Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-02, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. januar 2008síða 38

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

38 Løgtingsvalið 19. januar 2008 Tíðin er farin frá gomlu sjúkrakassunum. Málið er ein sjúkratrygging, sum umfarar øll og verður goldin yvir skattin. Sjúkrakassagjaldið er ein gomul, ótíðarhóskandi skipan. Ein skipan, sum nærum ongan heilsupoli­ tikk hevur knýttan at sær. Men sum virkar, sum eitt av hesum keðiligu tvungnu avgjøldunum, vit hava oman á skattaskipanini. Tað er neyðugt við einari nýggjari skipan. Einari sjúkratrygging, sum um­ fatar øll og verður goldin yvir skattin. Nýmótans skipanin skal ikki bara rinda fyri læknavitjan og heilivág, eins og sjúkra­ kassin í dag. Tann nýggi skattafíggjaði sjúkrakassin skal eisini átaka sær aðrar uppgávur – millum annað at raðfesta heilsupolitikk, fyribyrging og upplýsing. Tað eru í dag 11 sjúkra­ kassar í landinum. Hvør teirra hevur eitt ella tvey fólk til umsiting. Ein nýggj skipan hevði í minsta lagi havt 7 fólk í starvi. Kanska færri. Skal nýggi sjúkrakassin gjaldast yvir skattin, kostar hetta umleið 80 milliónir krónur eyka á fíggjarlógini. Men av tíð, at gamla sjúkra­ kassagjaldið samstundis fellur burtur, ber til at broyta skattaskipanina, soleiðis at hesar 80 milliónirnar kortini koma inn, men á mikið meira samhaldsføstum grundar­ lag enn í dag. Endaliga málið má vera at fáa eina sjúkratrygg­ ingarskipan, sum verður goldin yvir skattin eftir prinsippinum um, at breið­ astu herðarnar bera tyngstu byrðarnar. Ein skipan, sum umfatar øll, men sum verður fíggjað á samhalds­ føstum grundarlag. Soleið­ is tekur tú eitt lítið stig á vegnum at forða fyri óneyð­ ugum stættargjáum í samfelagnum. Gott nýggjár. Endurnýggja Sjúkrakassan www.john.fo John Johannessen Val At allir flokkar við undan­ taki fyri Sambandsflokki­ num, vilja av við blokk­ stuðulin er vert at leggja sær í geyma. Ein burturbeining av blokkinum vil fáa bein­ leiðis ávirkan á vælferðina og harvið eisini vælferðartænastur okkara. Tað er ongin sum kann burturforklára, at um blokkurin skal vekk , so má ein munandi størri meirinntøka fáast til landskassan ­ higartil hevur ongin av “blokk­ skerjara flokkum” hvørki víst á hvussu hendan skal fáast til vega, ei heldur verið førir fyri at skapt eina vinnuliga inn­ tøkukeldu, sum kann skapað neyðugu inntøkuna. Hóast hendan veruleika, so tosa teir framvegis um blokkskerjing her og nú, samstundis sum teir vilja betra vælferðina og tað vita vit øll skal fíggjast. Viðkomandi er at spyrja – hvussu ætla teir at fáa fíggja síni vallyftir við at minka um inntøkusíðuna við út móti milliardini?? Sambandsflokkurin er tín trygd fyri at 630 milliónir krónur ikki verða skerd av vælferðini. Sambandsflokkurin vil áhaldandi menna ríkis­ felagskapin og harvið tryggja okkara vunnu rættindi á øllum økjum innan ríkisfelagskapin sum t. d. blokkstuðul, lestrar og útbúgvingarmøguleikar, endurútbúgvingar, heilsu­ røkt og ríkisborgaraskap Sambandsflokkurin hevur loysnirnar, og kemur áhaldandi at tryggja og menna okkara vælferðar­ samfelag. Velur tú sambands­ flokkin til løgtingsvalið 19. januar er tú