Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-03, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. januar 2008síða 8

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 2 - 3. januar 2008 Ein verkætlan, ið skal gera filmsvinnu til veruleika í Føroyum, er nú um at taka skap. Verkætlanin er eitt framhald av films­ summarskúlanum, sum var hildin fyri norðurlendskum ungdómum í 2006. M.a. stuðlar ES ætlanini NÝGGJ viNNa Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo - Eg ivist onga løtu í, at vit kunnu fáa eina filmsvinnu í Føroyum. Tað eru nógvir føroyingar, sum hava áhuga og sum eru undir útbúgving í filmi, og tey skulu hava møguleikan at taka stigi frá at hava eitt ítriv og til at skapa ein vinnuveg, sigur Steinbjørn í Dali, sum er verkætlanarleiðari Talan er um framhaldið av eini norðurlendskari verkætlan har Føroyar, Svøríki, Noreg, Finland og nú eisini Skotland eru við í. Tað eru Samvit og Klipp- fisk, sum í felag standa fyri føroyska partinum av verk- ætlanini, sum er skipaður soleiðis, at øll londini hava verkætlanir fyri egnum íbúgvum, umframt at tað so eisini eru nøkur felags til- tøk fyri ungdómar úr øllum londunum. Hesum felags partinum tóku føroyingar sær av í 2006, og tað var gjørt við einum business- spælið fyri íverksetarar, nevnt »start-up« og við filmssummarskúlanum, sum varð hildin í 2006. - Vit byggja víðari á hesi bæði hugskotini, men nú vilja vit samantvinna tey, og soleiðis taka tað eitt stig longri. Ætlanin er, at fáa ein seriøsan filmsskúla, har næmingarnir skulu gera fyritøkur og á tann hátt tengja filmsítrivið saman við vinnuni. Endamálið er, at fáa nakrar íverksetarar, sum fara at tora at skapa eina filmsvinnu í Føroyum, greiðir Steinbjørn í Dali, sum er verkætlanarleiðari á Samvit, frá. Professionellir lærarar Steinbjørn í Dali sigur, at hetta ikki er ein norður- lendsk filmsverkætlan burt- urav, tí hini londini hava aðrar verkætlanir. Svøríki hevur tónleik, Skotland hevur sjónleik og teatur og Noreg hevur filmstøkni og internetsamskifti. Bert Før- oyar hevur filmslist. - Tað, sum er so áhugavert við filmslistini er, at tað eru so nógvar listagreinar samantvinnaðar. Tú hevur m.a. video og ljóð, tú skalt skriva eitt leikrit og gera búnar, vísir Steinbjørn í Dali á. Hann sigur, at valið fall á filmslist, eftir at Jákup Veyhe, Jan Berg Jørgensen og Mikkjal Helmsdal høvdu havt Agurk sendingarnar á Svf. - Vit sóu hvussu stóran áhuga føroyingar høvdu fyri filmslist, tí tað komu óteljandi filmir inn til send- ingina. Tí settu vit okkum í samband við teir í Klippfisk, og fingu eitt samstarv í lag við teir, greiðir Steinbjørn í Dali frá. Filmssummarskúlin eyd- naðist sera væl í 2006, og Steinbjørn sigur, at teir løgdu støðið høgt við at fáa professionell fólk at undir- vísa. Bæði tí tey duga síni ting og hava drúgvar roynd- ir, men eisini tí, at tey kunnu vera ein stórur íblást- ur hjá teimum ungu, við tað, at tey hava prógvað, at filmsdreymurin kann gerast veruleiki. - Í ár taka vit tað so enn longri enn bert at hava ein summarskúla. Ætlanin er at gera ein kvøldskúla, sum kann byrja longu komandi summar, og sum kann halda fram inntil næsta films- summarskúlan, sum verður í 2009. Í høvuðsheitum fer kvøldskúlin at fara fram umvegis internetið, tí á tann hátt kunnu vit nýta viður- kend filmsfólk sum undir- vísarar, greiðir Steinbjørn í Dali frá. Skapa netverk Steinbjørn heldur, at hetta er eitt sera týdningarmikið samstarv fyri føroyingar. - Vit hungra eftir at fáa samband við onnur lond fyri at fáa nýggjan íblástur og skapa netverk. Hini lond- ini eru so stór, at tey hava nóg mikið í sær sjálvum. Men um vit ætla okkum, at filmurin skal vera ein vinnuvegur í Føroyum, so mugu vit fáa íblástur uttan- lands, tí her heima er eingin filmsmentan yvirhøvur, heldur hann. Av tí, at ein seriøs roynd nú