Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-03, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. januar 2008síða 18

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 2 - 3. januar 2008 tíðindi Mikudagin 2. januar var hátíðarhald hjá portørunum á Landssjúkrahúsinum í sambandi við at ein av port­ ørunum Eyðbjørn Jacobsen, ella Eyðbjørn á Kamarinum sum hann eisini verður nevndur, hevði 40 ára starvs­ dag og sín seinasta arbeiðs­ dag. Umframt at vera portørur í 40 ár er Eyðbjørn eisini kendur sum instrukørur í fyrstuhjálp og frá sang­ og tónleikabólkinum “Tey av Kamarinum”. Tá Eyðbjørn varð settur í starv sum portørur tann 1. januar í 1968, vóru teir fimm portørar á Lands­ sjúkrahúsinum og ein ambu­ lansa. Teir arbeiddu í vaktar­ skipanum og høvdu ábyrgd­ ina av sjúkraflutninginum alt samdøgrið allar dagar í vikuni. Eyðbjørn var eisini í fleiri ár ein av vaktleiðar­ unum hjá portørunum. Umframt sítt arbeiði sum portørur varð Eyðbjørn í 1975 sendur av Reyða Krossi til Danmarkar at útbúgva seg til instruktør í fyrstuhjálp. Í eini 25 ár undirvísti hann í fyrstuhjálp, bæði á kvøldskúlanum, sjúkrasystraskúlanum og aðrastaðni við. Eyðbjørn er eisini kendur sum gittarleikari í bólkinum “Tey av Kamarinum”, har hann síðan 1955 hevur spælt saman við systkjum, familju og øðrum. “Tey av Kamarinum” hava hesi meira enn fimmti árini givið út nógvar plátur og fløgur, sum eru vorðnar kendar um alt landið. Eyðbjørn er í dag 67 ára gamal, nú hann hevur lagt frá sær á Sjúkraflutnings­ tænastuni á Landssjúkrahús­ inum. Eyðbjørn givin sum portørur Eyðbjørn Jacobsen (h.m.) saman við Jákupi Nolsøe, leiðara á Sjúkraflutningstænastuni Reyði Krossur Føroya sókn­ ast eftir evnum at heiðra sum “Ársins Fyrstuhjálpari 2007”. Tann, sum verður kosin “Ársins Fyrstuhjálpari 2007”, fær heiðursbræv frá Reyða Krossi Føroya og eina peningagávu, ið Trygg­ ingarfelagið Føroyar letur. Tann, sum er í uppskoti, skal í farna ári á serligan hátt hava givið kropsliga ella sálarliga fyrstuhjálp. Endamálið er ikki einans at tilnevna “Ársins Fyrstu­ hjálpara 2007”, men eisini at eggja øðrum til at læra seg fyrstuhjálp, so fleiri mannalív kunnu bjargast. Politi, bjargingarfeløg, virkir, stovnar og einstak­ lingar kunnu lata inn upp­ skot, ið verða viðgjørd av nevndini í Reyða Krossi Føroya. Serligt oyðublað, ið er sent politistøðunum kring landið og annars, fæst frá Reyða Krossi, verður at senda Reyða Krossi Føroya í seinasta lagi 31. januar 2008. Adressan er: Bryggju­ bakki 10 (postboks 1015) FO 110 Tórshavn. Ætlanin er at tilnevna “Ársins Fyrstuhjálpara 2007” mánadagin tann 11. februar 2008. »Ársins Fyrstuhjálpari« Tøkk Hjartaliga takka vit tykkum øllum, sum á ymiskan hátt sýndu samkenslu, tá ið mín/okkara elskaði sonur, beiggi, svágur, mammu- og pápabeiggi, ommu- og abbabeiggi Richard Hvidbro so brádliga varð tikin frá okkum. Tøkk fyri kransar og blómur, til talara, berarar og tøkk øll tit, ið fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Mamma, Jóhanna, Dorius, Súsanna og Ólavur Lesið -so eru tit við!