hósdagur 3. januar 2008síða 34
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
Løgtingsvalið 19. januar 2008
2007 var eitt gott ár og
útlitini fyri 2008 eru
somuleiðis góð. Men
latum okkum saman
minnast til, at politikkur
ikki bert snýr seg um at
fylgja ráðunum frá
teimum máttmiklu og
ríku. Politikkur snýr seg
um at skapa vælferð fyri
einstaka menniskjað í
felagsskapinum
Vit kundu gamlaárskvøld
taka saman um og fegnast
um eitt gott ár við búskap
arligum framburði og
øktari vælferð. Vit kundu
fegnast um, at tað gongur
væl í Føroyum, og at
útlitini fyri 2008 eru góð.
Tað gongur við rúkandi
ferð í føroyska samfelag
num. Men samstundis sum
arbeiði er til allar hendur,
kann búskaparligi fram
burðurin kortini lættliga
breiðka munandi um
gjónna ímillum tey ríkastu
og tey, ið ikki megna at
fylgja við. Skyldan hjá
okkum politikarum er at
syrgja fyri, at byrgt verður
upp fyri hesum.
Øll skulu við
Tað er gott, at tað gongur
væl í Føroyum. Men
meðan politikarar og ný
ríka yvirstættin fegnast um
partabrævasølur og høgar
kursir, skulu vanligu føroy
ingarnir við eini starvs
mannaløn uppá góðar 20
túsund krónur í part, rinda
3 milliónir fyri ein bústað,
um tey eins og flest onnur
ynskja at seta búgv í
miðstaðarøkinum saman
við báðum børnum teirra.
Umframt hetta er neyð
ugt at rinda fleiri túsund
krónur um mánaðin fyri
barnaansing, sum fortreyt
fyri at sleppa út á arbeiðs
marknaðin. Síðani eru tað
túsundkrónuseðlarnir til
millum annað mat, klæði
og obligatoriska bilin, ið
skal fáa logistikkin at
hanga saman.
Her er lítið pláss at
hugna sær við partabræva
kursum, prospektum sum
góða nátt lesnaði og at
dansa við í privatiserings
dansinum. Tí privata rokni
stykkið gevur undirskot.
Hesir “vanligu” føroying
arnir sleppa ikki at eta
fínar døgurðar saman við
nýríku yvirstættini.
Harumframt ger økta
arbeiðsbyrðan hjá teimum
flestu tað trupult at fáa
sameinað familju og
arbeiðslív. Og tískil liva
fólk støðugt við ringari
samvitsku antin móti fam
iljuni ella arbeiðsplássinum.
Soleiðis er støðan hjá
vanligu familjuni. Hvaðna
verri er hon hjá einsamalla
uppihaldaranum.
Tippa gjónna
Tá eg brúki so nógva orku
uppá hesi viðurskiftini í
hesi nýggjársheilsanini, er
tað fyri at vísa á, hvørjar
politiskar avbjóðingar, ið
liggja fyri framman eftir
valið 19. januar.
Tað er gott, at tað gongur
væl í Føroyum. Men tað er
okkara skylda sum polit
ikarar at syrgja fyri, at tað
gongur væl hjá øllum í
Føroyum. Serliga er hetta
ein skylda, ið áliggur
okkum, ið eru partur av
Javnaðarflokkinum og
harvið sosialdemokratisku
hugsjónini, ið byggir á
Frælsi, Javnstøðu og
Samhaldsfesti.
Ein keta er ikki sterkari
enn veikasti liðurin.
Soleiðis er eisini við einum
samfelag. Ikki fyrr enn tey
veikastu hava tað gott,
hava vit nátt Tí góða sam
felagnum. Uppskriftin
verður so væl útgreinað í
rakstrarrópinum hjá felags
skapinum Javna, tá tey
siga: “Í einum samfelag,
har tey veikastu hava tað
gott, hava øll tað gott!”
Latum okkum saman
minnast til, at politikkur
ikki bert snýr seg um at
fylgja ráðunum frá teimum
máttmiklu og ríku. Politikk
ur snýr seg um at skapa
vælferð fyri einstaka
menniskjað.