verður gjørd fyri at fáa filmslistina til ein veruligan vinnuveg í Føroyum, verður Klippfisk umskipað, soleið- is, at felagið fær ein daglig- an leiðara, sum kann sam- skipa arbeiðið. - Vit eru langt aftanfyri grannalondini, tá tað kemur til filmslist, og um hetta skal gerast ein vinna í Før- oyum, mugu vit eisini á politiska pallinum gera okkum greitt, hvat vit vilja við hesum. Her er í øllum førum ein stórur møguleiki og ein stórur tørvur, vísir Steinbjørn í Dali á. - Verkætlanin eitur »No Cry«, ið stendur fyri Northern Creative Youth. - Verkætlanin er ætlað ungdómum í Føroyum, Svøríki, Skotlandi, Noregi og Finlandi, upp til umleið 25 ára aldur, tó er aldursmarkið ikki strangt. - Síðani seinasta filmssummarskúla, í 2006, eru fleiri føroyingar, sum hava tikið stigið fult út, og eru farnir undir filmsútbúgving. - Eftir seinasta filmssummarskúla vóru nakrir føroyskir næmingar bodnir til ein norskan filmsfestival, har teir sluppu at sýna egnar filmir fram. - Stuðul verður latin av ES, Nordisk Kulturfond, Vinnu- framagrunninum, umframt frá føroyskum fyritøkum. - Føroyski parturin av verkætlanini er eitt samstarv ímil- lum Samvit og Klippfisk. - Endamálið við verkætlanini er at skapa áhuga og karmar fyri eini filmsvinnu í Føroyum. FAKTA Filmsvinna á veg til Føroya - Sjálvandi ber tað til NÝGGJ viNNa Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo - Hetta er avgjørt eitt stig á leiðini til at fáa filmslistina á breddan í Føroyum. Eftir at summarfilmsskúlin eydnaðst so væl í 2006, settu vit okkum fyri, at vit vildu endurtaka hann. Nú fáa vit møguleikan við kvøldskúlanum og films- skúlanum í 2009, greiðir Jan Berg Jørgensen, sum er nevndarlimur í Klippfisk frá. Hann sigur, at fíggingin, sum fylgir við, ger, at Klipp- fisk verður ein aktivur og sjónligur felagsskapur. -At umsóknin varð ging- in á møti, prógvar, at vit kunnu vera við, og at vit hava fingið grønt ljós frá stórum altjóða felagskapum gevur verkætlanini ein ávís- an seriøsitet, so sjálvandi ber tað til at hava films- vinnu í Føroyum, heldur hann. - Vit hava nógvan kreativ- an ungdóm í Føroyum, men um tey ongantíð fáa møgu- leika at koma við í films- framleiðslu, so verður tað neyvan innan tað, tey út- búgva seg. So velja tey hel- dur myndlist ella tónlist ella okkurt annað. Tað ræður tí um at kunna tey um films- listina so tíðliga sum gjør- ligt fyri at fanga tey, sum tíma hetta, og sum eftir lokna útbúgving kunnu koma aftur og gera føroysk- ar filmir, heldur Jan Berg Jørgensen. - Skal filmslist gerast ein viðurkend vinna framyvir, er alneyðugt at hava fólk, sum veruliga trúgva uppá tað, og sum hava visjónir. Har hjálpir Miðlaverkstað- urin, sum nú er um at gerast veruleiki, við góðari hjálp frá Tórshavnar Kommunu, tí ungdómurin tíðliga verð- ur kunnaður um films- framleiðslu, greiðir Jan frá. - Samanbera vit okkum við Ísland, so áttu vit at havt framleitt einar 10-15 før- oyskar filmir, í mun til teirra 80. Men vit hava ikki ein einasta film, sum er framleiddur í Føroyum. Men tað kann broytast, og hendan verkætlanin er av- gjørt eitt stig á leiðini, stað- festir Jan Berg Jørgensen. - Í samband við verk- ætlanina hevur Klippfisk søkt eftir dagligum leiðara, og tað verður eitt fulltíðar- starv. Enn er starvið ikki sett, men tað er greitt, at tað verður hvørki Jan sjálvur, Jákup Veyhe ella Mikkjal Helmsdal, sum allir eru nevndarlimir í Klippfisk. Jan Berg Jørgensen, ið er ein av nevndarlimunum í Klippfisk, sigur, at hetta avgjørt er eitt stig á leiðini til at skapa eina filmsvinnu í Føroyum. Mynd Jens Kr. Vang Ein av norðurlendsku luttakarunum á summarfilmsskúlanum, sum var hildin í 2006. Í 2009 fáa norðurlendskir ungdómar aftur høvi at sleppa á filmsskúla í Føroyum, nú bæði ES, Nordisk kulturfond, Vinnuframi umframt føroyskar fyritøkur stuðlað verkætlanini. Mynd Jens Kr. Vang