hósdagur 3. januar 2008síða 20
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 2 - 3. januar 2008
tíðindi
Eigaraíbúðin er eitt
frálíkt alternativ
til egin hús, heldur
Heri Jacobsen, sum
valdi at hoppa av
langa grundstykkja
listanum í Havn.
Herfyri flutti hann
við familju sum tey
fyrstu inn í størstu
íbúðarbygging í
Føroyum
Íbúðarrák
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Myndir: Jens K. Vang
Tað verður ongin trupulleiki
hjá Hera Jacobsen, Ann
Vang og synunum báðum at
búleikast í fleiri ár framyvir
í nýggju íbúðini við Velba
staðvegin.
Ikki uttan so at vit fáa
eini 10 børn, men tað hava
vit ikki ætlanir um beint nú,
smílist Heri Jacobsen, sum
saman við familjuni flutti
inn í nýggju íbúðina fyri
fýra vikum síðani.
Pláss fyri óruddi
Tað var eisini støddin á
íbúðini, sum hevði rættiliga
nógv at siga, tá Heri og Ann
gjørdu av at keypa eina av
nýggju marglætisíbúðunum
við Velbastaðvegin.
Trupulleikin við íbúðar
bygging í Føroyum er oft
ast, at íbúðirnar heilt einfalt
eru ov smáar. Hesar íbúðir
nar við Velbastaðvegin eru
tær fyrstu í nógv ár, har tað
veruliga er pláss fyri eini
familju og øllum tí, sum
hartil hoyrir, sigur Heri
Jacobsen og leggur afturat,
at ein familjuíbúð jú má
hava pláss fyri kuffertum,
jólapyntskassum og øðrum
’óruddi’, sum tú ikki brúkar
hvønn dag.
Íbúðin hjá Hera og Ann
er 105 fermetrar, umframt
eitt tilhoyrandi depotrúm,
ið er 10 fermetrar til stødd
ar. Hartil er øll tann niðasta
hæddin í íbúðarbygningin
um innrættað sum ein felags
kjallari, har gott pláss er
fyri barnavognum, súklum
o.líkn.
Í sjálvari íbúðini eru køk
ur/stova, tvey kømur, baði
rúm og vaskirúm. Køkur og
stova eru í sama rúmi, ið er
so stórt, at ongin trupulleiki
er, at gera ein part av rúmi
num til kamar, um tey
skuldu fingið hug til tað.
Vanabundnir
føroyingar
Heri og Ann hava leingið
droymt um at seta føtur
undir egið borð. Og sum so
nógv onnur ímyndaðu tey
sær, at borðið skuldi standa
í egnum húsum. Heri greiðir
frá, at eins og tey flestu
hugsaði hann ikki longur,
enn at tey antin skuldu
byggja ella keypa síni egnu
hús.
Vit føroyingar eru ótrú
liga vanabundnir, tá vit
hugsa um, hvussu man helst
eigur at búgva. Hinvegin, tá
ið vit nú høvdu tvey smá
børn og framvegis stóðu
sum nummar fýrahundrað
ognógv á listanum til eitt
grundstykki í Havn, gav tað
íblástur til at hugsa eitt sind
ur øðrvísi, sigur Heri, sum
heldur ikki dylur yvir, at
húsaprísirnir í Havn ikki
freistaðu hann so øgiligt at
keypa eini hús.
Knappliga gekk tað eis
ini upp fyri mær, at tað í
grundini ikki hevði serliga
stóran týdning fyri meg at
Føtur undir egið
borð á triðju hædd
Stóru vindeyguni og nógva plássið gera, at íbúðin kennist ljós og løtt at koma inn í
Alrúmið er so mikið stórt, at ongin trupulleiki er at gera eitt eyka kamar, um familjan
fær hug til tað
Úr stovuni er framúr gott útsýni yvir Nólsoynna, út á Argir og yvir á Velbastaðháls