vil til at tryggja framtíðina og vælferðina. Ein milliard minni til vælferð um tú velur ein loysingarflokk Løgtingsmaður Vági Johan Dahl Val Nr. 1 - 2. januar 2008 viðmerkingar ...tá veruligi trupulleikin í okkara samfelag, er ein nýtslufíggjaður búskapur, við víkjandi skattagrundar­ lagi og harvið verri møgu­ leikum at velja vælferðina. Funni fressurin Funni fressurin hjá stórum parti av miðsavnandi valevnunum, hevur verið, og er framvegis at skjóta niður samtykta Sandoyar­ tunnilin. Tað mest løgna í hesum leiki er, at hann einki vit krevur. Ongar avbjóðingar til virknar knokkar. Tað er bara at lyfta byrsuna, og plaffa framtíðina hjá Suður­ føroyum niður, og so hoyra lógvabrestirnar runga í eina val(d)øminum aftanfyri. Og eg sum helt, og uttan iva fleiri við mær, at høvuðsendamálið við eina valdøminum, var at hækka tinggáttina intellektuelt. Fáa fólk á Løgting, sum høvdu evnini at menna debattin, við undirliggjandi grundgevingum. At vinkla. At duga at síggja tilveruna frá ymsum sjónarhornum. Og vita tit hvat. Rætt hava vit, tí júst soleiðis var grundgivið. Ikki minst av valdømis­ gubbanum, Edmundi Joensen. Og soleiðis eigur at vera grundgivið. Trupul­ leikin er bert at stórur partur av miðsavnandi valevnunum, loypur upp um garðin har hann er lægstur. Sleppur samhaldsføstu ábyrgdini, sleppur princippunum, um at vit eru ein og sama tjóð við somu rættindum. Og sleppur at gera tað uttan fjølmiðlamótspæl. Kanska enntá “med påholden pen” í summum førum. Vit hava ábyrgdina av allari tjóðini Veruligi trupulleikin, um vit kunnu gera tað so einfalt, er at nýtslufíggjaði búskapurin er sera við­ brekin í einum landi, sum framvegis í stóran mun, er bundið at primervinnuni og hennara sveiggjum. Okk­ ara avbjóðing, sum polit­ ikkarar er tí ikki at skjóta dreymarnar hjá hvørjum øðrum niður, ella at skjóta hvønn annan niður, men við ábyrgd móti allari tjóðini, at raðfesta soleiðis at vit eru ein og sama tjóð – við somu rættindum. Uttan mun til, hvar í landi okkara vit búgva. løgtingsmaður og valevni hjá Tjóðveldi Páll á Reynatúgvu Val Eftir at grønlendska valskipanini er sett í gildi í Føroyum, og soleiðis sum uppstillað er til komandi løgtings­ val, er eingin ivi um, at høvuðstaðarøkið hevur størstu fyrimunirnar Hóast hesin veruleiki er eyðsýntur, setti serfrøðin hjá Útvarpi Føroya nýggjársaftan kikararan fyri blinda eygað og róði upp undir, at høvuðstaðar­ økið í uppstillingini til komandi løgtingsval er verri fyri, enn onnur øki í landinum. Tí hesa kanska ber­ søgnu, men vælmeintu viðmerking. Ein almennur fjølmiðil skal vera landafrøðiliga objektivur Tað undrar stórliga, at ÚF sum almennur fjølmiðil, soleiðis upp í saman letur ein av teimum heilt fáa serfrøðingunum, sum talaðu fyri, í eini handa­ vending at seta grønlend­ sku valskipanina í gildi í Føroyum, einsamallan, ókritiskt viðmerkja fylgj­ urnar av somu vallógarbroyting. Við røttum átti ÚF at latið ein av teimum mongu serfrøðingunum, sum ikki gleiðbeintir tóku undir við grønlendsku skipanini, givið hesum serfrøðingi hóskandi fakligt og hugsjónarligt mótspæl, ella í minsta lagi sett serfrøðinginum krit­ iskar spurningar, heldur enn passivt at halda mikro­ fonini, gloypa