hósdagur 3. januar 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 2 - 3. januar 2008
Ein sosialdemokrat
iskur flokkur við eini
sterkari religiøsari
dimensjón. Tað var
niðurstøðan, tá Mið
flokkurin sum fyrsti
flokkurin legði fram
sína valskrá fyri
komandi løgtingsval.
Mest hugvekjandi var
støða Miðfloksins um,
at almennur stuðul til
mentan og list einans
skal latast til kristiligt
virksemi
LøgtingsvaLið
Heini í Skorini
heini@sosialurin.fo
So legði fyrsti politiski
flokkurin fram sína valskrá
til løgtingsvalið tann 19.
januar á parnassinum á Haf
nia í morgun (hósmorgun).
Ein fundur, sum var alt ov
drúgvur fyri okkum, sum
hava evstamark sama fyrra
part, og sum hinir flokkarn
ir vónandi taka hædd fyri á
komandi tíðindafundum.
Við 17 punktum gjøgn
umgekk formaðurin Jenis
av Rana tey mál, sum Mið
flokkurin ynskir at arbeiða
fyri í komandi valskeiði.
Og flokkurin kann framveg
is lýsast sum ein sosial
demokratiskur flokkur við
eini
sterkari
religiøsari
dimensjón.
Humanistiskar
hóttanir
»At bera tað merki, sum eyð
kennir verkið, ið varðveitir
Føroyar, mítt land«.
Við hesum slagorðinum
á
stórskíggja
markeraði
Miðflokkurin, at høvuðs
endamálið framvegis er at
»verja absoluttu virðini á
kristna
grundstøðinum«,
sum tað stendur at lesa
undir punktinum »Tjóðar
frælsi«.
Humanisman setir menn
iskjuna í hásætið, men
kristindómurin setur skap
aran í hásætið. Miðflokkurin
fer framhaldandi at berjast
ímóti humanistisku lívs
áskoðanini, segði Jenis av
Rana. Formaðurin ávaraði
ímóti tí ávirkan, sum kemur
uttanífrá, og sum í fremsta
punktinum
í
valskránni
kemur til sjóndar, tá Mið
flokkurin skrivar, at alheims
gerðin má ganga báðar
vegir.
Vit taka ímóti øllum,
sum kemur uttanífrá, og
avnokta samstundis okkara
egna ríka arv. Tað er sum at
síggja ein hund, sum legst
fyri øllum, sum kemur
framvið. Miðflokkurin trýr
á egin virði og egið grundar
lag, segði Jenis av Rana.
Sami boðskapurin kom
til sjóndar í sambandi við
rúsdrekkalógina, har tað
stendur at lesa, at »nú
verandi liberaliseringskós
má vendast«.
At Smyril fekk skeinki
loyvi, og at tað nú er loyvt
at skeinkja uttandura í ávís
um støðum, er enn eitt dømi
um, at tað er brúk fyri
einum flokki sum Miðflokk
inum.
Kristiligt tjóðarfrælsi
Miðflokkurin er framvegis
ein loysingarflokkur, men
Jenis av Rana legði dent á,
at
hansara
fullveldis
verkætlan ikki er tann sama
sum hon hjá Tjóðveldi.
Okkara
tjóðarfrælsi
byggir á føroyska grund,
meðan Tjóðveldi í alsamt
størri mun byggir á eitt
danskt
virðisgrundarlag,
sum
undirgrevur
tann
kristna
siðaarvin,
segði
Jenis av Rana.
Um hetta í praksis merkir,
at hesir báðir flokkarnir
ikki longur kunnu samstarva
um
fullveldisspurningin,
soleiðis
sum
flokkarnir
áður hava gjørt, kom Jenis
av Rana ikki nærri inn á.
