Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-03, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. januar 2008síða 6

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 2 - 3. januar 2008 Farex um at fara á húsagang Tann 30. november í fjør vórðu øll starvsfólkini á Fiskasøluni Farex søgd úr starvi. Tað skrivaði Dimmalætting í gjár. Blaðið veit at siga, at stjórin, Rói Egholm, arbeiðir við at umskipa felagið. Neyðugt er við nýggjum kapitali. Annars fer fyritøkan á húsagang. – Felagið er ov lítið til tað, sum vit skulu gera. Uppgávan er ov stór. Nýggjur kapitalur er neyðugur fyri, at virksemi hjá Farex á kinesiska fiskamarknaðinum kann halda áfram, sigur Rói Egholm við Dimmalætting. X-Files aftur á løriftið Næsti X-Files filmurin verður í løtuni framleiddur. Sam- bært alnetssíðuni hjá danska blaðnum Politiken kunnu vit rokna við, at filmurin verður at síggja í biografunum seint í summar. Tað vera tey bæði David Duchovny og Gillian Anderson, ella Fox Mulder og Dana Scully, sum tey helst eru betur kend sum, ið fara at hava høvuðsleiklutirnar í filminum, á sama hátt sum tað eisini vóru tey, ið vóru frontfigurarnir, tá X-Files var í hæddini sum sjónvarpsrøð í 90-unum. Enn er ógreitt hvat filmurin kemur at snúgva seg um og hvussu hann kemur at eita, men greitt er tó, at talan verður um yvirnattúrligan ræðufilm. Politikarar geva veiði­ loyvir, sum eru verd milliardir, burtur fyri einki. Hetta sigur búskaparfrøðingur, sum hevur skift flokk og stillar upp til løg­ tingsvalið av eini høvuðsorsøk: At forða politisku skipanini í at avreiða fleiri av ognum Føroya fólks niður í lummarnar á nøkrum fáum einstaklingum Fólkaogn Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Nógv fólk vóru illa við, tá eitt skip fyri smáum tveim- um árum síðani varð selt fyri 350 mió. krónur, har sjálvt skipið varð mett at vera undir 100 mió. krónur vert. Nú verður bjóðað ein heil milliard fyri eitt reiðarí, meðan eitt annað kann selj- ast fyri 700 milliónir. Soleiðis byrjar búskapar- frøðingurin, Kári Petersen, eina valgrein í blaðnum í dag. - Álítandi tíðindi hava leingi gingið um, at eitt ávíst reiðarí hevur fingið bjóðað eina milliard fyri skipini. Skipini eru verd umleið 300 mió. krónur, og sostatt eru veiðiloyvini verd 700 mió. krónur. Eitt annað reiðarí hevur fingið eitt boð, men einki tal verður nevnt. Verður tað mett á sama hátt sum í fyrra reiðarínum, so liggur boðið helst um 700 milliónir. Sostatt eru skipini um 250 milliónir verd, og veiðiloyvini eru umleið 450 milliónir verd, sigur Kári Petersen. Hann vísir á, at skipini ikki eru seld (enn), og tað er altíð torført at fáa keyparar og seljarar at vátta søluprís í tílíkum førum. Tað er tí nóg mikið her at staðfesta, at rakstraravlopini hjá pelag- isku vinnuni hava verið so góð seinastu árini, at veiði- loyvini hjá hesum báðum reiðaríum eru millum eina og 1,2 mia. krónur verd. Kári Petersen heldur ikki, at nakað er at lasta reiðarun- um fyri, tí tað eru politik- ararnir, ið hava ábyrgdina. - Eg havi ongantíð nevnt reiðarar við navni í hesum kjakinum. Orsøkin er tann einfalda, at tað ikki eru teir, men politikararnir sum hava valt at geva veiðirætt- indini, ið er milliardogn Føroya fólks, burtur fyri einki. At reiðarar so velja at selja veiðiloyvini víðari – oftani fyri hundraðtals milli- ónir, er ikki annað enn ein má rokna við, heldur búskaparfrøðingurin. Missa 300 mió. árliga Kári Petersen ivast ikki í, at landskassin árliga kundi fingið minst 300 mió. krón- ur um árið fyri veiðiloyvini. Hetta hevur hann áður ført fram í almenna kjakinum. - Sjálvt um spurnartekin al- ment hava verið sett við hetta roknistykkið hjá mær, ivist eg ikki í, at fiskiloyvini kundu givið 300 mió. kr. í árligari inntøku til landskassan. Tað hoyrir undir einfalda høvuð- rokning, at tá veiðirættindini í 10 ár hjá nøkrum fáum reið- aríum kann seljast fyri tvær mia. krónur, so kundi lands- kassin selt tey fyri 200 milli- ónir um árið. Tí eru 300 mió. krónur fyri øll fiskiloyvini helst ein undirmetan av, hvat veiðirættindini eru verd, um flotin annars er væl rikin, sigur Kári Petersen. Høvuðsorsøkin til, at búskaparfrøðingurin yvir- høvur stillar upp og hevur valt gera tað fyri ein annan flokk, er rikni politikkurin hjá vernadi samgongu á fiskivinnuøkinum. Kári Petersern, sum fyrr hevur stillað upp fyri Javnað- arflokkin og til fyri kortum var limur har, stillar