Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-03, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. januar 2008síða 32

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 Nr. 2 - 3. januar 2008 SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur Mjølnir- kapping um vikuskiftið Vikuskiftið 5.-6. januar skipar Mjølnir fyri árligu Mjølnirkappingini fyri eldri deildir. Kappingin fer fram í KÍ-høllini, fim- leikarhallunum og í Bad- mintonhøllini. Umleið 40 lið eru tilmeldað, og vinnararnir av 1. og 2. deild verða funnir leygar- dagin. Sunnudagin verða finalurnar í meistara- deildini monnum og kvinnum spældar í Bad- mintonhøllini. Kvinnur- nar spæla kl. 14.00 og menninir kl. 16.00. Vinn- ararnir av finalunum kunnu fáa atgongd til steypafinalurnar í febru- ar. Hetta veldst eisini um, um sama liðið, sum vann Fleyr-kappingina fyrr í kappingarárinum eisini vinnur Mjølnir- kappingina. Hinir final- istarnir eru ÍF hjá kvinn- um og SÍ hjá monnum. Hetta tí at hesi feløg lógu á odda í landskappingini, tá fyrra helvtin var spæld. -mørk Enn ein nýggjur til Fremad Fremad Amager kundi í gjár boða frá, at felagið hjevur gjørt avtalu við 22 ára gamla Thomas Høegh, sum annars hevur spælt í B93. Høegh spælir vanliga á miðvøllinum, men hann kann eisini nýtast á øðrum plássum. - Vit halda, at hann hevur stórar møguleikar. B93 hevur gjørt eitt sera gott arbeiði við at menna spælaran, og tað er okk- ara vón, at hann mennist enn meira hjá okkum, sigur Michael Madsen, sum er ítróttarstjóri hjá Fremad Amager. -mørk Eftir 2-0 tapið hjá Newcastle móti Manchester City er trýstið á Newcastle- venjaran øgiligt Fótbóltur Jákup Mørk jakup@soisialurin.fo Sam Allardyce er enn venj- ari hjá Newcastle. Men hann er í løtuni stórfavorittur til at gerast næsti venjarin í Premi- er League, sum fær sekkin. Í gjárkvøldið tapti New- castle 2-0 móti Manchester City, og hetta var triða tapið á rað hjá felagnum. Allar- dyce varð annars av mong- um mettur sum ein av heilt stóru venjarunum í Ong- landi, eftir at hann miðvíst hevði bygt Bolton upp frá eini støðu sum elevatorlið til eina støðu beint undir enska toppinum. Og við teimum midlum, sum New- castle hóast alt hevur, varð roknað við, at venjarin kundi gera eitt enn betri arbeiði her. - Sjálvandi eri eg sum venjari í vanda eftir trý tap á rað. Vit skuldu ongan tíð havt tapt hendan dystin, og eisini skuldu vit fingið stig móti Chelsea herfyri. Men úrtøkan fyri teir tríggjar seinastu dystirnar er null, og tað økir sjálvandi um trýstið frá umheiminum, sigur Allardyce. Komaandi mánaðin noyð- ist Newcastle hartil at vera Abdoulaye Faye, Habb Beye, Geremi og Obafemi Martins fyriuttan, tí hesir taka lut í Africans Nations. Men Mike Ashley, sum eig- ur felagið, hevur sagt, at Allardyce fær nakað av pen- ingi at styrkja sær um hópin við. Allardyce er trýstur Hóast tað skjótt stóð greitt, at Serbia skuldi vinna trygt, so góvu teir einki frá sær til føroyska liðið, sum allan dystin var í veldugari mótbrekku Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Ikki minni enn 23 mál vóru á muni, tá føroyska mans- landsliðið í hondbólti í gjár spældi fyrsta dystin í HM- undankappingini. Móti nummar 20 á heims- styrkislistanum skuldi talan nú heldur ikki verið um nakra lætta uppgávu. Og hon gjørdist á ongan hátt lættari, tá farið varð inn á vøllin. - Vit vórðu snøgt sagt blástir umkoll. Eg haldi tað stóð 7-0 á talvuni eftir nakr- ar fáar minuttir, so tað var næstan óhugnaligt, segði Dia Midjord, landsliðs- venjari, tá vit í gjárkvøldið fingu orðið á hann. - Sjálvandi hava teir eitt sterkt lið. Teir vóru øgiliga væl fyri kropsliga, og sam- stundis megnaðu teir at spæla við nógvari ferð, so í so máta kanst tú siga, at munurin á 23 mál var tann, sum hann átti at verða. Men heilt nøgdur eri eg ikki. Hóast vit høvdu fyrireikað okkum, so vóru vit als ikki til reiðar fyrstu løtuna av dystinum. Fingu tit so ístaðin loyvi at spæla við eftir steðgin? - Nei, tað haldi eg ikki. Teir vita jú av, at møguliga verður bólkurin avgjørdur við málmuni, og tí vildu teir vinna við so nógvum málum sum gjørligt. Men vit spældu okkum nakað upp í seinna hálvlieki. Okk- ara menn tordu betri, og málverjarnir byrjaðu eisini at taka nøkur av skotunum. - Veruleikin er eisini, at vit kendu als einki til hetta liðið, áðrenn vit byrjaðu dystin. Tann partin eru vit so nakað betri fyrireikaðir til, nú vit eiga heimadyst. Og tí eri eg slettis ikki í iva um, at vit kunnu fáa eitt betri úrslit leygardagin, segði Dia. Glottar Av føroysku spælarunum gjørdi Dánjal Tórgarð mest um seg, og venjarin var eis- ini skjótur at rósa vong- spælarunum eftir dystin. Eisini gav Sveinur Justinus- sen fleiri dømi um, at hann aftur er í ferð við at finna stórformin, so hóast nógvir skaðar tóku av merginum hjá føroyska liðnum, so vóru eisini glottar at hóma. Føroyska liðið ferðast heimaftur stóran part av degnum í dag. Um middags- leitið verður flogið úr Beo- grad, og umvegis München og Keypmannahavn lendir liðið í Føroyum í kvøld. Serbia-Føroyar 47-24 (25-11): Góvu einki frá sær Sveinur Justinussen hevur verið plágaður av skaðum seinastu longu tíðina. Men hann er í ferð við at finna rætta formin aftur, og tað var ein av glottunum í avsmurninginum, sum Føroyar fingu í Serbia Mynd: Aleksandar Djorevic Serbia-Føroyar 27-24 (25-11) Føroyskir málskjúttar: Dánjal Tórgarð 6, Sveinur Justinussen 4, Karl Herup Olsen 3, Roar Dalsgarð 3, Hans Áki Dal-Christiansen 3, Dann Thorlefsson 2, Janus Sørensen 2, Tróndur Kragesteen 1 Útvísingar: Serbi a2, Føroyar 3 FAKTA