Men at formaður Mið
floksins tók sær stundir at
taka frástøðu frá Tjóðveldi,
er enn eitt dømi um, at
tónin millum flokkarnar er
harðnaður. Um Tjóðveldi
aftur skal í samgongu, er
ikki ósannlíkt, at flokkurin
fær brúk fyri teimum tveim
um ella trimum mandatun
um hjá Miðflokkinum, og tí
verður áhugavert at síggja,
hvussu viðurskiftini millum
hesar flokkar fer at laga
seg.
Almennur peningur
til kristiligt virksemi
Miðflokkurin leggur undir
punktinum
»Mentan
og
frítíð« dent á, at almennur
peningur í samband við
stuðul til mentan og list
einans skal latast til virk
semi, sum byggir á kristna
grund.
Hvat fólk finna uppá
privat, kann politiski mynd
ugleikin ikki gera so nógv
við, men tá vit fara eftir
skattaborgarans
peningi,
skal peningurin sjálvsagt
nýtast til virksemi, sum
føroyingurin
kann
taka
undir við. Tí hevur Mið
flokkurin eitt greitt mál um,
at stuðul til mentan og list
skal byggja á nøkur krøv,
sum liva upp til og samsvara
okkara kristna grundstøði,
segði tinglimur Miðfloksins
Bill
Justinussen
undir
tíðindafundinum.
Ein mentanarpolitikkur,
sum sambært Bill Justin
ussen merkir, at ein bóka
útgáva sum hon hjá Hans
Andrias Sølvará, »Guds orð
ella orð um Gud«, ikki skal
fáa almennan stuðul.
Sosiali profilurin
Umframt sjónligu átrúnað
arligu dimensjónina er val
skráin hjá Miðflokkinum
eyðkend av einum sterkum
sosialum profili. Millum
tey seytjan punktini, sum
flokkurin í morgun legði
fram, fekk almannapolitikk
ur, heilsupolitikkur og fam
iljupolitikkur stórt rúm, og
flokkurin ynskir aftur at
skipa familjupolitikk undir
egið málsøki.
Samanumtikið
heldur
flokkurin fram í tí kós, sum
áður hevur eyðkent Mið
flokkin, og sum byggir á
eina kombinatión av einum
sosialum profili við eini
sterkari religiøsari dimen
sjón.
Dansa 13. kvøld
Dansifelagið Tøkum Lætt skipar 5. januar fyri
13. kvølds dansi í Sjónleikarahúsinum í Havn. Í
stuttum skrivi boðar nevndin í Tøkum Lætt frá,
at tey hava bæði gólv og pall, so pláss er bæði
fyri at dansa og at hvíla beinini, sum tey taka til.
13. er 6. januar, sum er ein sunnudag. So fyri at
fáa dansin at fella á leygarkvøld, verður
dansurin altso 5.
Ritan í minking
Ritan minkar í bjørgunum í Føroyum. Tað er eisini galdandi fyri bjørgini í flestu
Norðurhøvum, og seinastu fýra árini hava verið serstakliga ring. Orsøkin er
helst, at hevur verið ov lítið til av nebbasild. Hetta boðar Fiskirannsóknarstovan
frá. Síðani 1988 er á hvørjum ári talt, hvussu nógvir rituungar í miðal komu
undan fyri hvørt reiður í Høvdanum í Skúgvi. Hesi úrslit vísa at árini eru sera
misjøvn. Bara 55 % av ritupørunum fáa ein unga á hvørjum ári, og tað er ov
lítið til at halda stovninum í javnvág. Men ein partur av teimum pisunum, sum
blivu floygdar tey góðu árini 19992002, eru uppi í búfuglastovninum nú. Tað
gevur vón um, at ritustovnurin kann menna seg aftur, sigur
Fiskirannsóknarstovan.
- Stuðul til mentan og list skal
einans latast til virksemi, sum
byggir á eitt kristiligt grundarlag,
segði Bill Justinussen, tá Mið-
flokkurin í morgun legði fram
sína valskrá fyri løgtingsvalið.
Her situr Bill undir liðini á
partamanninum Karsten Hansen
Mynd: Jens Kristian Vang
16
Almennur stuðul einans
til kristiligt virksemi