hósdagur 3. januar 2008síða 35
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 2 - 3. januar 2008
35
Løgtingsvalið 19. januar 2008
16
Nógv fólk vóru illa við, tá
eitt skip í fyrra ári var selt
fyri 350 mió., har sjálvt
skipið var mett at vera
undir 100 mió. vert. Nú
verða bjóðaðar 1 milliard
fyri eitt reiðarí og eitt
annað kann seljast fyri 700
milliónir.
Eitt reiðarí fingið bjóðað
1 milliard, eitt annað
kann seljast fyri 700
milliónir
Álítandi tíðindi hava leingi
gingið um, at eitt ávíst reið
arí hevur fingið bjóðað 1
milliard fyri skipini. Skipini
eru verd umleið 300 millli
ónir, og harvið eru veiði
loyvini verd 700 milliónir.
Eitt annað reiðarí hevur
fingið eitt boð, men einki
tal verður nevnt. Verður tað
mett á sama hátt sum í fyrra
reiðarínum, so liggur boðið
helst um 700 milliónir.
Sostatt eru skipini um 250
milliónir verd og veiðiloy
vini eru umleið 450
milliónir verd.
Fiskiloyvini eru
millliardir verd
Skipini eru enn ikki eru
seld, og tað er altíð torført
at fáa keyparar og seljarar
at vátta søluprís í tílíkum
førum. Tað er tí nóg mikið
her at staðfesta, at yvirskot
ini hjá pelagisku vinnuni
hava verið so góð seinastu
árini, at veiðiloyvini hjá
hesum báðum reiðaríum
eru millum 1 og 1,2
milliardir verd.
Einki at lasta reiðarum
fyri, politikararnir hava
ábyrgdina
Eg havi ongantíð nevnt
reiðarar við navni í hesum
tjakinum. Orsøkin er tann
einfalda, at tað eru polit
ikararnir, sum hava valt at
geva veiðirættindini, (ogn
Føroya fólks) sum eru
milliardir verd, burtur fyri
einki. At reiðarar velja at
selja veiðiloyvini víðari
ofta fyri hundraðtals
milliónir, er ikki annað enn
ein má roknað við.
Landskassin kundi fingið
300 milliónir um árið fyri
veiðiloyvini
Í almenna tjakinum havi eg
mett, at loyvini kundu giv
ið 300 mió. kr. í inntøku til
landskassan. Ofta síggi eg,
at spurnartekin verður sett
við, um tað ber til at fáa
300 milliónir í inntøku um
árið fyri veiðirættindini við
Føroyar. Tað er tó lætt at
síggja, at tá veiðirættindini
í 10 ár hjá nøkrum fáum
reiðaríum kann seljast fyri
2 milliardir, so kundi lands
kassin selt tey fyri 200
milliónir um árið. 300
milliónir fyri øll fiskiloyv
ini, er tí helst ein undirmet
ing av, hvat veiðirættindini
eru verd um flotin annars
er væl rikin.
Skattalættar, betri
tænastur og meir óheftur
búskapur
300 milliónir árliga høvdu
komið væl við hjá lands
kassanum. Landskassin
kundi bæði latið skatta
lættar, brúkt meir pening
og fingið betri tænastur.
Um hesin peningur kom í
landskassan, so høvdu
Føroyar eisini verið minni
heftar búskaparliga av
ríkisveitingini.
Størsta eftirverandi
órættvísi í føroyska
samfelagnum
Sjálvstýrisflokkurin heldur
sum ein liberalur flokkur,
at tað er bæði rætt og gott,
at fólk sum hava serligar
gávur og sum sýna serligt
arbeiðssemi forvinna
nógvan pening. Tað, sum
er skeivt við at fólk kunnu
vinna sær nógvan pening
úr veiðiloyvunum er, at
einstaklingar vinna milli
ardaupphæddir afturfyri at
selja ein framíhjárætt, sum
tey hava fingið sum gávu
frá landsstýrinum. Var frítt
hjá einum og hvørjum at
fara út at fiska, so høvdu
skipini verið seld fyri sítt
virði sum framleiðslutól,
te. fyri ein lítlan brotpart
av verandi søluprísum.
Bert framíhjárætturin at
fara til ávísan fiskiskap,
ger at skipini kunnu seljast
fyri fleirfaldar upphæddir.
Hinir flokkarnir vita um
støðuna, men gera einki
Tá ein søla fór fram fyri
tveimum árum síðan fyri
350 milliónir (veiðiloyvi
var vert 250 milliónir) lót
ust politikararnir í hinum
flokkunum, sum um teir
vóru kløkkir og illa við av,
at loyvini (ogn Føroya
fólks) vórðu handlaði fyri
hundraðtals milliónir og at
sølupeningurin fór í lumm
arnar á einstaklingum.
