hósdagur 3. januar 2008síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 2 - 3. januar 2008
Útvarpið visti at siga, at
uppstilling til komandi
løgtingsval er liðug – og
vita tit hvat? Ja, tað vóru
stór tíðindi.
Tað eru fleiri valevnir
uppstillað uttan fyri mið
staðarøkið/Havnina – so
kom ikki her og sig, at
“vit” (Havnin) ikki hugsa
um allar Føroyar – men
letur nógv fleiri valevnir
verða runt um í Føroyum
enn í Havnini/
mistaðarøkinum??
“Vit” hugsa um
“tykkum”. Ja, ja. Stikk
denn.
Og tá ið “tit” ikki kunna
finna útav at stilla “ordi
liga” upp, ja, so mugu vit
traðka til og “hjálpa” tykk
um., við at stilla fleiri
valevnir upp í “tykkara”
økið. Ongin skal koma her
og siga, at “vit” ikki hugsa
um allar Føroyar.
Og “vit” lata okkum
lumpa.
Nú er tað eisini blivi so
galið, at onnur økir
(Suðuroy/Norðoyar),
“hjálpa” til, við at fara
inn á økir hjá øðrum – so
tey ikki koma frammum
“okkara økið”.
At fleiri valevnir eru
uttanfyri Miðstaðarøkið,
ger, at atkvøðurnar verða
smærri býtt – og Mið
staðarøkið, ið hevur færri
valevnir far gleðina av
hesum – og tí “hjálpa”
tey teim smærru økinum.
Tí har eru fleiri atkvøður
til færri valevnir.
Teir, ið vildu hava
Føroyar til eitt valdømi,
hava vunni – og tað við
góðari hjálp frá “okkum”
– uttanfyri Havnina.
Makan til dárskap skal
man leita leingi eftir.
Havi áður sagt, at
føroyingar eru býttir.
Passar ikki.
Teir eru pillbýttir!
Gott nýggjár.
Skulu vit flenna
ella/og gráta??
josa@post.olivant.fo
Jógvan E. ósá
Hvar standa flokkarnir
sum flokkur, og ikki sum
einstaklingar?
Nú í løgtingsval stendur
fyri framman tann 19. í
hesum mánaðium, hevði
tað veri gott fyri allar
veljarar landsins at vita,
hvar politisku flokkarnir
standa í hesum sera
álvarsliga máli – tí tað er
óv grunt og óverdugt fyri
flokkarnar at siga, at hvør
einstakur valdi politikkari
stendur fríur í einum so
týdningarmiklum máli.
Her mugu flokkarnir út úr
brennandi tornarunninum –
og tóna reint flagg alt
annað er eitt slag av bónda
fangarí av veljaranum fyri at
fáa atkvøður til at útinna
nakað sum veljarin als ikki
vil vera við til. Ein atkvøða
til ein persón sum eg veit –
ikki gongur inn fyri
skrásettum parlagi – kann
lættliga fara til ein annan
persón, sum 100% gongur
inn fyri skrásettum parlagi
tí persónurin sum eg valdi,
kom akkurát ikki inn.
Júst tí eigur hvør einstak
ur politiskur flokkur at
melda klárt út í hesum fyri
land okkara so sera týðandi
og álvarsliga máli.
Hoyrdi í útvarpinum í
morgun, at forkvinnan í
“Hugsa” (fólkaflokks
ungdómur) um eg hoyrdi
rætt, segði fyri egna
rokning, at tíðin er komin
at skrásett parlag verður
loyvt í Føroyum.
So her sæst týðiliga, at
tann stóra skommin –
266B sum Tjóðveldið bar
niðan í løgtingið og bleiv
samtykt, og sum nøkur
tingfólk søgdu og mettu
um, bert var byrjanin, var
røtt.
Vanligi politikkarin
heldur nok, at veljarin
gloymir so skjótt, og tíverri
er ikki einki í tí, men eg
vænti ikki, at veljarin
hevur gloymt nakað og
nakran í hesum máli. Tað
fer nok at vera eitt av
høvuðsevnunum í valstrí
ðnum, hvørjir flokkar og
hvørjir persónar stóðu fyri
hesari størstu skommini
sum samtykt er á løgtingi,
sá á www.logting.fo
hvørji tey vóru, so tað er
lætt at fylgja við ídag.
Mær vitandi er tað bert
ein flokkur (Miðflokkurin
sum flokkur og ikki
einstaklingar) sum hevur
TORAÐ at tónað reint
flagg í hesum máli hví
tora hinir flokkarnir ikki at
gera tað sama?
