hósdagur 3. januar 2008síða 29
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 2 - 3. januar 2008
kunna ganga runt um míni
egnu hús, staðfestir Heri.
So við og við gjørdist
tankin um at keypa eina eig
araíbúð ikki bara lokkandi,
men mest sum eyðsýndur
fyri Hera og Ann.
Ikki tí, vit høvdu tað frá
líkt, har vit búðu saman við
verforeldrunum á Norðasta
Horni, men fyrr ella seinni
vil man jú hava sítt egna.
Tá møguleikin so beyðst at
keypa eina spildurnýggja
íbúð í sama øki, var lítið at
ivast í longur, sigur Heri,
sum stutt fyri jól tískil
kundi seta føtur undir egið
borð á triðju hædd fyri 1,7
milliónir.
Grannarnir á
Heimasta Horni
Eitt frálíkt grannalag, vøkur
náttúra og eitt útsýni, tey
flestu munnu øvunda teim
um, eru nú karmar um
nýggja heimið hjá Hera,
Ann og synunum Andrew
og Hørður. Úr stovuvind
eyganum síggja tey út yvir
Nólsoynna, út á Argir og
yvir á Velbastaðháls. Beint
omanfyri bygningin er hag
in, og stutt er inn til býin.
Og nú, fólk eru flutt inn í
flestu íbúðirnar í bygningi
eitt, er eitt serligt huglag
við at breiða seg í granna
lagnum.
Her búgva fólk í øllum
aldri – frá heilt ungum
familjum við smáum børn
um til eldri pensjónistar.
Enn er alt so nýtt, men tey
tykjast øll sera vinarlig og
blíð, so tað verður nokk
ikki leingi, til eg fari á gátt
hjá onkrum at lána ein kopp
av sukri, sigur Heri, sum
kennir seg sera hepnan at
vera partur av hugnaliga
grannlagnum.
Hóast grannarnir enn ikki
kennast so væl, er tey longu
samd um, hvussu gøtan, tey
búgva á, skal eita
Vit fara at heita á komm
ununa um at kalla gøtuna
Heimasta Horn, sum hetta
økið jú kallast frammanund
an, sigur Heri, sum saman
við dámuni, synunum, dóttr
ini Karin og verforeldrunum
fekk eina sera hugnaliga
byrjan í heiminum á Heim
asta Horni, har tey øll hildu
jól saman.
Nýtt íbúðarmynstur
At byggja ella keypa hús er ikki einasti møguleikin
longur hjá føroyskum familjum at fáa føtur undir egið
borð. Seinnu árini eru byggifyritøkur í alsamt størri
mun farnar at undir at byggja íbúðarbygningar, har
fólk hava høvið at keypa sær eina eigaraíbúð.
Stutt fyri jól var størsta íbúðarbyggingin av hesum slag
í Føroyum tikin í nýtslu. Bygningarnir liggja við
Velbastaðvegin og fevnir øll byggiætlanin um um átta
bygningar við 12 íbúðum í hvørjum í trimum ymsum
støddum. Við serliga breiðum hurðum og lyftu í
hvørjum bygningi, er eisini lagaligt hjá fólki í koyristóli
at koma fram.
Bygningarnir eru viðlíkahaldsfríir, meðan eigarafelagið
hevur ábyrgdina av felagsøkjunum uttanfyri, so sum
spæliplássi og líkn.
Sambært tíðarætlanini verða allir átta bygningarnir við
teimum í alt 96 íbúðunum tiknir í nýtslu við árslok í ár.
Íbúðarbyggingin við Velbastaðvegin í Havn er tann størsta
verkætlan av sínum slag í Føroyum
Íbúðin á Heimasta Horni kann avgjørt blíva eitt verandi stað í nógv
ár framyvir, halda tey bæði, Heri og Ann, sum júst eru flutt inn í
nýggju íbúðina saman við synunum
Andrew og Hørður hava fingið sítt egna kamar, har gott pláss er at spæla og fyri nógvum leikum
Familjan stórtrívist í nýggju íbúðini. Her eru tað Ann, Andrew og Hørður sum hugna sær í
køkinum
tíðindi 29