Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-03, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. januar 2008síða 36

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 Løgtingsvalið 19. januar 2008 Undirskriftarsavningin hjá sjálvstýrisflokkinum sigur ikki sannleikan, men manipulerar føroyska borgaran Seinastu tíðina hevur sonn øsing tikið seg upp við pástandi um, at allur peningur fer til “hørð” virði sum vegir og tunlar, meðan “bleytu” virðini eru skúgvað til viks av politik­ arum, eitt nú almanna­ og heilsuøkið, útbúgving, gransking og mentan. Lat meg sláa fast, at hetta er at lúgva fyri okk­ ara borgarum! Enntá verð­ ur logið móti betri vitan, tí tølini eru lætt framat komilig. Próvfast er, at bert 4% av fíggjarlógini – og minni kann tað ikki vera ­ fara til landsvegagerð, tað er: tunl­ ar, viðlíkahald og ný­­gerð. Hetta ger, at trygdin á veg­ unum hækkar, færri doygg­ ja í ferðsluni, og vit fáa útbygt okkara land í einum hóskandi ferðslukervi. Hinvegin fara heili 74% ella 3,1 milliardir krónur til útbúgving, gransking og mentan, heilsu­ og almannamál – tey sokallaðu bleytu virðini. Eitt av umboðum Sjálvstý­­risfloksins hevur savnað undirskriftir, summar kanska ivasamar, at mótmæla avgerð hjá demokratiskum valdum parlamenti og hevur brúkt somu reingjandi uppáhald, at allur peningur fer til at bora hol, betong og asfalt. Hvat er hetta fyri nakað? Væl útbygt samfelag Fólkaflokkurin er av teirri áskoðan, at vandamikið er, at vit bert lata samfelags­ rakst­urin hækka. Tað tykjast hinir flokkarnir leggja líka í. Men minnist til, at hetta ger, at sterkari krøv verða sett til skatta­ og avgjaldsøkingar fyri einstaka borgaran. Fólkaflokkurin vil, at íløgur til føst sambond skulu fermjast í staðin fyri ferjur, sum verja fyri ein hækkandi rakstur, økja um títt­ og lættleika, stytta bíðitíðir og ger tað nógv lættari og bíligari bæði hjá ferðandi fólki, fiskivinnuni og vinnuni annars. Sjálvur haldi eg tað vera ólátað orðaval t.d. at siga: “Vælferð ístaðin fyri undir­ sjóvartunnil”. Hetta er bæði bíligt, ótespuligt og sjálvsøki. Við hesum tølum, at tað bert fara 4% av fíggjar­ lógini til tunlar, betong og asfalt, ynski eg at føroying­ urin eisini leggur sær í geyma, at heili 74% fara til bleytu virðini so sum almanna­ og heilsuverkið, útbúgving, gransking og mentan annars. Tann sum billar sínum veljara annað inn enn hetta, er í álvarsomum trúðvirðis­trupulleikum. Tú gert rætt í at velja Fólkaflokkin og eg bjóði meg fram! løgtingmaður og valevni á A-liðnum Kjartan joensen Val Føroysk vinna hevur seinastu 3 árini verið undir stórum trý­­sti at fremja bygnaðarbroytingar – t.d. samanleggingar, keypa og selja fyritøkur í Føroyum og í útlandinum og avtøka. Høvuðsorsøkin til hetta trý­­st eru vánaligu kapping­ arevnini hjá føroysku vinnuni, vánaligt lønsemi og alt ov lítil búskapar­ vøkstur í fyritøkunum. Teir faktorar, sum m.a. hava stóra ávirkan á, hvussu skjótt bygnaðarbroytingar eru farnar fram, eru teir karmar, sum tað almenna tekur burtur ella broytir, og hvat slag av vinnu talan er um. Umstillingarevnini hjá størsta partinum av føroy­ sku vinnunu eru antin tarnað av stuðli, at fyri­ tøkur eru alt ov smáar, arbeiða ikki við ný­­skapan/ produktmenning og virka ikki á altjóða marknaði­ num. Tað er tí ikki meira enn náttúrligt, at alt fleiri føroyskar fyritøkur steðga upp ella verða lagdar saman vegna vantandi marknað/kundagrundarlag og inntøkur. Tað, sum leggur serligt trý­­st á at fremja bygnaðar­ broytingar er, at føroysk vinna í