Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-03, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. januar 2008síða 33

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

33 [ Nr. 2 - 3. januar 2008 ] Wigan venjarin kundi neyvan havt ynskt sær betur gávu, tá lið hansara megnaðu at fáa javnleik á útivølli móti Liverpool í gjárkvøldið. Aðrastaðni vunnu Blackburn, City og Bolton FÓTBÓLTUR Niels Petersen niels@sosialurin.fo Í gjárkvøldið vóru Wigan á vitjan hjá Liverpool, og har væntaðu teir sær onki serligt, men ørðvísi skuldi gangast teimum. Fyrsta stigið Wigan hevði áðrenn í gjárkvøldið, spælt fimm dystir móti Liverpool, og undan dystinum í gjár var fyrsta málið hjá Wigan enn á láni. Allir fimm undan­ farnu hava endað við sigri til teir reyðu. Men í gjár­ kvøldið vístu Wigan at Liverpool eru ov sløsutir frammanfyri málmeskun­ um. Og samstundis fingu teir skavað sær eitt sera kærkomið stig í skjáttuna. Góð gáva Venjarin hjá Wigan, Steve Bruce, ið á sinni spældi í verjuni hjá Manchester United, er júst vorðin 47 ár, og neyvan kundi hann ynskt sær betur gávu, enn eitt stig á útivølli móti Liverpool. Tað stóð á gomlum naglum, tá Liverpool pressaðu móti einum ”drepara­máli” til 2­ 0, men Wigan verjan og málverjin høvdu hepnið við sær og kendu sína vitjunartíð í hinum enda­ num, tá Titus Bramble høgdi úr 16 metrum. Málið hjá Liverpool skoraði Fernando Torres. City, Blackburn og Bolton Hinir trýggir dystirnar í gjárkvøldið endaðu við sigri til favorittarnar. Á útivølli vunnu Manchester City sannførandi móti Newcastle, tá teir skoraðu eitt mál í hvørjum hálvleiki. Evnaríki brasiliumaðurin, Elano, er sera væl dámdur í Onglandi, og hann má hava gjørt sær ein beina í gjár, tá hann hegnisliga skapti eina vandamikla støðu og beindi bóltinum í einum bleytum boga, í hornið, handa unga Joe Hart í City málinum. Aðrastaðni vunnu bæði Blackburn og Bolton 1­0 sigrar á heimavølli. Málini skoraðu ávíkavist McCarthy og Giannakopoulos. Bruce fekk góða føðingardagsgávu Fýra standa fyri vali Tá 29. aðalfundurin hjá FSF er á skránni tann 1. mars, standa fýra starvsnevndarlimir fyri vali. Óli Holm forseti hevur stitið sítt næsta tvey­ára skeið, og higar til hevur eingin annar melda seg á banan til eitt stríðsval. Tað var talan annars um fyri tveimum árum síðani, tá Birgir Enghamer vildi bjóða sitandi forsetanum av. Hartil standa Høgni í Stórustovu, Rúni Heinesen og Magnus á Stongum fyri vali. Klaksvíkarkappingin er til reiðar Tann 28. desember varð lutur kastaður um, hvussu spælast skal í ársligu Klaksvíkarkappingini í fótbólti. Her dystast umframt KÍ tey trý liðini, sum í fjør endaðu fremst í Formula­deildini, og eru hesi NSÍ, EB/Streymur og B36. Lutakastið lagaði seg soleiðis, at B36 og EBS/treymur spæla aðra hálvfinaluna, meðan KÍ og NSÍ dystast í hinari. Hálvfinalurnar verða spældar 1. mars, og