hósdagur 3. januar 2008síða 31
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 2 - 3. januar 2008
31
Í dag fáa amerikanar
arnir ta fyrstu ábend
ingina um, hvussu
teirra næsti forseti fer
at eita
Tann 4. novembur skulu
amerikanararnir velja nýggj
an forseta, og í kvøld ella í
nátt fáa teir kanska ta fyrstu
ábendingina um, hvussu
hann ella kanska hon fer
at eita. Í dag er uppstilling
arval í Iowa, og longu um
fimm dagar verður val í
New Hampshire.
Amerikanskir eygleiðarar
og valserfrøðingar eru samd
ir um, at hesaferð er tað
serliga torført at meta um,
hvør verður valevni í heyst.
Ein meiningakanning hjá
Pew Research Centre í gjár
vísti, at teir republikonsku
veljararnir vilja hava sena
torin John McCain, men at
hann er í sera harðari kapp
ing við fyrrverandi New
Yorkborgarstjóran,
Ru
dolph Giuliani, og baptista
prestin Mike Huckabee.
Huckabee og Obama
Í Iowa er tó lítil ivi um, at
Mike Huckabee fer við
teimum flestu republikonsku
atkvøðunum í dag. Hann er
sera væl umtóktur ímillum
tey sokallaðu ”víðgongdu
kristnu” og fær eftir kann
ingunum umleið 32 prosent
av teimum republikonsku
atkvøðunum. Mormonarin
Mitt Romney lá annars
leingi á odda í Iowa, men
fær nú 26 prosent.
Á veljarafundi í býnum
Sergeant Bluff heitti Mike
Huckabee á fólk um at
brúka allar snildir fyri at
hjálpa sær at vinna valið í
Iowa
og
forsetavalið
í
heyst.
Tit skulu rudda mær
vegin til Hvítu Húsini. Tit
skulu ikki fara einsamøll á
val. Fyllið bilin við fólki.
Ella ein vøruvogn. Takið
kirkjubussin og fyllið hann
við fólki og koyrið tey á val
støðini at atkvøða fyri mær,
segði Huckabee.
Hjá demokratunum er
hørð kapping í Iowa. Teir
seinastu
dagarnar
hava
kanningar bent á, at Barrack
Obama fór at vinna rættiliga
trygt við umleið 32 prosent
um, meðan Hillary Clinton
og John Edwards sóu út til
at fáa umleið 25 prosent í
part. Men eru tær seinastu
kanningarnar eftirfarandi,
er munurin tódnaður.
útlond
Iowa – tann fyrsta royndin
Kanningar vísa, at
nógvir amerikanskir
veljarar vilja hava
eina broyting
eina nýggja kós,
og tað kann koma
demokratinum
Barrack Obama væl
við í Iowa í dag
Sum tann fyrsti av teimum
50 amerikonsku statunum
hevur Iowa uppstillingarval
í dag. Tær seinastu vikurnar
hava valevni hjá báðum
flokkum ferðast aftur og
fram og hildið eitt ótal av
veljarafundum, har tey hava
roynt at sannføra Iowavelj
ararnar um, hvat teir skulu
gera seinni í dag.
Ímeðan hava valserfrøðing
ar kannað, hvat kann avgera
valið í Iowa og í hinum
statunum, og teir flestu er á
einum máli um, at spurn
ingurin um eina nýggja kós
hevur stóran týdning hjá
báðum flokkum. Í heyst vísti
ein kanning, at 46 prosent av
teimum spurdu vildu hava
eina
nýggja
kós
í
amerikonskum politikki, og
ein kanning gamlaárskvøld
segði tað sama.
Nýtt og gott gamalt
Washington Post heldur, at
kravið um eina nýggja kós
kann vera ein fyrimunur
fyri Barrack Obama í kapp
ingini við Hillary Clinton í
uppstillingini hjá demokrat
unum. Obama hevur lýst
seg sjálvan sum nakað nýtt,
meðan Hillary hinvegin hev
ur víst á, at royndir hava
størri týdning.
– Obama hevur skilt, hvat
veljararnir vilja hava, og
hann hevur fingið ta bestu
byrjanina upp á uppstilling
ina, sigur valserfrøðingurin
Peter D. Hart við Washing
ton Post.
Fyri nøkrum døgum síð
ani bendi alt á, at Barrack
Obama fór at vinna í Iowa.
Tá góvu kanningarnar hon
um 32 prosent av atkvøðun
um, meðan Hillary Clinton
og Johyn Edwards lógu á
ávikavist 25 og 24 pro
sentum. Nú er munurin
tódnaður, og sambært Reut
ers gav tann seinasta kann
ingin Obama og Clinton 28
prosent í part og Edwards
26 prosent.
Umráðandi val
Valevni, sum standa seg illa
í teimum fyrstu statunum,
plaga vanliga at taka seg
burtur úr kappingini, og tí
er valið í Iowa í dag sera
týdningarmikið hjá øllum
valevnunum.
Tað næsta valið er longu
í næstu viku, og tí hevur
einki av valevnunum ráð til
at snáva í dag, sigur Dante
Scala, professari í statsvís
indi á lærda háskúlanum í
New Hampshire, við NTB.
Hann sigur, at tað er um
ráðandi hjá tí einstaka val
evninum at vera á varðhaldi,
tí annars kann valið vera
avgjørt, áðrenn ein varnast
tað.
Í næstu viku skulu valevn
ini dystast í New Hampshire,
og søgan hevur víst, at tað
valið er sera týdningarmikið.
Frá 1952 til 1992 eydnaðist
tað ongum valevni at vinna
frosetavalið uttan at vinna í
New Hampshire fyrst. Bill
Clinton gjørdist undantak
ið.
Hann lovar at broyta USA
men er tað nóg mikið?
Barrack Obama hevur fingið hjálp frá Oprah Winfrey til valstríðið. Her fær Mike Huckabee hjálp frá filmsleikaranum Chuck
Norris og konu hansara Gene
Baptistapresturin og fyrrverandi guvernørurin Mike
Huckabee vinnur eftir øllum at døma uppstillingarvalið hjá
republikanarunum í Iowa
Barrack Obama umboðar tað
nýggja og ta nýggju kósina
Hillary Clinton umboðar tær politisku royndirnar