Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-02, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. januar 2008síða 36

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 Nr. 1 - 2. januar 2008 Stutt Sagt Prestar skulu fáa sekkin Danska fólkakirkjan er alt ov lagalig við mannligar prestar, sum sýta fyri at arbeiða saman við kvinnu­ ligum prestum. Tað heldur stjórin á Pastoralsemonar­ iet, Mogens Lindhardt. Við Politiken sigur hann, at tíðin er komin til at avtaka undantaksregluna, sum góðtekur, at mannligir prestar kunnu hava sam­ vitskutrupulleikar av at arbeiða saman við kvinnu­ ligum prestum. Mogens Lindhardt sigur, at tað er skeivt, tá summi siga, at kirkjan skal vera so rúm­ lig, at tað skal eisini vera pláss fyri mannligum prestum, sum ikki vilja arbeiða saman við sínum kvinnuligu starvsfeløgum. Hetta er ein avoldað hugs­ an, sigur hann og leggur afturat, at prestar, sum ikki vilja arbeiða saman við sínum kvinnuligum feløgum, eiga snøgt sagt at fáa sekkin. Framvegis gíslar Í Kolumbia hevur upp­ reistrarrørslan FARC ógildað eina avtalu við venesuelska forsetan, Hugo Chavez, um at lata trý fólk leys, sum hava verið gíslar hjá rørsluni í seks ár. Í síðstu viku góð­ kendi kolumbiska stjórn­ in, at Venesuela sendi flog­ før inni um markið eftir teimum trimum gíslunum, men nú hevur FARC boð­ að frá, at tey trý verða ikki latin leys kortini. Orsøkin sigst vera, at kolumbiski stjórnarherurin hevur hert álopini á uppreistrarrørsl­ una teir seinastu dagarnar, skrivar AP. Brúka nú evruna Í gjár bleiv felags evro­ peiska gjaldoyrað, evran, gjaldoyra hjá Kýpros og Malta. Á Kýpros var Tassos Papadopoulos, for­ seti, tann fyrsti í eina sjálv­ tøku eftir evruseðlum, og á Malta var tað forsætis­ ráðharrin, Lawrence Gonzi, ið sum tann fyrsti var í einari sjálvtøku eftir teimum nýggju seðlunum. Nú hava 15 lond við 320 milliónum íbúgvum evr­ una sum gjaldoyra. SAMBAND árNi joeNSeN fArtekSt@MAil.Dk – Tað gongur so væl í Danmark, at tann størsti trupulleikin í ár er, at tað fer at ganga ov væl (Anders Fogh Rasmussen) útlond Fleiri hundrað fólk høvdu leitað sær skjól í kirkjuni undan ófriðinum í Kenya. Løtu seinni stóð kirkjan í ljósum loga Meiri enn 300 fólk hava nú latið lív síðani forseta­ og tjóðartingsvalið í Kenya seinasta hósdag. Mwai Ki­ baki, forseti, sigur, at hann varð afturvaldur, men and­ støðan heldur uppá, at henn­ ara valevni, Raila Odinga, vann valið. USA og ES hava sagt seg ivast í, at valið var rættvíst. Valnevndin hevur higartil styðjað Mwai Kibaki, men í gjár viðgekk formaðurin í nevndini, Samuel Kivuitu, at umboð fyri forsetan løgdu trýst á nevndina fyri at fáa hana at staðfesta Kibaki sum vinnara. – Eg veit ikki, hvør vann, segði Samuel Kivuitu við tíðindamenn eftir ein fund í nevndini í gjár. Samstundis helt ófriðurin fram. Í einum býi einar 300 kilometrar norðan fyri høv­ uðsstaðin Nairobi høvdu fleiri hundrað fólk av kirkju­fólkinum leitað sær skjól í einari kirkju, men álopsmenn settu eld á kirkj­ una. Sambært myndugleik­ unum doyðu minst 35 fólk í eldinum, og summar keldur vilja vera við, at helmingurin av teimum deyðu vóru børn. Aðrastaðni ljóðar, at fólk eru flýdd undan ágangi, og ST segði í gjár, at har vest­ uri í landinum eru umleið 70.000 fólk rýmd frá húsi og heimi. Kenya hevur leingi verið mett sum eitt av teimum mest demokratisku og tryggu londunum í Afrika, men nú ávarað fleiri lond sínar borgarar ímóti at fara hagar. Formaðurin í Afri­ kanska Eindarfelagsskapin­ um, John Kufour, skuldi koma til Nairobi í dag at royna semju. Fyri 32 árum síðani royndi Sara Jane Moore at beina fyri táverandi ameri­ kanska forsetanum. Nú er hon sloppin úr fongslinum fyribils Tann 22. september í 1975 var Gerald Ford, forseti, inni á hotellinum St. Francis í miðbýnum í San Fransisco. Tá hann kom útaftur, royndi onkur at skjóta hann, men skotið rakti ikki. Tað var Sara Jane Moore, sum ætlaði sær at beina fyri forsetanum, men hon rakti hann ikki, tí ein fyrrverandi Vietnam­hermaður tók í armin henni, júst sum skuldi skjóta. Tveir dagar seinni varð hon tikin, og í tasku hennara fann løgregl­ an eina skammbyrsu og fleiri eksjur við patrónum. Nýggjársaftan varð hon latin leys eftir at hava sitið 32 ár í fongsli. Men tann 78 ára gamla kvinnan skal ansa sær, tí hon er bara royndarleyslatin, skrivar Los Angeles Times. ­ Eg haldi, at hon hevur havt stundir til at hugsa seg um, sigur sakførarin, sum var verji hennara í 1975. Sara Jane Moore uttan fyri rættarhølið í San Fransisco í 1975 (Mynd: AP) Hon ætlaði at myrða Gerald Ford 35 brunnu inni í kirkjuni Minst 35 fólk brunnu inni, tá álopsmenn settu eld á eina kirkju í Kenya (Mynd: Polfoto) Samuel Kivuitu, valnevndarformaður, segði í gjár, at hann veit ikki, hvør vann valið seinasta hósdag