Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-03, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. januar 2008síða 11

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 2 - 3. januar 2008 11 tíðindi varsligu støðuna Kringvarpsstjóri til Nótaskip Felagið Nótaskip hevur sett Jógvan Jespersen í starv sum stjóra í felagnum. Tað boðar felagið frá í tíðindaskrivi. Uppgávurnar í felagnum eru alsamt vorðnar fleiri og størri, og tí hevur nevndin avgjørt at seta ein stjóra at taka sær av hesum. Talan er um eitt nýtt starv, og uppgávan hjá stjóranum verður at hava dagligu umsiting felagsins um hendi, og annars at røkja áhugamál felagsins. Jógvan Jespersen tekur við starvinum 1. apríl. Undir hentleikaflagg Blikur og Lómur fara undir hentleikaflagg, og bara helvtin av teim­ um 32 monnunum, sum hava siglt við skipunum, halda fram hjá Faroe Ship, nú siglingin hjá felagnum verður broytt. Eimskip í Íslandi eigur Faroe Ship, og tað vera í stóran mun skip hjá Eimskip, sum fara at røkja siglingina til og úr Føroyum. – Nýggju skipini, Polfoss og Hólmafoss, sum fara at sigla til og úr Føroyum, eru skrásett í føroysku skipaskránni, og allir fýra skipararnir verða føroyingar, meðan restin av manningini verður útlendsk, sigur stjórin í Faroe Ship, Jóhanna á Bergi, við Kringvarpið. Nýggi Lómur og Blikur, sum loysa teir gomlu av, eru skrásettir í Limassol. - Okkara royndir vísa, at tað loysir seg ikki at siga upp sáttmálan við Føroya Reiðarafelag, um vit ikki hava onkra serliga átrokandi broyting, sigur formaðurin í FSN, Eyðstein Djurhuus Sáttmáli Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Sáttmálin millum Føroya Skipara­og Navigatørfelag kundi sigast upp til at fara úr gildi 1. januar 2008. ­ Vit umhugsaðu gjølla, um sáttmálarnir skuldu sigast upp. Vit høvdu frætt, at Føroya Fiski­ mannafelag hevði sagt allar sáttmálarnar upp. Okkara royndir eru, at um vit ikki hava onkra sera átrokandi broyting, loysir tað seg ikki at siga upp. Tó hevði verið gott at fing­ ið eftirlønina nakað upp. Tað segði formaðurin í Føroya Skipara­og Naviga­ tørfelag, Eyðstein Djur­ huus, á aðalfundi fríggja­ dagin. Oljan órógvaði Hann vísti á, at við sein­ astu sáttmálasamráðingar var eftirlønin eitt sera tungt mál at fáa ígjøg­ num. ­ Føroya Reiðarafelag hevði tann hugburð, at um vit vilja hava meira í eftir­ løn, so skal okkurt latast afturfyri. Nevndin metti ikki, at ráðiligt var at fara til samráðingar og verða noyddir at keypa sær nakrar krónur upp á eftir­ lønina. Eyðstein Djurhuus segði, at høgu oljuútreiðsl­ urnar eisini órógvaðu. ­ Tí varð gjørt av ikki at siga nakran sáttmála upp. Tó segði Føroya Reiðara­ felag sáttmálarnar fyri nótaskip og ídnaðarskip upp, men sjálvur høvuðs­ sáttmálin er ikki uppsagd­ ur. Eyðstein legði aftrat, at Maskinmeistarafelagið hevði nøkulunda somu støðu sum FSN. Eingin uppíblanding Formaðurin nam eisini við oljuprotokollátið, sum hevur verið nógv umrøtt. ­ Partur av ósemjuni millum Føroya Fiski­ mannafelag og Føroya Reiðarafelag eru tær øktu oljuútreiðslurnar, og við seinastu samráðingar kom oljuprotokollátið inn í sáttmálan. Vit leggja okk­ um ikki út í ósemjuna mill­ um feløgini, segði hann. Tað loysti seg ikki at siga upp Føroya Reiðarafelag hevur sagt upp sáttmálarnar fyri nótaskip og ídnaðarskip, men ikki høvuðssáttmálan, sigur Føroya Skipara-og Navigatørfelag Mynd: Vilmund Jacobsen fella skipum og manning til fyrimunar. Dánjal leggur dent á, at tað er altavgerandi fyri fiski­ skipaflotan, at hann í eini tíð, har verkfall rakar, ikki missir tað góða fólkið í aðra vinnu. ­ Tað er ein øgilig kapping um fólkið, og tað eru iva­ leyst nógvir, sum hava virk­ semi uppi á landi, ið høvdu viljað havt nakrar fiskimenn til arbeiðis, nú teir kortini ganga heima. Gera smáttaríir Í sambandi við verkfallið hevur Føroya Fiskimanna­ felag eisini noktað limum sínum at gera tímalønt arbeiði, sum hevur við fiskireiðskap og skipini at gera, nú fiskiskipaflotin liggur. Í Vestmanna hava skipa­ eigarar stákast á bryggjuni og hava roynt at gjørt okkurt við skipini, sum antin hevur ligið á láni – ella okkurt, sum skal gerast í nærmastu framtíð. Soleiðis hava reiðarar havt kavarar niðri, sum hava skift sink. ­ Vit hava ikki havt kavar­ ar niðri, men eg havi skilt, at teir hava skift sinkini á Vestmenningi og Fram, sum áður eru longdir. Dánjal vísir á, at summi skip verða málað soleiðis, at neyðugt ikki er at taka tey upp á hvørjum ári, men heldur annaðhvørt ár. ­ Eg havi ikki spurt meg fyri, men eg haldi, at tað serliga eru sinkini, sum kavarar hava fingið við at skifta. Hann sigur, at tað er kom­ ið fyri, at skipini, sum hann varðar av, hava verið tvey ár sjónum út í eitt, men vanligt hevur verið, at tey eru uppi á hvørjum ári. ­ Nú verkfall er, verður eingin maður biðin um at koma til arbeiðis á bryggj­ uni ella umborð á skipunum, leggur hann aftrat. Høvdu havt loyst Reiðarin í Vestmanna sigur, at fleiri av ísfiskatrolarunum í Vestmanna høvdu havt loyst, um verkfall ikki var, men hann dugir ikki at seta nøkur tøl á, hvat skip og manning missa hvønn dag­ in. ­ Tað er ógjørligt at siga, hvat vit missa hvønn dagin, skipini liggja. Alt veldst um veðurlag, fiskiskap og fiskaprísir. Hinvegin hava fleiri skip, sum áður hava loyst 3. jóladag, gjørt góðar, og manningarnar hava tjent nógvan pening longu í byrj­ anini av árinum. Dánjal heldur, at tað er keðiligt, at tvídráttur nú eru í fiskiskipavinnuni, tí sum hann tekur til: ­ Vit eru allir í sama báti, og tað er ongantíð gott, tá ið tvístøða kemur í. Vit kunnu bara vóna, at partar­ nir fara at sessast aftur við samráðingarborðið og finna út av at loysa sáttmálatrætuna á skilabesta hátt. Hann ásannar kortini, at støðan tykist rættiliga fast­ løst í løtuni, og eingi útlit eru til semju, soleiðis sum landið liggur beint í løtuni. ­ Skulu partarnir semjast, er fyrsta treytin, at tað er veruleikin, sum er á borði­ num – og ikki leysir og ódokumenteraðir pástandir, sigur Dánjal Jacobsen, reið­ ari. Kavarar hava verið niðri og skift sinkini á Vestmenningi og Fram Mynd: Birgir W. Høgnesen