mestan mun fram­ leiðir standardvørur ella standardtænastur og roynir tí at massaframleiða síni produktir. Útboðið av teimum standardprodukt­ um, sum verða framleidd ella seld í Føroyum er oftast væl størri enn eftir­ spurningurin og hetta við­ førir m.a., at hesar fyritøk­ ur og handlar muga kapp­ ast uppá prísin (td. við láglønarlond sum Kina, Eysturevropa og stórfyri­ tøkur í EU) – og halda seg tí í kappingini til eina low­ cost­strategi. Tvs. hesar fyritøkur royna at halda framleiðslukostnaðin ella innkeypskostnaðin so lágt sum til ber soleiðis at hetta avspeglast aftur í lægri søluprísum, sum verður tý­­dningarmseta kappingar­ parametri. Lægri prísir hava við sær, undir verandi marknaðar­ og kappingar­ støðu, lægri inntjening og minni virðisskapan í fyri­ tøkuni, og ongar møguleik­ ar at gera størri íløgur í útlandinum ella vaksa í Føroyum. Føroyskar fyritøkur framleiða og selja sostatt næstan allar fyri tað mesta produktir, sum eru sera løtt at avrita hjá kappingar­ neytunum ella, sum aðrir framleiða bæði dygdarbetri og bíligari – tvs. føroysk vinna virkar dagliga á marknaðum við deyðiligari kapping. Tað eru í Føroy­ um ongar veruligar vitanar­ rættaðar vinnur, men bara tradtionellar framleiðslu­ rættaðar vinnur og handlar til víðarisølu (og hesar eru annars alt ov seint mentar og bygnaðarbroyttar). Legg til merkis, at vit í Føroyum higartil eru trý­­st av útlend­ skum íleggjarum og altjóða samfelagnum (EU­reglur) at broyta vinnubygnað og gera tað ikki við egnum vilja og framsøkni. Strategisku valmøguleik­ arnir hjá føroyskari vinnu eru, 1. at verða passiv og lata allar ný­­ggjar møguleik­ ar sigla framvið, fyri síðan at verða avtiknar, ella 2. betra verandi produktir við td. dygdarmenningarskip­ anum og 3. í besta føri verða framsøkin og menna ný­­ggj produktir og marknaðir, leggja saman, keypa upp aðrar fyritøkur, menna útflutning o.a. Tað er sostatt onki ónáttúrligt í, at alt fleiri samanleggingar gerast í føroyskari vinnu – td. í nærmastu framtíð, at størstu og minstu bank­ arnir leggja saman, hand­ ilssentir verða niðurløgd og brúkt til annað vinnu­ ligt virksemi, stovnsetan av miðlahúsum, handlar verða lagdir saman, prosjektir steðga upp vegna ov lítlan marknað/ kundagrundarlag o.a. Tær vakstrar­ og kapp­ ingarstrategiir, sum føra til skjótan vøkstur eru – 1. samanleggingar (stór­ rakstrarfyrimunir og marknaðarleiðari/prís­ ásetari), 2. uppkeyp í útlandinum (atgongd til størri marknað ella størri kundagrundarlag), 3. útlendskar íleggjar (váða­ fúsur kapitalur og know­ how og know­who) o.a. Fyri heilt stórar íleggjar og fyritøkur eru Føroyar, vegna lítla marknaðin ikki áhgauverdar, uttan at vit saman við teimum megna at skapa nakað heilt unikt. Tað er tí eisini ein stór­ ur spurningur, hvussu væl egnaðar tær størru føroysku fyritøkurnar eru, við verandi standard­ produktum og slag av fyritøkum, at verða skrá­ settar á einum virðis­ brævamarknaði, har ný­­skapan, framsøkni strategiskar broytingar eru gerandiskostur (og tí broytast kursirnir upp og niður ­ og ikki bara upp ella bara niður). Føroysk vinna undir trýsti – heilt nátturlig gongd 16 Eg fari at ný­­ta høvi til at ynskja øllum eini gleðilig jól og eitt gott ný­­ggjár. Somuleiðis fari eg at takka øllum tykkum 97 runt landið, sum valdu meg til fólkatingsvalið. Løgtingsval er fyri framm­ an, og havi eg játtað at vera ein av valevnum javnaðar­ floksins, tí eg haldi, at tað hevur tý­­dning, at menn og kvinnur standa samam um samfelagsligar avgerðir. Valstríðið í dag er sera