Politikararnir hava tó
allatíðina vita, at teir geva
loyvir burtur fyri milliardir,
eins væl og teir nú vita at
tvey loyvir kunnu seljast
fyri millum 500 og 700
milliónir hvørt.
Sølurnar avskepla alt
samfelagið, nøkur fá
koma at eiga alt
vinnulívið
Sølurnar av stórum fiski
loyvum byrja longu nú at
avskepla alt føroyska sam
felagið. Eins og í Íslandi,
har 14 familjur eiga nærum
allar fyritøkur av týdningi,
so síggja vit nú, at einstak
lingar við at selja fiskiloyv
ir koma at eiga hundraðtals
milliónir. Harvið fáa nøkur
fá eitt fullkomið vald á
øllum føroyskum vinnu
lívið á politikki, fjølmiðl
um og á samfelagnum sum
heild. Hendan gongdin er
longu byrjað í Føroyum.
Sjálvstýrisflokkurin
heldur, at landskassin
skal selja veiðiloyvini
Sjálvstýrisflokkurin er ein
asti flokkur, sum hevur
meldað greitt út. Á lands
fundinum 2006 samtykti
sjálvstýrisflokkurin, at øll
fiskiloyvir skuldu sigast
upp og at landskassin við
einum fiskidagabanka skal
eiga og umsita fiskiveiði
rættindi vegna Føroya fólk.
Veiðirættindi skulu seljast
og landskassin skal eiga
ágóðan av søluni.
Fólkaflokkurin, sam
bandið og javnaðarflokk
urin taka undir við, at
einstaklingar skulu fáa
milliardirnar
Fólkaflokkurin og sam
bandsflokkurin halda tað
vera rætt, og taka undir við,
at einstaklingar fáa ágóðan
av søluni av fiskiloyvum.
Eg havi sjálvur ofta greitt
frá í fjølmiðlum, at fylgjan
av, einki at gera fór at vera
sum í Íslandi, at nøkur fá
fara at eiga alt landið. Men
framsøgumennir í
sambandsflokkinum og
serliga í fólkaflokkinum
greiða ofta frá, hvussu góð
skipanin er, og síggja onga
orsøk at broyta hana.
Javnaðarflokkurin ætlaði
at lata fiskiloyvini fyri
einki í alla framtíð
Onkur javnaðarmaður er,
sum sigur seg vera ímóti
verandi skipan, men eingin
er enn komin við nøkrum
uppskoti, sum førir til at
landskassin fær ágóðan av
at selja fiskiloyvini. Enn er
eingin króna komin í lands
kassan fyri nakað fiski
loyvi. Tvørturímóti legði
samgongan í vár eitt upp
skot fyri tingið, sum hevði
givið reiðarum óuppsigi
ligan rætt til alt fiskiríki
dømið undir Føroyum.
Uppá tveir dagar ætlaði
javnaðarflokkurin saman
við samgonguni at lóggeva
milliardir aftrat niður í
lumman á reiðarunum.
Hetta varð tíbetur avdúkað,
og av ótta fyri dómi
veljarans varð uppskotið
broytt, so loyvini nú eru
tíðaravmarkaði til 2018.
Javnaðarflokkurin
stuðlar politikkinum at
savna alt fíggjarligt vald
á fáum hondum
Hetta avdúkaði eisini
dugnaloysið í javnaðar
flokkinum, og eg tók
sjálvur ta avgerð aldrin at
stuðla javnaðarflokkinum
aftur. Javnaðarflokkurin,
sum fyrr gekk inn fyri
sosialum rættvísi, stuðlar
nú tí størsta og mest
himmalrópandi órættvís
inum: At geva loyvir sum
eru verd fleiri hundrað
milliónir til einstaklingar
fyri einki og harvið gera, at
nøkur fá koma at eiga alt
tað føroyska vinnulívið.
Geva pening burtur sum
kundu verði brúktir at
reka skúlar, sjúkrahús og
ellisheim fyri
Summi halda, at javnaðar
flokkurin hevur klárað seg
væl. Tað veldst hvat er
mátistokkurin. Hetta lands
stýrið og javnaðarflokkurin
hava valt at taka fleiri
hundrað milliónir í møgu
ligum inntøkum hjá sam
felagnum og geva tað
burtur til einstaklingar.
