hósdagur 3. januar 2008síða 17
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 2 - 3. januar 2008
17
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Maskinmeistarar: Áslakur
Nesá, Asbjørn Johannessen,
Bogi Norðfoss og Leivur
Justinnussen
Próvtøkur á Vinnuháskúlanum
Fríggjadagin 21. desember 2007 var próvhandan á Vinnuháskúlanum,
har 15 næmingar fingu prógv, seks skiparar, fimm skipsførarar og fýra
maskinmeistarar.
Skiparar: Aksel Terji
Mikkelsen, Beinir Olavus
Vestergaard, Høgni
Magnusson, Mourits
Danberg og Regin
Nicolajsen. Magnus Berg
vantar á myndini.
Skipsførarar: Fróði
Jóanesarson, Hans
Christian Myrup,
Sámal Joensen, Torkil
Jonsson, og Vagnur
Kjærbech Nolsøe
Dagurin
4. januar. Metusalem, sonur Enoks. Hann gjørdist 969
ár (1. Mós, 5, 25-27).
Andlát og jarðarferðir
Kistan við Hjørdis Massdóttir fer úr Landssjúkra-
húskapellinum hóskvøldið kl. 18.00 í Vesturkirkj-
una. Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni fríggja-
dagin kl. 12.00 hagani farið verður til Nólsoyar.
Tey, ið vilja minnast Hjørdis, kunnu ístaðin fyri
blómur lata Diabetesfelag Føroya eina peninga-
gávu
Jóannes F. Petersen úr Rituvík andaðist á Eystur-
oyar Ellis- og Røktarheimi mánadagin, 85 ára gam-
al. Kistan fer av Røktarheiminum í Runavík hós-
kvøldið kl. 18 í Rituvíkar kirkju. Jarðarferðin verð-
ur fríggjadagin klokkan 13. Sálmabókin verður
nýtt. Tey ið vilja minnast Jóannes, kunnu lata Ritu-
víkar kirkju eina gávu.
Andlát og jarðarferðir
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum,
at okkara høgt elskaða kona, mamma, vermamma,
omma og langomma
Sonja Magreta Olsen
ættað úr Skúvoy, búsitandi í Miðvági
andaðist á Landsjúkrahúsinum mikumorgunin
72 ára gomul.
Bønarhald verður í Landsjúkrahúskapellinum
fríggjakvøldið kl. 18
Jarðarferðin verður leygardagin kl. 13 úr Miðvágskirkju.
Familjunnar vegna
Hans Jacob
Marianna, Christian og Jónfinn
v/familjum
Tey sum vilja minnast Sonju kunnu lata Diabetisfelag Føroya
eina gávu. Konta í peningastovninum