hósdagur 3. januar 2008síða 10
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 2 - 3. januar 2008
- Tað tykir mær, sum
formaðurin í Føroya
Fiskimannafelag
gongur ógvuliga
lætt um støðuna,
og eg ivist í, um
tað, sum hann førir
fram, er haldbart.
Hann kemur ikki
við nøkrum útrokn-
ingum upp á nakað
sum helst. Hetta er
ein álvarslig støða fyri
vinnuna, sigur Dánjal
Jacobsen, reiðari í
Vestmanna
Verkfallið
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tað var hin 19. desember,
at semingsstovnurin við
Terja Sigurðssyni á odda
gavst við royndunum at
finna semju millum Føroya
Fiskimannafelag og Føroya
Reiðarafelag.
Føroya Fiskimannafelag
hevði longu eina viku
frammanundan lýst verkfall
at koma í gildi 12. desember,
men við tað, at semings
stovnurin vildi gera enn
eina roynd at finna semju,
útsetti stovnurin eitt møgu
ligt verkfall í eina viku.
Hendan seinasta royndin
bar ongan veg, tí partarnir
stóðu so langt frá hvørjum
øðrum, og tá ið samráðing
arnar endaliga slitnaðu hin
19. desember, lýsti nevndin
í Føroya Fiskimannafelag
verkfall frá klokkan 18 at
rokna.
Í fráboðanini hjá felag
num varð sagt, at verkfallið
fevnir um allar limir felag
sins, ið sigla við skipum,
sum hoyra undir økið hjá
Føroya Reiðarafelag.
Vegna stjórnina í Føroya
Fiskimannafelag stóð Jan
Højgaard, felagsformaður
undir fráboðanini.
Einki í ljósmála
Tað eru nú stívliga fjúrtan
dagar, síðan fiskiflotin varð
lagdur, men enn røkist einki
fyri, at partarnir fara at sess
ast aftur við samráðingar
borðið.
Formaðurin
í
Føroya
Fiskimannafelag hevur latið
formannin í Føroya Reið
arafelag vita, at umboðini
fyri fiskimenn eru til reiðar
at samráðast, um felagið
hjá reiðarunum heldur, at
okkurt er at samráðast um.
Á hinari síðuni hevur Før
oya Reiðarafelag bjóðað
fiskimonnum framhald av
verandi sáttmála umframt
nakrar krónur upp á eftir
lønina. Í aðrar mátar sigur
felagið hjá reiðarunum, at
tað eru fiskimenn, sum eru
farnir í verkfall, og tí liggur
bólturin hjá teimum.
Jan Højgaard hevur sagt,
at felagið vil ikki hoyra tal
an um, at fiskimenn í størri
mun skulu luttaka í oljuút
reiðslunum hjá skipunum,
men við uppskotinum hjá
reiðarunum um leingjan,
sleppa fiskimenn undan
øktari luttøku í oljuútreiðsl
unum.
Og so kortini er støðan
millum partarnar at síggja
til púrasta fastløst.
Semingsstovnurin
fer
neyvan at kalla partarnar
saman aftur, fyrr enn stovn
urin metir, at samráðingarnar
kunnu føra til semju, men
so leingi, sum hvørgin part
urin letur nýggjar hurðar á
glopp, eru útlitini til nýggjar
samráðingar døpur.
Gongur ov lætt
Ein av reiðarunum í Vest
manna, Dánjal Jacobsen,
sum eigur ísfiskatrolaran
Vesturbúgvan og helmingin
av
ísfiskatrolarunum,
Nornagesti og Kolumbusi,
heldur, at formaðurin í Før
oya Fiskimannafelag gong
ur ov lætt um álvarsomu
støðuna, sum fiskiflotin er
komin út í.
Tað tykir mær, sum Jan
Højgaard gongur ógvuliga
lætt um støðuna, og eg ivist
í, um tað, sum hann førir
fram, er haldbart.