Gott Nýggjár við
ynskjum um eitt gott og
etiskt val.
Skrásett parlag?
Kári KJElnæs
Av tí at hvørki útvarpið hjá
Kringvarpinum ella
Dimmalætting evnaðu at
endurgeva heitið á nevndar
álitinum hjá málstevnu
nevndini rætt, fari eg
vinaliga at biðja um
innivist fyri hesi stuttu
frágreiðing:
Tað man ikki vera
óvæntað, at málnevndarálit
fáa heiti, ið spæla við orð.
Álitið hjá svensku
málnevndini eitur ”Mål i
mun”, 2002, og ”Sprog på
spil” nevndi danska
málnevndin sítt álit, sum
kom í 2003.
Málstevnunevndin
viðgjørdi nøkur uppskot til
heiti og gjørdi av at nevna
álitið ”Málmørk”. Her
verður stutt greitt frá
heitinum, og tá er tað
vituliga seinni liður, sum
hevur áhuga:
Sambært ”Føroyskari
orðabók” eru tvey orð, sum
í eintali ella fleirtali
skrivast mørk:
hvørkikynsorðið eitt mark
– fleiri mørk og
kvennkynsorðið ein mørk
– fleiri markir
Fyrra orðið
mark – mørk (hv)
hevur fimm týdningar:
1 kennimerki
2 skil ímillum øki
3 tað at galda ella hava
gildi
4 endamál, markmið
5 avmarking
Viðvíkjandi 1. týdningi
er at siga, at hvør einstakur
við máli sínum sigur
okkurt um seg sjálvan, um
hvaðan hann er (málføri),
úr hvørjari samfelagsstætt
(sosiolekt), um viðkomandi
er ungur ella gamal, kvinna
ella maður, útbúgvin ella
ikki, o.s.fr.
2., 3. og 5. týdningur
sipa til hetta at seta mørk,
og tað gera vit í málsligum
viðurskiftum: t.d.
viðvíkjandi rættskriving,
millum skriftmál og
talumál, millum føroyskt
og onnur mál.
Endiliga kann mørk
eisini vísa til 4. týdning:
endamál.
Seinna orðið
mørk – markir (kv)
hevur ein týdning:
skógur.
Og í hann kunnu vit
leggja so mangt: tað grør
um gangandi fót, trøini
myndandi orð, setningar
ella orðavendingar o.s.fr.
Við nýggjárskvøðu!
árni Dahl
Vit brúka, kasta burtur –
keypa nýtt og brúka – fyri
síðan aftur at kasta tað
burtur. Ein gamul kona,
segði við meg nú ein
dagin, at hon ikki kundi
forgrípa, hvussu vit klára
at keypa og brúka so nógv,
sum vit fyrr ella seinni –
tveitta burtur.
Hesi orð komu mær til
hugs, nú eg eitt kvøldið sá
eina sjónvarpssending, har
tað varð upplýst at um 50
ár – er 30 % av heimsini
skógi burturi og stórsta
mangulvøra verður reint
drekkivatn
Í somu sending varð ført
farm, at um jørðin var eitt
borð – ja, so ræður tað um
í framtíðni at duga
borðsið.
Henda sending fekk
meg at hugsan um, hvat er
tað, sum ger, at vit núliv
andi vælferðar menniskju
brúka so nógv og krevja
so ótrúliga nógv matria
listiskt fyri at gerast
lukkulig.
Vit búgva í einum sera
vøkrum og friðarligum
landi har dagligdagur
okkara ikki er háttur av
kríggi, hungri ella kúgan.
Tey flestu av okkum hava
minst 9 ella 10 ára skúla
gongd og góðar møguleik
ar fyri
miðnámsútbúgving og
víðari útbúgving.
Samfelagshjólini mæla
við nógvari ferð og
arbeiði er til flest allar
hendur. Vit eru eitt lítið
land, sum burdi verið ein
dreymur at umsita og
ment. Og soleiðis kundi
eg hildið áfram.
Hvussu hava vit so
útviklað okkum? Nú vit
hava so nógva skúlagongd
í barlastini, eru uppald í
sjálvari náttúruni og eru
sloppin undan nógvum
vandum, ið annars onnur
fólkasløg uppliva.
Um vit hyggja eftir
okkara lívsstíli, ja, so
líkist hann tí veturevrop
eiska, tað er jú lívshátt
urin, sum megin parturin
av heiminum roynir at
ljósrita, við teirru grund
geving, at vit vilja hava
útvikling.
Men hava vit gert
okkum greitt, hvat
útviklingur er? Og hvat
slag av útviklingi vit vilja
hava?