nú upp fyri Sjálvstýrisflokkin. Um orsøkina til at velja minsta flokkin á tingi sigur hann vera, at bert hesin á lands- fundi hevur samtykt at taka undir við, at samfelagið skal eiga ágóðan av fiskiloyvunum. Men fiskiloyvivini eru seld. Er yvirhøvur nakar vegur aftur? - Helvtin av skaðanum er hendur, men vit kunnu fram- vegis bjarga seinna helm- inginum. Verandi fiskiloyvi eru søgd upp til 2018, og tá kann landsstýrið frítt selja tey soleiðis, at ágóðin fer í landskassan og harvið kem- ur føroysku borgarunum til góðar. Inntil tá mugu vit brúka skattlig tiltøk til at fáa ein part av tí mista inn- aftur yvir skattin, sigur Kári Petersen. Búskaparfrøðingurin og valevnið hjá Sjálvstýrisflokk- inum vísir á, at tær 300 mió. krónurnar sum árlig inntøka frá fiskiloyvum høvdu kom- ið landskassanum væl við. - Hugsa tær til, um hesin peningur, sum er fólksins ogn, kundi veri brúktur til íløgur og rakstur av føroyska samfelagnum. Til dømis til skúlar, heilsuverk, røktartæn- astur og aðrar tænastur? Í nýggjársrøðuni kom løgmað- ur inn á, at vit ikki mugu forða fyri stættarbýti í sam- bandi við partabrævamentan- ina, sum er nýggj í føroyska samfelagnum. Eg haldi tað vera eitt sindur løgið av løgmanni at koma við hesum formaningum, tá tað júst er fiskivinnupolitikkurin í hansara tíð í Tinganesi, at vit hava verið vitni til teir størstu handlarnar við fiskiloyvum. Hetta er størsti stættarmunur, sum er framdur í nýggjari tíð, sigur Kári Petersen. Hann ivast ikki í, at tað verður verri enn, um polit- iska skipanin ikki tekur sær um reiggj og ger nakað við trupulleikan. - Vit hava heilt sikkurt ikki sæð tær størstu sølurnar enn. Tað vísa royndirnar í Íslandi. Helst er bara ein spurningur um tíð til teir reiðarar, sum hava fingið tey hægstu keyps- tilboðini, fara at taka av. Her vil eg líka undirstrika, at trup- ulleikin ikki er, at teir selja, men at hetta yvirhøvur er møguligt hjá teimum og har- afturat sleppa at stinga hvørt oyra í egnan lumma. Enn tá uttan at gjalda eina krónu í skatt, sigur Kári Petersen, sum kallar politisku handfar- ingina av fiskiloyvunum fyri tað størsta sosiala órættvísi, sum er farið fram og kann halda fram í verandi skipan. - Tað, sum er skeivt við at fólk kunnu vinna sær nógvan pening úr veiðiloyvunum, er, at einstaklingar vinna milli- ardaupphæddir afturfyri at selja ein framíhjárætt, sum tey hava fingið sum gávu frá landsstýrinum. Var frítt hjá einum og hvørjum at fara út at fiska, so høvdu skipini verið seld fyri sítt virði sum framleiðslutól, og tað er fyri ein lítlan brotpart av verandi søluprísum. Bert framíhjá- rætturin at fara til ávísan fiskiskap ger, at skipini kunnu seljast fyri fleirfaldar upphæddir. Sølur avskepla samfelagið Kári Petersen heldur, at søl- urnar av stórum fiskiloyvum longu nú byrja at avskepla alt føroyska samfelagið. - Eins og í Íslandi, har 14 familjur eiga nærum allar fyritøkur av týdningi, síggja vit nú í Føroyum, at ein- staklingar við at selja fiski- loyvir, koma at eiga hundr- aðtals milliónir. Harvið fáa nøkur fá eitt fullkomið vald á øllum føroyskum vinnu- lívi, á politikki, fjølmiðlum og á samfelagnum sum heild. Hendan gongdin er longu byrjað í Føroyum, sigur Kári Petersen. Hann vísir á, at onkur javnaðarmaður sigur seg vera ímóti verandi skipan, men eingin er enn komin við nøkrum uppskoti, sum førir til, at landskassin fær ágóðan av at selja fiskiloyvini. - Enn er eingin króna kom- in í landskassan fyri nakað fiskiloyvi. Tvørturímóti legði samgongan í vár eitt uppskot fyri tingið, sum hevði givið reiðarum óupp- sigiligan rætt til alt fiskiríki- dømið undir Føroyum. Uppá tveir dagar ætlaði Javnaðar- flokkurin saman við sam- gonguni at lóggeva milliardir aftrat niður í lumman á reið- arunum. Hetta varð tíbetur avdúkað og av ótta fyri dómi veljarans, varð uppskotið broytt, so loyvini nú eru tíðar- avmarkaði til 2018, sigur Kári Petersen. - Bert Føroya fólk kann broyta kósina hjá politiska meirilutanum, tí allir sam- gonguflokkarnir hava fleiri ferðir greitt frá í tinginum, hvussu góða teir halda skip- anina vera, sigur Kári Petersen. Landskassin gevur milliardir burtur - Eg stilli fyrst og fremst upp til løgtingsvalið, tí verandi politiski meiriluti onki ger fyri at tryggja ognir Føroya fólks. Tvørturímóti verða hesar forerdar burtur til nakrar fáar einstaklingar, sigur Kári Petersen, búskaparfrøðingur Mynd: Jens Kristian Vang