Sostatt er tað javnaðar
flokkurin sum við geva
burtur landsins ognir,
undirgrevur vælferðars
amfelagið Føroyar. Flokk
urin gevur pening til rík
fólk, sum kundi verði
brúktur at reka skúlar,
sjúkrahús og ellisheim við,
verða givnir burtur til
einstaklingar.
Bert Føroya fólk kann
broyta kósina hjá
politikarunum
Bert sjálvstýrisflokkurin
hevur greitt boða frá síni
støðu. Landsstýrið hevur
eisini, við einki at gera,
boða frá, at landsstýrið
heldur verandi skipan vera
fína. Allir samgonguflokk
arnir hava fleiri ferðir
greitt frá í tinginum,
hvussu góða teir halda
skipanina vera.
Føroya fólk hevur tí eitt
val. Bert við at velja øðrvísi
hesa ferð, bert við at koyra
dugnaleysu samgonguna úr
starvi, kann komandi
løgting broyta støðuna.
Vil Føroya fólk at steðga
gongdini, har hundraðtals
milliónir og alt fíggjarligt
vald verður savnað á
nøkrum fáum hondum, so
er bert ein flokkur at velja:
Sjálvstýrisflokkurin.
Landsstýrið gevur veiðiloyvir, sum eru
verd milliardir, burtur fyri einki
Sjálvstýrisflokkurin
Kári
Petersen
Val
Veldugt at Jákup á Dul
Jacosen – í samrøðu við
Rás 2 nýggjársdag nú
eisini varpar ljós á fylgj
urnar av, at vit eru 2000
færri kvinnur enn menn í
Føroyum. Tykist, sum
mong higartil hava
hildið okkum verið
‘Dramaqueens’, tá ið vit
hava gjørt vart við
trupulleikan!
Jákup á Dul Jacobsen
sigur, at um fólkatalið
stendur í stað, ber tað
ikki brá av einum
samfelag í besta blóma.
Hetta ávirkar eisini
íløguhugin, sigur hann.
Vit kunnu sjálvandi
hugleiða og spyrja um
orsøkirnar til kvinnuundir
skotið. Kunnu hesar vera:
Viðurskiftini hjá støku
uppihaldarum?
Ongar íbúðir fyri ein
sámuligan leiguprís – og
eingin leigulóg?
Samfelagið er lagað til
tvær inntøkur, um endarnir
skulu røkka saman?
Mentanarlívið blómar ov
lítið, ikki vegna vantandi
evnir, men vegna ov
vánaligar umstøður?
Stundin er komin til at
finna fram til, hvørjar
orsøkirnar eru til at fólka
talið stendur í stað, og hvat
skal til til tess at fáa
kvinnur, menn og børn at
kenna seg raðfest, at kenna
seg vælkomin og fáa hug
til at koma heimaftur. Tað
vil Tjóðveldi og tað vil eg.
Okkum tørvar tykkum!
Mætur vinnulívsmaður
harmast um
kvinnundirskot
Í mong Harrans ár ella
eini 1215 ár hevur
Javnaðarflokkurin talað
fyri at seta á stovn ein
fiskidagabanka. Hetta
skuldi forða fyri tí
ótálmaðu spekulatiónini
av fiskiloyvum, sum, øll
vistu, fór fram. Okkara
politikkur bleiv av Fólka
flokkinum og Sambands
flokkinum skírdur at
vera øvundsjúka móti
reiðarum, sum skaptu
virðini.
Í dag síggja vit
úrslitini: Flotin, sum fyri
1214 árum síðani varð
saneraður niður í lítið og
onki (fólkið fekk
rokningina), er belæntur
upp um skorsteinarnar.
Pengarnir eru drenaðir úr
flotanum og standa nú í
kunstsamlingum,
timburhandlum,
bilasølum, hotellum og
íløgufeløgum.
Ein ótálmað spekulatión
hevur lagt flotan. 45ára
gamlir línubátar, rustkustar
sum ikki eru verdir
milliónina standa í 1015
mill. kr. Tað sama við
trolaraflotanum. Skipanin
skapti nakrar fáar ríkmenn,
men tapararnir eru teir,
sum seinast komu til fatið.
Teir hava ikki ráð til olju.
Teir sita við svartaper. Og
so manningarnar, sjálvandi.
Tað má verða eitt krav
frá Javnaðarflokkinum, at
fiskiloyvini verða loyst frá
skipunum og løgd í ein
fiskidagabanka.
Hesum vil eg virka fyri á
tingi.
Spekulatiónin
Tjóðveldi
Bergtóra H.
Joensen
Val
javnaðarmaður
Dan r.
Petersen
Val
viðmerkingar