mikudagur 2. januar 2008síða 37
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
37
tíðindi
Nr. 1 - 2. januar 2008
Aftaná trý ár í starvi,
hevur Jóanes N. Dals
gaard, leiðari fyri
Trivnaðartænastuna
undir Nærverkinum,
valt at siga seg úr
starvi
Heilsumál
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Trivnaðartænastan
undir
Nærverkinum, sum hevur
ábyrgdina av dag- og døgn-
tilboðum til vaksin menn-
ingartarnað, hevur eini 400
fólk í starvi.
– Upprunaliga setti eg
mær fyri at fáa betri dygd
fyri somu játtan. Men eg
má viðganga, at hetta havi
eg ikki megnað, sigur
Jóanes N. Dalsgaard, ið ikki
hevur annað fast starv á
hondini.
- Eg eri typan, sum vil
hava ting at henda, og her
er ov lítið hent. Eg ynskti at
effektivisera og rationalisera
fyri at fáa meira góðsku
fyri somu pengar. Nú kann
onkur annar taka yvir - ant-
in ein, sum megnar hesa
uppgávuna betur enn eg,
ella ein, sum góðtekur støð-
una, sum hon er.
Jóanes N. Dalsgaard, sig-
ur við Sosialin, at higartil
hevur arbeiðið snúð seg um
at fáa pengarnar at strekkja
til.
- Tá er púra vónleyst at
budgetera og at leggja lang-
tíðarætlanir, sigur hann,
sum eisini heldur tað vera
ein trupulleika, at hóast tað
ikki hava verið beinleiðis
niðurskerjingar á økinum,
so hevur játtanin ikki tikið
hædd fyri reguleringum
ella svarað til reella prístals-
vøksturin.
- Eftir mínum tykki er
tørvur á einari umfatandi
umskipan av økinum. Men
tað hevði kravt eina mun-
andi styrking av sentralu
umsitingini hjá Trivnað-
artænastuni, sigur hann.
Fráfarandi leiðarin fer nú
at seta á stovn egið virki,
har hann fer at bjóða seg
fram sum ráðgeva og undir-
vísara, eitt nú innan HR-
menning.
- Eg rými ikki úr Nær-
verkinum, men eg havi
aðrar spennandi ætlanir,
sum eg heldur vil savna
meg um, sigur 37 ára gamli
stjórnmálafrøðingurin, sum
fer frá 1. februar.
Januar mánaði
í fjør royndist
væl hjá nógvum
djúpvatnstrolarum,
og tað verður harmi
ligt, um skipini missa
hesa tíðina orsakað
av verkfalli, heldur
Mikkjal Hammer úr
Hvalba
FisKiVeiÐi
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tað er, sum tað er vant í
fiskiflotanum:
Fiskiskap-
urin roynist ójavnt hjá ymsu
skipabólkunum og millum
skip í sama bólki.
Fiskimannafelagið ger á
hvørjum ári upp hagtølini
yvir ymsu skipabólkarnar,
men lata ikki hagtøl yvir
einstøku
skipini
út
til
almenningin. Hetta hevur
komið teimum í trupulleikar
fyrr, og tí verður mett betur
at binda um heilan fingur.
Hesi hagtølini eru ikki
fullfíggjað enn, sum eyð-
vitað er, men tey geva kort-
ini eina greiða ábending
um, at árið í fjør sum heild
vignaðist verri enn árið
fyri. Og tað er galdandi fyri
allar skipabólkar.
Ikki tí, í flestu førum er
inntøkan pr. dag hjá summ-
um skipabólkum størri enn
árið fyri, og kemst hetta av,
at skipini hava færri dagar í
sjónum. Men enn einaferð
skal undirstrikast, at hagtøl-
ini fyri 2007 ikki eru full-
fíggjað.
2006 var eitt óvanliga
gott ár fyri verksmiðjutrol-
ararnar. Tá var manningar-
parturin fyri dekkarar í
meðal 890.000 krónur. Men
hetta skal roknast yvir 337
dagar í sjónum, sum svarar
til 2641 krónur fyri hvønn
sjódag.
