Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-03, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. januar 2008síða 30

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 2 - 3. januar 2008 Stutt Sagt 886 tikin við markið Danska løgreglan tók í fjør 886 útlendskar ríkis­ borgarar, sum ætlaðu at sníkja sær ólógliga um markið úr Týsklandi. Av teimum 886 vóru 92 børn, og tey flestu vóru úr Irak. Løgreglan sigur, at talið er næstan 20 prosent størri enn í 2006. Hinvegin er talið á mannasmuglarum minkað úr 124 í 96. Løg­ reglan heldur kortini ikki, at tað er nakað tekin um, at smuglararnir eru færri í tali nú, men heldur at færri verða tiknir. Upptøkur skulu kannast Amerikanski løgmálaráð­ harrin, Michael Mukasey, gav í gjár embætisverki­ num í løgmálaráðnum boð um at kanna sjón­ bandaupptøkurnar, sum vísa, hvussu CIA hevur avhoyrt menn, ið hava verið undir illgruna fyri at hava samband við al­ Qaeda. Blaðið New York Times skrivaði herfyri, at upptøkurnar avdúka, at agentarnir hjá CIA fóru harðliga fram undir av­ hoyringunum. Tað hevur CIA avsannað, men kort­ ini hevur løgmálaráðharrin gjørt av, at upptøkurnar skulu kannast. Turkar banna royking Tyrkiska tjóðartingið við­ gjørdi í gjár eitt lógarupp­ skot um at banna royking í øllum hølum, sum eru opin fyri almenninginum. Millum hølini, sum koma undir lógina, eru mat­ stovur og kaffistovur, og uppskotið fær stuðul frá stjórnarflokkinum, sum hevur tann neyðuga meiri­ lutan til at samtykkja tað. Verður uppskotið samtykt, fáa matstovurnar, kaffi­ stovurnar og hini hølini, ið koma undir lógina, seks mánaðir til at fáa sær serlig roykirúm. Kanning­ ar hava víst, at umleið 40 prosent av øllum turkum oman fyri 15 ár roykja. SAMBAND árNi joeNSeN fArtekSt@MAil.Dk – Hetta kann ikki halda fram. Vit mugu gera av við yvirgangsmenninar eina ferð med alla (Pervez Musharaf, forseti) útlond Nógvar kvinnur eru neyðtiknar fyri eygu­ num á teirra næstu Ófriðurin aftan á forseta­ og tjóðartingsvalið í Kenya hevur gjørt, at summastaðni í landinum er tað vanda­ mikið at vera kvinna. Í høvuðsstaðnum Nairobi er talið á neyðtøkum vaksið sera nógv, síðani ófriðurin kyknaði. Sam Thenya, sum er leiðari á einum kvinnu­ sjúkrahúsi í Nairobi, sigur við Reuters, at talan er ikki um vanligar neyðtøkur long­ ur, tí í flestu førum eru kvinnurnar neyðtiknar fleiri ferðir. Bara tað seinasta samdøgrið eru 19 neyðtikn­ ar kvinnur komnar á sjúkra­ húsið. ­ Fleiri av kvinnunum hava greitt frá, at tær blivu neyðtiknar fyri eygunum á sínum næstu, og í flestu førum vóru fleiri menn um illgerðina. Vit stúra fyri, at tað eru bara tær fáu, sum koma higar, tí hinar kvinn­ urnar siga okkum, at fleiri orka ella tora ikki at fara á sjúkrahúsið, sigur Sam Thenya. ST­umboðsstovan í Nai­ robi váttar, at kvinnur hava verið fyri grovum kynslig­ um ágangi undir ófriðin­ um. Óttast fólkadráp Fólk, sum arbeiða hjá yms­ um neyðhjálparfelagsskap­ um í Kenya, siga seg bera ótta fyri, at ófriðurin kann elva til etniskan ágang, og at tað kann enda sum fólka­ dráp eins og í Rwanda í níti­ árunum. Danski sendiharrin í Kenya, Bo Jensen, væntar kortini ikki, at tað fer at henda. ­ Tað er rætt, at etniskur spenningur er ein partur av ósemjuni um valið og ófrið­ inum síðani, men tey flestu í Kenya vilja fegin hava enda á ófriðinum, og at tað aftur verður friður, sigur Bo Jensen við TV2. Sambært kenyansku myndugleikunum hevur ófriðurin síðani valið sein­ asta hósdag kostað 328 mannalív. Hóast mótmæli varð tann 27 ára gamla Rahele Zamani hongd í einum fongsli í Iran í gjár Rahele Zamani varð dømd til deyða herfyri, tí hon hevði beint fyri manni sín­ um. Í rættinum greiddu hon og verjin frá, hvussu illa maðurin var farin við henni, men tað ávirkaði ikki dóm­ ararnar. Dómararnir lótu seg held­ ur ikki ávirka av, at Rahele Zamani átti tvey børn, eina fimm ára gamla gentu og ein trý ára gamlan drong. Í rættinum bað hon grátandi dómararnar loyva sær at vera saman við børnunum. Hon fekk 14 dagar. Í gjár endaði hon í gálg­ anum, og sambært mannar ættindafelagsskapinum Hu­ man Rights Watch skuldu níggju onnur heingjast í Iran í gjár. Amnesty Inter­ national sigur, at iransku myndugleikarnir avrættaðu 297 fólk í fjør. Málið um Rahele Zamani vakti ans víða. Norska stjórnin mótmælti deyða­ dóminum. ­ Tað er ræðuligt, at tey bæði børnini skulu veksa upp faðir­ og móðirleys, sig­ ur Raymond Johansen, sum er stjóri í norska uttanríkis­ ráðnum, við Aftenposten. Hann leggur afturat, at Noreg fer at endurtaka sítt mótmæli, nú deyðadómurin er framdur í verki. Nú er Rahele tikin av døgum Hópneyðtøkur gerandis­ kostur í Kenya – Lat meg sleppa at vera saman við mínum børnum, bað Rahele Zamani. Men til fánýtis Stjórnin hevur sent herin at steðga ófriðinum, og í morgun brúkti herurin fyri fyrstu ferð táragass ímóti fólki, sum sýta fyri at góðkenna valúrslitið