sunnudagin 2. mars verður so finala og dystur um 3. og 4. plássið. Enska Premier League v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Arsenal 21 15 - 5 - 1 42 16 26 50 2 Man Utd. 21 15 - 3 - 3 38 11 27 48 3 Chelsea 21 13 - 5 - 3 33 16 17 44 4 Man City 21 11 - 6 - 4 29 22 7 39 5 Liverpool 20 10 - 8 - 2 34 13 21 38 6 Everton 21 11 - 3 - 7 37 22 15 36 7 Aston Villa 21 10 - 6 - 5 37 27 10 36 8 Portsmouth 21 9 - 7 - 5 31 20 11 34 9 Blackburn 21 9 - 6 - 6 28 28 0 33 10 West Ham 20 8 - 5 - 7 25 19 6 29 11 Newcastle 21 7 - 5 - 9 27 33 -6 26 12 Tottenham 21 6 - 6 - 9 42 38 4 24 13 Reading 21 6 - 4 - 11 29 44 -15 22 14 Bolton 21 5 - 5 - 11 23 32 -9 20 15 Middlesbr. 21 5 - 5 - 11 18 35 -17 20 16 Birmingham 21 5 - 4 - 12 22 32 -10 19 17 Wigan 21 4 - 5 - 12 21 37 -16 17 18 Sunderland 21 4 - 5 - 12 20 40 -20 17 19 Fulham 21 2 - 9 - 10 22 37 -15 15 20 Derby 21 1 - 4 - 16 10 46 -36 7  Herfyri varð greitt, at tvíburarnar Jóhan og Ásbjørn V. Gunnarsson fara til royndarvenjingar í Danmark. Ferðirnar eru fyriskipaðar av leikaraumboðs­ manninum, Jákupi í Stórustovu FÓTBÓLTUR Niels Petersen niels@sosialurin.fo ­ Hetta er nakað, vit báðir hava havt hug til í eina tíð, og nú høvi bíðst, taka vit sjálvandi av, sigur ein spentur Jóhan V. Gunnars­ son, ið saman við tvíbura­ bróður sínum, Ásbjørn, fer til Danmarkar til roynd­ arvenjing í trimum feløgum. Klárir at taka stigið Brøðurnir báðir vórðu lidnir sum matematiskir studentar úr Hoydølum í 2006, og síðani hava teir fingið sær ymsar starvs­ royndir. Men nú eru teir so klárir at koma víðari. – Nú er ein tíð liðin, síðan vit vórðu lidnir við studenta­ skúlan, so nú er tíð at koma víðari, sigur ein avgjørdur Ásbjørn, og leggur afturat, at teir eins væl kunnu spæla fótbólt, meðan teir leita sær eftir víðari lestrarleiðum. Teir hava báðir ætlanir um at kanna lestaramøgu­ leikarnar, meðan teir eru í Danmark. Trý feløg áhugaði Feløgini, ið fáa føroysku tvíburarnar á vitjan í næstum eru AB, Frem og Brøndby. Fyrst fara báðir til AB, og síðani fara teir hvør sær. Ásbjørn og Jóhan fara ávíkavist til Frem og til Brøndby. Av teimum trimum hevur AB víst størstan áhuga, og man tað óivað vera orsakað góðu úrslitini fyri U­21 landsliðið hjá Føroyum, at teir hava opnað eyguni fyri evnaríku unglingunum. Fleiri ávegis Jákup í Stórustovu, ein av føroysku leikaraumboðs­ monnunum veit at siga, at fleiri ungir føroyskir leik­ arar eru ávegis til royndar­ venjingar. Hann veit at siga at nakrir eru á veg til Onglands og nakrir til Dan­ markar. So spennandi er at fylgja við í næstum, um nakað fer at spyrjast burt­ urúr. Vit ynskja teimum í øllum førum alt tað besta, og góðan byr. Tvíburar til royndarvenjingar Johan í dysti fyri B36 Ásbjørn vísir kynstur síni Úrslitini í gjárkvøldið vórðu: Blackburn-Sunderland 1-0 Bolton-Derby 1-0 Liverpool-Wigan 1-1 Newcastle-Man City 0-2