Fyribils tølini fyri 2007
vísa, at meðal inntøkan hjá
hesum
manningum
er
620.000 krónur, men við
einari dagligari inntøku upp
á 3318 krónur pr. sjódag.
Hetta er tó bert fyri 187
dagar í sjónum.
Framgongd
Fyribils hagtølini hjá Fiski-
mannafelagnum vísa eina
rímiliga framgongd í inn-
tøkunum hjá limum fel-
agsins, um hugt verður eftir
inntøku pr. dag í sjónum.
Hjá djúpvatnstrolarum er
talan um eina lítla fram-
gongd, frá 1779 til 1801
krónur pr. dag. Hjá línuskip-
um er vøksturin størri, frá
1464 til 1739 krónur, sum
svarar til 19%.
Hjá verksmiðjutrolarun-
um var vøksturin sum nevnt
frá 2641 til 3318 krónur pr.
sjódag, og fyri garnaskip
sæst ein lítil vøkstur frá
1742 upp í 1783 krónur pr.
sjódag.
Einasti skipabólkur, sum
hevur eina afturgongd í inn-
tøkunum, er smáir ísfiska-
trolarar. Har er talan um
eina minking úr 1948 niður
í 1647 krónur pr. dag, og
svarar hetta til 15%.
Ein av teimum drúgvu
við Hvalbiartrolarunum er
Mikkjal Hammer, og hann
heldur, at árið hevur roynst
hampiliga.
- Tað er nøkurlunda tað
sama sum í fjør. Steintór
var á beding í tríggjar mán-
aðir, so hjá honum hevur
tað verið heldur lakari, men
samanlagt hevur tað verið
brúkiligt,
sigur
Mikkjal
Hammer.
Hjá Hvalbiartrolarunum
er støðan hon, at manning-
arnar sjálvar eiga skipini,
og tí eru teir í løtuni í einari
undarligari støðu, tí teir eru
á ein hátt í verkfalli móti
sær sjálvum. Og tað er ein
óheppin
støða,
heldur
Mikkjal Hammer.
- Januar mánaði plagar at
roynast væl, og vit plaga
altíð at byrja tíðliga. Tí
verður tað harmiligt, um vit
missa hesa tíðina. Vit mugu
so bara síggja tíðina ann
fyri fyrst, men tað er klárt,
at gongur long tíð, mugu
vit umhugsa, hvat frægast
er at gera, sigur Mikkjal
Hammer úr Hvalba.
Ringt at missa januar
Sjagaklettur er ein av djúpvatnstrolarunum, sum hevði eitt brúkiligt ár í fjør
Leiðarin í Trivnaðartæna-
stuni sagt upp
Leiðarin fyri Trivnaðartænastuna, Jóanes N. Dalsgaard hevur
sagt seg úr starvi
Ráðharri í sex-skandalu
Malaysiski heilsumálaráðharrin er tikin við buksunum niðri –
heilt bókstaviliga. Hann hevur viðgingið, at tað er hann, sum er
á einum sex-video, ið nú er at finna um meginpartin av
landinum. Tað var dagblaðið Star, sum avdúkaði mongu
DVD’irnar, sum byrjaðu at verða spreiddar út í seksuella
umhvørvinum, og sum endaði við, at Chua Soi Lek viðgekk, at
hann var maðurin á myndunum. Kvinnuligi partnarin er ein
góður vinur hansara. Avdúkingin kann fara at kosta flokki
hansara politisku maktina seinni á árinum, men kortini ætlar
Chua Soi Lek sær ikki at leggja frá sær, skriva donsk bløð.
Murphy giftur – aftur
Amerikanski sjónleikarin Eddie Murphy er giftur á einari
privatari oyggj í Fronskum Polynesien. Einir 25 gestir
tóku lut í seremoniini, tá hann týsdagin segði ja við
filmsframleiðaran Tracey Edmonds á oynni Bora Bora
230 fjórðingar í ein útnyrðing út Tahiti, skrivar blaðið
People Magazine. Murphy varð skildur eftir 13 ára
hjúnarskap við Nicole í 2006. Tey eiga fimm børn. Men
Eddie Murphy gjørdist pápi aftur í fjør, tá hann fekk barn
við Melanie Brown frá Spice Girls.