 3­0 m­óti Burnley, og gav hetta eina úrtøku upp á 10 stig í seinastu fýra dystunum­. Claus Bec­h Jørgensen spældi við frá byrjan í dysitnum­ m­óti Burnley, og hann skoraði eisini eitt av m­álunum­. Blac­kpool hevur stóran part av árinum­ verið heilt nær niðurflytingarstrikuni, m­en seinastu vikurnar hevur liðið førkað seg upp á 14. plássið í enska Cham­pionship. Enska Premier League v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Arsenal 21 15 - 5 - 1 42 16 26 50 2 Man Utd. 21 15 - 3 - 3 38 11 27 48 3 Chelsea 21 13 - 5 - 3 33 16 17 44 4 Liverpool 19 10 - 7 - 2 33 12 21 37 5 Everton 21 11 - 3 - 7 37 22 15 36 6 Aston Villa 21 10 - 6 - 5 37 27 10 36 7 Man City 20 10 - 6 - 4 27 22 5 36 8 Portsmouth 21 9 - 7 - 5 31 20 11 34 9 Blackburn 20 8 - 6 - 6 27 28 -1 30 10 West Ham 20 8 - 5 - 7 25 19 6 29 11 Newcastle 20 7 - 5 - 8 27 31 -4 26 12 Tottenham 21 6 - 6 - 9 42 38 4 24 13 Reading 21 6 - 4 - 11 29 44 -15 22 14 Middlesbr. 21 5 - 5 - 11 18 35 -17 20 15 Birmingham 21 5 - 4 - 12 22 32 -10 19 16 Bolton 20 4 - 5 - 11 22 32 -10 17 17 Sunderland 20 4 - 5 - 11 20 39 -19 17 18 Wigan 20 4 - 4 - 12 20 36 -16 16 19 Fulham 21 2 - 9 - 10 22 37 -15 15 20 Derby 20 1 - 4 - 15 10 45 -35 7 Glóðheitur jólamaður Roque Santa Cruz Føddur 16. August 1981 • 187 cm • 80 kg • Nummar 9 Spælt fyri: Olimpia Asuncion (’98-’99), Bayern München (’99-’07), Blackburn Rovers (07-?) Vunnið: Meistari í Paraguay (2), týskur meistari (5), týskur steypavinnar (4), Champions League (1), World Club Cup (1) FAKTA Úrslitini um nýggjárið 29. desember Birm­ingham­­Fulham­ 1­1 Chelsea­Newc­astle 2­1 Portsm­outh­Middlesbrough 0­1 Sunderland­Bolton 3­1 Tottenham­­Reading 6­4 West Ham­­Man Utd. 2­1 Wigan­Aston Villa 1­2 Everton­Arsenal 1­4 30. desember Derby­Blac­kburn 1­2 Man City­Liverpool 0­0 1. januar Fulham­­Chelsea 1­2 Arsenal­West Ham­ 2­0 Man Utd­Birm­ingham­ 1­0 Middlesbrough­Everton 0­2 Reading­Portsm­outh 0­2 Aston Villa­Tottenham­ 2­1 Tvey av málunum hjá Santa Cruz komu, tá hann tann 27. desember tryggjaði Blackburn stig í 2-2 javnleikinum á útivølli móti Manchester City Mynd: Polfoto/AP