Fari til endans við orðum
frá Peturi Mohr Dam, sála,
at minna okkum øll á, at
aftan fyri framgongdina
hjá einum og hvørjum
samfelag liggur stríðið hjá
arbeiðandi fjøldini. Vit liva
ikki av partabrøvum og
privatiseringum eina.
Hann baksast má for
breyðið sítt
og balast hart og stríða
tann arbeiðsmaður, ofta títt
í armóð, neyð má líða.
Hann fosturlandi fagnað
ber.
Teir frægu tó ei fata,
at uttan hansar hollu gerð
teir ongan munnin mata.
www.john.fo
John
Johannessen
Val
Nýggjársheilsan: Vit liva ikki av partabrøvum eina
Tey spyrja íðin, hvør týdn
ingarmesta mentanarliga
og samfelagsliga hend
ingin var í árinum, sum nú
er farið aftur um bak. Hví
skuldu hesar báðar hend
ingar ikki verið tvær alin
av sama vadmali? Eru
mentan og samfelag ikki
tveir samrunnir partar, ja,
ósundurloysandi hugtøk, á
sama hátt sum list og sam
felag liggja í ævigum
skilnaði?
Fyri mær var ársins
mest umráðandi mentan
arliga og harvið eisini
samfelagsliga hending ein
vitjan, sum endurtekur seg
ár undan ári, hjá vinkonu
míni, eini snjóuglu í djóra
garðinum í grannalagnum.
Nú spyrja tit helst, hvør
megin er, sum flytur meg
yvir at hovi hennara – hon
er ikki altíð líka fryntlig
og gestablíð, og alt eftir
hvussu reykurin stendur,
verður tikið ímóti og sáld
að frá – tað sum tó vinnur
á mær, og sum fær meg at
vitja hana, er vakurleikin,
nossligheitin, villskapurin
og hygnið hennara. Djørv
er hon eisini, hóast hon
ikki fær brúkt hendan
eginleikan undir núver
andi viðurskiftum. Tað, ið
onkur hevur roknað til at
vera hennara hungurs
mark, verður flýggjað
henni inn um rimarnar.
Hvat vit práta um?
Tja, hvat kunnu rithøv
undar tosa við snjóuglur
um? Sjálvandi um hitt
ótømiliga evnið: Snið og
innihald. Í ár var samrøðu
evnið okkara frælsisins
snið og innihald.
Eg spurdi snjóugluna,
um henni hevði staðið í
boði at sleppa úr búrinum
út í stikaða økið, har tað
hóast alt var høgt og frítt
til loftið, har úti sum peli
kanarnir og kondorarnir
gingu. Svarið var játtandi,
men hon hevði ikki lagt í,
og hevði havnað tilboð
num, tí hon treivst betur at
vera í búrinum.
Vanærdur tagdi eg, og
kendi meg sum so oftani,
táið eg tosi við mína
snøggu, vøkru, klóku og
villu vinkonu – eg kendi
meg ógvuliga tápuligan.
Hevur tú ikki lagt til
merkis eitthvørt merkis
vert hjá pelikanunum og
kondorunum? spurdi hon
síðani. Jú, varð svarað, eg
havi sæð teir breitt hesar
øgiligu veingirnar út og
lamma seg við teimum,
havi sæð teir sýnt sín stór
leika og teirra fúrstaliga
skreyt og skrúð.
Og hevur tú, spurdi vin
konan, snjóuglan, hevur tú
eisini sæð teir á flogi?
Nei, svaraði eg, teir fara
ikki á flog.
Hví man tað vera, tápu
lingur mín? Spurdi snjó
uglan. Hví heldur tú, at
teir ikki gera annað enn at
lamma seg við slíkum øgi
ligum veingjaprýði og hví
stríðast teir við at vísa sín
majestetiska vakurleika,
táið teir ikki fara á flog
allíkavæl: Teir eru skerdir,
veingjafjarðarnar eru
kutaðar av teimum.
Tí taki eg tað framum at
vera verandi í búrinum.
Stikaða frælsið merkir:
Ongar rimar, men skerdar
veingjafjarðar. Búrið merk
ir: rimar, men óskerdar
veingjafjarðar.
Ongin okkara sleppur á
flog í hvussu er.
NB: Nobelvinnarin í
føgrum bókmentum,
Heinrich Bøll, skrivaða
hetta lítla essay´ið í 1964.
