hósdagur 3. januar 2008síða 19
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
tíðindi
Nr. 2 - 3. januar 2008
Javnaðar
hugað
hittast til
veitsluhald
Eftir 3. uppstilling
arfund hjá javn
aðarfeløgunum í
Suðuroynni, har
tingmaður í mong
ár legði frá sær, og
nýggj uppstilling
fór fram, var gjørt
av, at veitsla fyri
javnaðarhugaðum
úr øllum landinum
verður í Øravík tann
5. januar
Veitsluhald
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Javnaðarfeløgini í Suður
oynni høvdu herfyri 3. upp
stillingarfund í Porkeri, og
var huglagið so gott, at fund
arfólk samdust um at taka
stig til veitslu, ið er ætlað at
vera tann 5. januar í Øravík,
og er ætlanin at javnað
arhugað í øllum landinum
kunnu koma á veitsluna.
Fundurin var so góður,
frættist frá feløgunum, at
huglagið mest minti um
góðar gamlar dagar, og birti
hetta undir hugskotið um
veitslu.
Tey uppstillaðu valevn
ini høvdu orðið, kjakið
var lívligt, og Henrik Old,
tingmaður, ið ikki stillar
uppaftur, hugleiddi við
gaman og álvara, og fekk
hann gávu handaða.
Javnaðarveitsla
Somikið væl gekk fundur
in, at luttakarar samdust um
at taka stig til veitslu, sum í
gomlum døgum, og er
vónin, at fólk úr øllum land
inum koma á veitsluna.
Ferðaætlanin hóskar væl, tí
Smyril fer úr Havn leygar
dag kl. 15:30 og norðuraftur
kl. 7:00 sunnumorgun.
Veitslan verður ætlandi
í Øravík nú leygardagin 5.
januar klokkan 20:00. Trio
spælir til dansin og tilmeld
ing fer fram hjá lokalfeløg
unum, frættist frá javnað
arfeløgunum
í
Suður
oynni.
Tað er altíð gott at
fáa nøkur rósandi
orð, tað gevur orku til
at halda fram, segði
Beinta Gregersen,
sum á Planet Awards
millum jólanna
fekk heðurin Ársins
Herðaklapp
PlaNet aWaRds
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Tað var Beinta Gregersen í
Virkishúsinum í Klaksvík,
sum fekk heiðurin sum árs
ins herðaklapp. Hon fegnað
ist sum vera man um heiður
in – og tað, at fólk halda, at
tað er gott, sum tey gera har.
Men tað er eitt sindur
undarligt at fáa alt hetta
einsamøll, tí tað eru so
nógv onnur fólk við í hesum
enn eg, men vit fegnast um
tað sjálvandi, segði hon við
Portallin hetta kvøldið.
Men hvat er tað, sum tit
gera har norðuri á Dáva
virkinum?
Dávavirkið er stutt og
greitt venjingarhøli. Har
eru á høli, sum bólkar
kunnu venja í, og so er eitt
stórt høli, sum vit vóna at
fáa til konserthøll, sigur
Beinta Gregersen.
Hon greiddi frá, at tá hon
kom norður til Klaksvíkar í
2006 høvdu nakrir menn
júst keypt hetta gamla
ísvirkið, sum stóð tómt, og
teir vistu ikki júst, hvat teir
skuldu brúka tað til.
So hálaði eg nakrar
mans við mær, Inga Isaksen
og aðrar, og spurdi, um vit
ikki kundu gera hetta til
konserthøll, og tað útviklaði
seg so til hesi venjingarhøl
ini, segði Beinta Greger
sen.
Okkara lutur hevur ver
ið at sett gongd á og at fing
ið kommununa at seta peng
ar í og at fingið tónleikarar
nar við upp á tað.
Hon greiðir frá, at hetta
sjálvandi altíð kann gerast
betri, enn tað er, men her
eru 25 tónleikabólkar, sum
venja, so her er nógvur akti
vitetur. Talan er bæði um
ungar sum eldri tónleikarar,
men teir gerast yngri og
yngri, og tað er sera stuttligt,
heldur Beinta.
Hon vísir á, at Musikk
skúlin eisini hevur fingið
fótin innumm, og tað ger
sjálvandi eisini sítt til, at
tey ungu gerast alt meira
húsvand á Dávavirkinum.
Alt hetta virksemið hevur
verið við til at sett enn
meira ferð á tónleikalívið í
Klaksvík,
sum
mangan
hevur verið í fremstu røð í
landinum, hóast tað kanska
ikki er tað beint nú.
Jú, tað hevur tað heilt
víst gjørt. Bara tað at vit
hava
25
tónleikabólkar,
sum venja her, sigur sítt.
Vit høvdu leitaðu eisini við
luppi eftir einum klaksvík
bólki at spæla í Virkishúsin
um, tá vit fóru í gongd, men
nú er tað als eingin trupul
leiki, sigur Beinta Greger
sen, sum ætlar at brúka
ársins herðaklapp til at gera
okkurt meira – og til at
sleppa enn virkseminum
kring Virkishúsið í Klaksvík
enn longur fram.
Altíð gott við rósandi orðum
- Bara tað at vit hava 25
tónleikabólkar, sum venja her,
sigur sítt. Vit leitaðu við luppi
eftir einum klaksvíkbólki at
spæla í Virkishúsinum, tá vit
fóru í gongd, men nú er tað
als eingin trupulleiki, sigur
Beinta Gregersen
Mynd: Álvur Haraldsen
Planet Award tiltakið,
sum varð hildið millum
jólanna var tað triðja í
røðini. Hini bæði hava
verið hildin á Hotel
Føroyum, meðan
tiltakið hesaferð varð
hildið í Miðlahúsinum
og varpað út beinleiðis
í radio á Rás 2,
samstundis sum
Portalurin fylgdi væl við
við myndum, teksti og
við kykmyndum.
Soleiðis var tiltakið
varpað út gjøgnum
tríggjar miðlar
samstundis.
Ingerð nýggjur leiðari
Ingerð á Rógvu Olsen úr Vestmanna er sett sum nýggjur
Kunningarleiðari á Vága Kunningarstovu. Tað kunngjørdi
Vága Kunningarstova umvegis heimasíðu sína í gjár, og
Ingerð á Rógvu Olsen er sett frá 1. januar 2008. Ingerð er
útbúgvin bankafólk frá gamla Sjóvinnubankanum, og
hevur eisini tænaraútbúgving á Radisson SAS Scand
inavia og varð liðug í 2001. Eftir lokna útbúgving hevur
hon arbeitt í Grønlandi á hotel og matstovum, men nú er
hon so byrja sum kunningarleiðari í Vágum.
Politiskur ressingarfundur
Valstríðið er so smátt farið í gongd. Sum tað er vorðið siðvenja,
byrjar Tjóðveldi stríðið av álvara við politiskum ressingarfundi í
høvuðsstaðnum. Eitt slag av fólkafundi, har røðarar, tónleikarar og
skemtarar fara at fylla rúmið eina løtu, nú tvær vikur eru eftir til
valið. Fundurin verður í sjónleikarahúsinum og skráin er fjølbroytt.
Røður frá Tórbjørn Jacobsen, Tjóðhild PAtursspn, Hergeir Nielsen
og Høgna Hoydal, umframt tónleik frá Una Arge og Hera
Simonsen, skemt frá Hera Simonsen. Ein gestarøðari verður eisini á
fundinum, sum verður fríggjadagin 4. januar kl. 20.00 í
Sjónleikarhúsinum.