hvørjum bita og lata eintáttaða boðskapin fara út til lurtararnar. Hettar út frá tí málsetn­ ingi, at eitt og hvørt mál eigur at verða lýst frá fleiri síðum, eins og landafrøðiligur objektivitetur eigur at vera eitt minstakrav til ein almennan fjølmiðil sum ÚF. Høvuðstaðarøkið yvirumboðað Ført varð fram í ÚF, at meðan 40 % av fólkinum býr í Tórshavnar Komm­ unu, eru 36 % av upp­ stillaðu valevnunum til komandi løgtingsval úr Suðurstreymoy. Tølini vísa púra greitt, at høvuðstaðarøkið harvið er yvirumboðað í atkvøð­ um pr. valevni. Við øðrum orðum, so er mest sann­ líkt, at tað til komandi løgtingsval verða flest persónligar atkvøður pr. valevni í høvuðstaðar­ økinum og harvið er eisini mest sannlíkt, at høvuð­ staðarøkið fær lutfallsliga flest løgtingsumboð vald á ting. Eftir at grønlendska valskipanin er sett í gildi og soleiðis sum uppstillað er, eru vit soleiðis komin eitt stig nærri støðuni, sum vit kenna hana í Grønlandi, har 19 av 31 landstingsumboðum í dag búgva í grønlendska høvuðstaðnum. Men hvat sigur so serfrøðin? Jú, serfrøðin hjá ÚF setir kikaran fyri blinda eygað og kemur til tað einkisig­ andi niðurstøðu, at oman fyri nevndu prosenttøl vísa, at grønlendska valskipanin, sum beint undan løgtingsvalinum varð sett i gildi í Føroy­ um, ikki er ein forðing fyri, at valevni úti um landið verða vald á løgting. Líka so einkisigandi kundi ein mótsatt loyvt sær at spurt serfrøðingin, hvørt hann eftir vallógar­ broytingina hevði væntað, at als eingi valevni fóru at verða uppstillað úti um landið. Hvørt endamálið við slíkari serfrøðingaútsøgn er at rættvísgera grøn­ lendsku skipanina við burturforkláringum, skal verða ósagt. Útvarps­ verturin eigur tó undir øllum umstøðum ikki at lata slíkan einkisigandi, eintáttaðan og harvið beinleiðis misvísandi boðskap fara út til lurtararnar. Reingja av veruleikanum ella politiskt taktiskt bláoygni Tey, sum bara fylgja eitt lítið sindur við í politikki kunnu ikki annað enn fáa illgruna um, at taltulkandi serfrøðingurin hjá ÚF antin tilætlað beinleiðis reingir politiskt taktiska veruleikanum, ella er politiskt bláoygdur. Hettar er bæði óheppi fyri serfrøðingin, ÚF og politisku skipanina sum heild. Politisku flokkarnir í flestu økjunum kring landið hava nevniliga av taktiskum ávum roynt at uppstilla so fá valevni sum møguligt í egnum øki. Hettar í tann mun flokksleiðslurnar á Gamla Apoteki hava loyvt tí og ikki hava tikið lokalfeløg­ ini av ræði. Orsøkin til uppstillingar­ háttin er einføld. Jú færri valevnir eru at kappast um atkvøðurnar í einum øki, jú meira sannlíkt er tað, at økið, tá til stykkis kemur, fær best møguliga umboðan á løgtingi. At tað hevur eydnast valfeløgunum í høvuðs­ staðarøkinum at stilla færri valevni upp enn aðra­staðni í landinum, kann so siga okkum nakað um flokspolitiska valdsbýtið í landinum. Tað ber ikki til at dylja hendan veruleika fyri veljarunum, heldur ikki við serfrøðingahjálp. Lat okkum tí í nýggja árinum heldur kalla ein spaka fyri ein spaka, fáa sum fragast burtur úr nýggju valskipanini, øllum landinum og øllum føroyingum til frama. Hví alt ljós á Sandoyartunnilin... JasPuR vang Val Misvísandi taltulking í Útvarpi Føroya nýggjársaftan 18