persónligt, peningakrevj­ andi og hart. Tað verður tí spennandi at síggja 19. januar, hvussu veljarin til hetta valið velur at seta sína atkvøðu. Søguliga sæð ­ so er tað við Javnaðarflokkinum í Tinganesi, at samfelag okkara er ment og at flest mál eru yvirtikin. Vit hava sum flokkur prógvað, at vit raðfesta samstarv og mennandi politiskt arbeiði við aðrar flokkar høgt. Vit vita, at uttan samstarv og álit millum samgongufólk – verður einki land bygt. Eitt samfelag við umleið 50.000 fólkum burdi verið ein dreymur at umsita. Tó eru tað alt ov nógvir samfelagsbólkar, ið hava tað torført í vanliga føroyska gerandisdegnum. Tað er ótrúliga tungt og óvirðiligt at gerast sjúk/ur, óarbeiðsførur, førleika­ skerdur og gamal, tí í flestu skipanum møta vit forðing­ um og trupulleikum. Tað er ótrúliga torført at seta búgv undir egið borð hjá støkum ella hjá fólkið sum heild, tí bústaðarmøgu­ leikarnir enn eru sera siðbundnir. Og soleiðis kundi eg hildið áfram..... Eg bjóði meg fram, tí eg vil arbeiða fyri, at vit fáa einar frælsari, javnaðari og samhaldsfastari Føroyar. Mítt ynski er, at øll samfelagsmenning okkara fer fram á ein slíkan hátt, at menniskjanslig, um­ hvørvislig og búskaparlig atlit verða tikin. Nú Føroyar er eitt val­ dømi, síggi eg tað sum eina stóra ábyrgd at arbeiða fyri: At øll menniskju skulu við, og øll øki í landinum skulu síggjast sum nattúrligur og tý­­dningarmikil partur av Føroyum. Í síðasta enda sný­­r politikkur seg um at vilja skapa nakað gott fyri so nógv sum gjørligt. Gott ný­­ggjár øll somul. Vit hava júst fingið at vita, at vit hava dumpað við botnkarakteri í pisakann­ ingini. Spurningurin er hví vit gera hetta – og um loysinin er, at vit fara at tosað um gransking, granskingarpark, visión 2015 og hvat vit nú annars kunnu finna uppá. Ella er tað veruliga so, at loysnin er nógv meira grundleggjandi enn so? Um vit takað eitt dømi frá veruleikanum, so kunnu vit hyggja at hvussu børn í 3 flokki verða undirvíst í føroyskari og danskari lesing. Dømi er frá veruleikanum. Talen er um eitt gentu barn við lesi trupulleikum og pensum í føroyskum er ein lesibók frá 1978. Søgurnar í bókini eru óiva góðar og ógvuliga relevantar – serliga fyri børn, ið vóru um 9 ára aldur frá 1920­60. Yvirskriftirnar eru m.a. hesar: ­ Fyrsti túrurin til sjós ­ Roktúrur á Eysturlandinum ­ Sildarok eystanfyri ­ At dyrgja við abba Ikki er ringt at skilja, at hetta fyri eitt gentubarn anno 2007, er rættuliga óskiljandi – og hugtøkini í søgunum siga barninum als einki. – Men fyri lesiveik børn hevur fólkaskúlin eina loysn. Loysnin er í fyrstu atløgu einføld; nevniliga bókin – Lyklarholi – frá 1963. Um nú barni eisini her hevur trupulleikar so royna vit eina aðra og uppaftur betur loysn, nevniliga – Pisubókina – . Henda er frá frá 1958 og er óivað eitt kært minni hjá bæði ommu og abba. Tað var fjáltur á foreldr­ inum tá danskt skuldi lesast; tí var føroykst trupult so mátti fara at ganga av skriðuni við donskum. Men trúgv tí ella ei, nú dugdu barni knapp­ liga at lesa!!! Hví? Kanska tí lesibókin var frá 1988 og viðgjørdi evni sum hóast alt í ein ávísan mun fangaðu barnsins áhuga. Kanska er tað bara eitt lítið sindur av nærlagni frá skúlaverkinum sum manglar fyri at vit fara at klára okkum betur í Pisa á næsta sinni. 4% til sokallaðu hørðu virðini - 74% til tey bleytu Vit dumpa í Pisakanning – vita vit hví? Jólaheilsan úr Hvalba Nr. 2 - 3. januar 2008 viðmerkingar Sambandsflokkurin reidar nónfjall Val Javnaðarflokkurin nita næs Val Fólkaflokkurin Kitty May ellefsen Val