Týddi hetta, tí eg helt
substansin vera ógvuliga
átøkan okkara egnu støðu
í heimssamfelagnum.
16
Teir fara ikki á flog
(týðing)
TórbJørn
Jacobsen
Val
Sjálvstýrisflokkurin stuðlar
einum rúmsáttum arbeiðs
marknaði. Tað eigur at vera
ein mannarættur at fáa nýtt
sín arbeiðsførleika. Virðið í
einum arbeiði er nógv
størri enn lønin; arbeiðið
gevur okkum lívsvirði og
sjálvsálit, tí er tað sera
umráðandi at geva øllum
møguleika at nýta sína
arbeiðsorku.
Sjálvstýrisflokkurin
heldur, at øll, sum hava
arbeiðsførleika, skulu hava
møguleika at nýta henda
førleika á arbeiðsmarkn
aðinum. Best hevði verið,
um fólk við skerdum
arbeiðsførleika fingu
umstøður at arbeiða á vanl
iga arbeiðsmarknaðinum
saman við fólki við fullum
arbeiðsførleika. Í onkrum
føri er forðingin einans
fysisk, har kundi broytt
innrætting og hjálpitól latið
arbeiðsmarknaðin upp fyri
teimum við avmarkaðum
arbeiðsmøguleikum.
Fleiri vard størv skuldu
verið á bæði privata og
almenna arbeiðsmarkn
aðinum.
Vit eiga eisini at skapa
ein alternativan arbeiðs
marknað fyri tey, sum ikki
kunnu vera á vanliga
arbeiðsmarknaðinum. Her
kundu t.d. verið arbeiðs
tilboð á umhvørvisøkinum,
innan náttúruvernd, fríðkan
av almennum økjum og
innan endurnýtslu.
Somuleiðis eiga fólka
pensjónistar at fáa møgu
leika at nýta sína arbeiðs
orku, teir kundu m.a.
arbeitt sum hjálparfólk á
trivnaðar og mentanar
økinum – t.d. hava
bygdarsøvn og onnur søvn
avgjørt tørv á arbeiðsorku.
Veljið Sjálvstýrisflokkin
og Karl A. Olsen, tí vit
vilja skapa ein rúmsáttan
arbeiðsmarknað.
X við lista D
Ein rúmsáttur arbeiðsmarknaður
Sjálvstýrisflokkurin
Karl a.
olsen
Val
Eitt av hjartamálinum hjá
mær næstu fýra árini er
høvuðsvinna okkara.
Føroyar hava gjøgnum
tíðina flutt seg frá bónda
samfelagnum til fisku
vinnusamfelagið, tvs. frá
einum samfelag, har tú
varð illa fyri, átti tú ikki
jørð, og til eitt samfelag,
sum enn er stoltleiki
føroyinga.
Vit eru í dag í ferð við at
flyta okkum frá fiskivinnu
samfelanum til vitanar
samfelagið. Men hvat fer
hetta at týða fyri okkum?
Mín greiði hugburður er,
at vit altið skulu finna
nýggjar vinnur, soleiðis at
vit frameftir fáa fleiri bein
at standa á.
Men so leingi vit enn í
stóran mun bert hava fiski
vinnuna at stuðla okkum
til, so mugu og skullu vit
skapa so góðar karmar fyri
fiskivinnuni sum til ber.
Eitt nú skulu okkara sjó
menn framvegis fáa tann
sjómannafrádrott, sum teir
nú fáa, og harumframt
mugu og skullu vit fjølga
um tey fólk, sum arbeiða á
okkara flakavirkjum.
Skip og virkir mugu og
skulu fáa so góðar karmar
sum til ber. Her hugsi eg
eisini um fiskiveiðurætt
indi, og um at fáa so góðar
avtalur sum til ber við onn
ur lond, eitt nú innan toll
frælsi fyri okkara fiska
vørur. Fólkaflokkurin er
vinnulívsflokkurin fram
um aðrar. Fái eg álit frá tær
vil eg arbeiða fyri hesum.
Valevni Fólkafloksins
bárður
Poulsen
Val
Vit skulu skapa skilagóðar
fortreytir fyri fiskivinuna
Nr. 2 - 3. januar 2008
viðmerkingar