Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-03, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. januar 2008síða 9

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 2 - 3. januar 2008 Rúsdrekkasøla Landsins boðar frá stórum vøkstri í søluni, bæði hvat krónum og nøgd viðvíkur RÚSDREKKA Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Um tað er tekin um góðar tíðir, ella tað bara er ein ábend­ing um, at føroyingar d­rekka meiri, skal ikki gitast um. Ein sannroynd­ er í hvussu er, at sølan av rúsd­rekka er munand­i økt í fjør í mun til árið fyri. Talan er um vøkstur í bæði nøgd­ og krónum. Hag­ talsuppgerðin var ikki liðug í morgun, men tað stend­ur í hvussu er fast, at mongu nýggju ølsløgini, sum Rús­ an byrjaði at bjóða sínum kund­um í heyst, gav ølsøl­ uni eitt øgiligt lop upp eftir. Sum nevnt vóru hagtølini ikki heilt klár í morgun, men har vóru greiðar ábend­­ ingar um, at innan øl, vín eins væl og sterkaru løgir­ nar var talan um økta sølu. Væntad­i hava vit fleiri og meiri ítøkilig tøl við í blaðn­ um í morgin. Rúsdrekka- sølan økt Introduktiónin av fleiri nýggjum útlendskum ølsløgum skapti eitt øgiligt lop í ølsøluni Meinhard Jacobsen, stjóri á Faroe Seafood, dylur ikki fyri, at árið í fjør var tungt. – Men tá vit deils avskriva óvirkin virðir, deils ikki sleppa at fiska og deils ikki fáa fiskin arbeiddan, tá vit hava hann, so má tað blíva tungt, sigur hann FISKIVINNA Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Eftir eitt tungt 2007 vóru vónirnar heilt rímiligar til árið í ár hjá Faroe Seafood­. ­ Ja, nú vóru vit til reiðar at taka eitt veruligt tak. Alt var klárt, góð skip og góðar manningar, so vit vóru rímiliga optimistiskir, eisini hvat prísunum viðvíkur. So at vit nú skulu byrja við ein­ um verkfalli er eitt rættiligt skot fyri bógvin, sigur Mein­ hard­ Jacobsen, stjóri á Faroe Seafood­. So seint sum beint und­an jólum komu nýggjastu trol­ ararnir hjá felagnum til land­ið, og millum annað tað skapti optimismu fyri komand­i ár. Felagið hevði í fjør havt stórar trupulleikar við d­eils at fáa fiskin til land­s, og – tað sum verri var – at fáa hann arbeid­d­an, tá hann var har. Tískil hevur ikki borið til at levera vøruna, og virk­ ini hava staðið óvirkin. Hetta hevur verið ein stórur trupulleiki og ein tungur postur í roknskapinum, tí neyðugt hevur verið at avskriva óvirkin virðir. ­ Hetta er nakað, sum tyngir ógvuliga nógv í rokn­ skapinum, tí her er talan um tveysifraðar millióna­ upphæd­d­ir. Tað merkir kort­ ini ikki, at samlaða und­ir­ skotið verður so stórt, men at tað verður eitt und­irskot, rokni eg við, sigur Meinhard­ Jacobsen. Vátan vøttin Sum nevnt vóru vónirnar fyri hesum nýggja árinum rættiliga góðar, ikki minst við nýggja parinum, sum kom í flotan beint und­an jólum. ­ Tað er serliga hend­an tíðin, at væl er at fáa. Januar er rættilig inntøkutíð hjá bæði skipum og manning­ um, og harvið sjálvand­i eis­ ini vikjunum. Tí er tað nærmast katastrofalt, at missa hesa tíðina orsakað av verkfalli. Tað er sum at fáa vátan vøttin beint í and­­ litið, sigur Meinhard­ Jacob­ sen. Hann vísir á, eins og Mikkjal Hammer gjørd­i í blaðnum í gjár, at januar mánaði ofta roynist framúr væl, og tí rakar eitt verkfall júst hesa tíðina serstakliga hart, ikki bert hjá øllum í vinnuni, men eisini í sam­ felagnum sum heild­. Tað sigur seg tí sjálvt, at stjórin í Faroe Seafood­ hev­ ur verið noyd­d­ur at end­ur­ skoða vónirnar fyri 2008. ­ Tað tykist í løtuni vera ómøguligt at siga, nær verk­ fallið end­ar, so tað sær út til, at vit kunnu verða noyd­d­ir heilt niður á botn at vend­a, sigur Meinhard­ Jacobsen. Mist vónina Verkfallið er eitt, men har kann so roknast við einari loysn fyrr ella seinni. Verri held­ur stjórin á Faroe Sea­ food­ tað stend­ur til við aft­ urvend­and­i trupulleikanum at fáa manna flakavirkini. ­ Eg havi avskrivað, at tað koma broytingar í útlend­ingalógina. Har tykist stutt sagt ikki at vera nakar politiskur vilji til at loysa hetta málið, sigur Meinhard­ Jacobsen. Hann sigur, at skaðin langt síðani er hend­ur í flakavirkisvinnuni, men hann væntar kortini ikki, at nakað verður gjørt, fyrr enn alt samfelagið er um at stegða upp. Tí tað er tann føroyski mátin, sum hann málber seg. Og júst av tí sama skal tað und­ra hann nógv, um føroyingar fara at merkja nakran búskaparligan vøkst­ ur í ár. ­ Sum støðan er d­ugi eg als ikki at síggja nakra upp­ gongd­. Vantand­i loysn á útlend­skari arbeiðsmegi í Føroyum hevur longu kosta flakavinnuni ótrúliga nógv. Vit klára at virðisøkja hvørt kilo av upsa 100%, so keypa vit hann inn fyri 6 krónur, flyta vit hann út fyri 12. Og er politiski mynd­ug­ leikin ikki áhugaður í tí, so er tað bara heilt burturvið, sigur Meinhard­ Jacobsen, stjóri í Faroe Seafood­. Tungt ár hjá Fiskavirking Stjórin á Faroe Seafood, Meinhard Jacobsen, hevur verið noyddur at endurskoða tær annars rímiliga bjørtu vónirnar fyri 2008, nú árið byrjaði við einum verkfalli hjá fiskimonnum Eg eri til reiðar Í samband­i við kreppuna, sum Farex er komið í, hevur ljóðað, at ein av høvuðseigarunum, Kaj Leo Johannesen, formaður í Samband­s­ flokkinum, ikki vild­i seta meiri pening í felagið. Men hetta avsannar hann. – Eg eri til reiðar at seta meiri pening í felagið. Eg havi ikki verið aktivur í felagnum seinastu fýra árini, men eg eri nevnd­arfor­ maður og havi tí eisini ábyrgd­. Eg havi fult álit á Róa Egholm, og havi d­ámt væl tær loysnir og uppskot til loysnir, sum higartil eru komnar fram. Men tað er eyðsæð, at tað skulu aðrir íleggjarar til, tí tað er neyðugt við einum peningasterkum felag, skulu vit stand­a okkum í altjóða kappingini, sigur Kaj Leo Johannesen. Hava skapt kapping Sum nevnt er Kaj Leo Johannesen til reiðar at kommitta seg til Farex, um loysnin av umskipan og umlegging av felagnum annars vísir seg burðard­ygg. Og tað hevur týd­ning, at felagið framhald­and­i kann verða við í kappingini á marknaðinum. – Kapping er sum kunnugt sunn og er við til at hald­a prísstøðinum, og tað hava vit verið við til at gjørt seinastu tíggju árini, sigur Kaj Leo Johannesen, nevnd­arformaður í Farex.