Dánjal sigur seg hava
heft seg við, at formaðurin í
Føroya Fiskimannafelag í
sínum úttalilsum ikki kemur
við útrokningum upp á nak
að sum helst, men sleingir
um seg við ymiskum
leysum pástandum.
Tað heldur hann vera
ógvuliga
undrunarvert
og
órógvandi,
nú
fiskiflotin hevur ligið í
meira enn fjúrtan dagar.
Hetta er ein álvarslig
støða fyri skipavinnuna.
Í okkara parti av flotanum
er støðan tann, at tað skal
ganga rættiliga væl, um
skiparaksturin skal fáast
at hanga saman, nú oljan
er vorðin ein so tyngjandi
partur á útreiðslusíðuni,
sigur hann.
Gera okkurt annað
Í samrøðu við Rás 2 í
gjár segði formaðurin í
Føroya Fiskimannafelag,
at fiskimenn bara kunnu
fara at gera okkurt annað,
meðan verkfall er. Í
hesum lá, at verkfallið
saktans
kann
gerast
drúgt.
Dánjal
heldur
hesi
úttalilsi vera undarlig og
vísir á, hvussu torført
summir
skipabólkar
longu nú hava við at
halda upp á fólkið, tá ið so
nógv onnur tilboð eru uppi
á landi – og í útlandinum.
Eg freistast næstan at
siga, at heldur Jan, at fleiri
fiskimenn líka so væl
kunnu gera okkurt annað,
so kundi hann latið teir,
sum tíbetur vilja sigla,
sleppa at siga.
Reiðarin vísir á, at tað er
alt avgerandi fyri skipini, at
tey hava gott fólk.
Fólkið er grundarlagið
undir fiskiskipavinnuni, og
við góðum fólki kanst tú
fáa tað at bera til, tá ið
annars sær eitt dapurt út.
Tað er fólkið, sum ger, at
teir
smáu
marginalarnir
Jan gongur ov lætt um ál
Ársins danski DJ í Føroyum
Leygarkvøldið vendir Dj Kato plátum í Eclipse. Danski
plátuvendarin er nógv frammi í heimlandinum í løtuni og vann bæði
”Årets Danske Mainstream DeeJay” og ”Danish Deejay Battle” í
2007. Harumframt hevur Kato framleitt fleiri stór hitt fyri onnur
tónleikanøvn, eitt nú Infernal, DJ Aligator og The Loft. Tónleikurin
hjá Kato hoyrir til breiða Housetónleikin við íblástri frá soul, funk,
klassiskum, hip hop og R’n’B. Sum plátuvendari leggur Kato seg
eftir at endurframleiða tann tónleik, ið er uppi í tíðini.
Helmer keypir meira fipur
Íverksetarin og milliarderurin Finn Helmer, sum í fjør vitjaði í
Føroyum og hevði fleiri fundir her, hevur gjørt enn eina stóra íløgu.
Maðurin, sum vann sær milliardir av krónum við at selja fyritøku
sína Giga til Intel, hevur keypt uppaftur meiri av
breiðbandsfyritøkuni ComX. Nú eigur hann tilsamans 75% av
partabrøvunum í fyritøkuni, sum væntandi verður yvirtikið av
Comendo innan stutta tíð. ComX mennir fipurkáplar til netloysnir,
og umsita millum annað 400 km fipursamband.
Vestmanna er trolarabygd burtur av, og nú verkfall er
í fiskiskipaflotanum, royna reiðarar at gera eitthvørt,
sum hevur ligið á láni – ella okkurt, sum skal gerast í
nærmastu framtíð
Mynd: Birgir W. Høgnesen
- Skulu partarnir semjast í sáttmálatrætuni, er neyðugt at tosa um veruleikar – og ikki leysar pástandir, sum eingi tøl verða sett á,
heldur Dánjal Jacobsen, reiðari í Vestmanna
Mynd: Birgir W. Høgnesen