Flest vilja jú svara at um
nógv nógv av peningi er í
landinum, ja, so hava vit
ein positivan útvikling.
Um vit aftur hugsa um
jørðina sum eitt borð,
hvussu vísa vit okkara
borðsið?
Eru vit føroyingar serliga
umhvørvisvinarlig??
Eru mong av okkum
kedd um, at sjógfuglurin
minkar?
At vit ikki vita meira
um t.d. hvussu tað stendur
til við okkara korallum?
Hvønn umhvørvis
politikk hava vit kláran,
um vit finna olju?
Hvør tryggjar, at um
hvørvið okkara verður
umsitið á skilabestan hátt?
Og eru vit til reiðar at
seta nógv nógvan pening
av til at granska og verja
umhvørvið.
Fyri stuttum staðfesti
Føroya Løgting at Kyoto
sáttmálin eisini skal gjalda
fyri Føroyar. Í hesum sátt
mála hevur løgting
okkara, vegna okkum
borgarar, játtað, at vit
veruliga skulu í gongd við
at minka um útlatið av
veðurlagsgassum. 10 ár
eftir at Kyotosáttmálin sá
dagsins ljós, hava vit føroy
ingar tikið við okkara
parti av ábygdini og
heimssamfelagið hevur
fingið tíðindni.
Fyri framman liggur ein
stór ábyrgd og ítøkiligar
uppgávur, sum eiga at vísa
á úrslit. Stórstu ábyrgdina
eigur Føroya Løgting, sum
hevur samtykt at náa
hesum máli og ein kom
andi samgonga, sum skal
stinga út í kortið, hvussu
vit kunnu røkka málinum.
Handla vit so út frá tí,
sum vit samtykkja?
Ongantíð fyrr hava vit
havt so stórar byggiætlan
ir, sum bara vaksa og
vaksa. Vit hoyra dagliga
um mega projektir og
útviklingurin útviklast.
Samstundist hava vit so
gott sum ongan
umhvørvispolitikk og
almennir stovnar, sum
vara av hesum øki
skríggja eftir størri
játtanum, uttan at hetta
verður gingið á møti.
Vit vita øll, at um alt
livandi skal hava tað gott
her á jørðini, so mugu vit
til at broya hugburð, tá ið
vit leggja okkara
fíggjarvánir til rættis.
Vit verða í framtíðini
noydd til at hugsa allan
útvikling út frá einum
umhvørvisverndarríkum
sjónarhorni, tí gjøgnum
tey seinasti 50 árini hava
vit menniskju klárað at
hótt okkara egnu jørð so
nógv, at øll lond við
virðing fyri sær sjálvum
noyðast at broyta og skifta
kós. Um ikki, so er og
verður útviklingurin sera
óhugnaligur og altoyðandi.
Soleiðis sum eg síggja
tað, so er týdningarmikl
asti politiski samfelags
spurningurin í dag: Hvønn
útvikling vilja vit sum
samfelaga hava?
Vit verða noydd at taka
henda spurningin í stórsta
álvara.
Verði eg vald 19. januar,
vil eg gera alt sum gerast
kann, so at Javnaðar
flokkurin og somuleiðis
aðrir flokkar fara undir
eitt seriøst politisk arbeiði,
tá hugað verður um
umhvørvið.
Gott nýggjár øll
somul!
javnaðarflokkurin
nita
næs
Val
2008 og umhvørvið
Nøkur orð um heitið MÁLMØRK
Í einum lesarabrævi í
Sosialinum 18. desember
2007, vendir Magni Fles
sær beinleiðis til Lands
verk við eini viðmerking
og fyrispurningi um skelt
ingina við Norðskálatunn
ilin. Hann metir seg vera
villleiddan av teimum
skeltum, sum í dag standa
við Norðskálatunnilin.
Vit eru samd í og tilvitað
um, at kunningarskeltini
hjá Landsverki ikki hava
verið nøktandi. Í eitt
tíðarskeið hevur tí verið
arbeitt miðvíst við at betra
skeltingina yvirhøvur hjá
stovninum, soleiðis at
skeltingin verður greiðari,
lætt lesiligari, meira
standardiserað og eisini
skillig hjá útlendingum í
Føroyum.
Fyrstu skeltini av hesum
slagi fara vónandi at
síggjast beint eftir jól, og
fara tey fyrstu at standa við
Norðskálatunnilin. Eisini
fara vit at síggja elektron
isk kunningarskeltir á
landsvegunum í nærmastu
framtíð.
Landsverk
Skeltingin hjá Landsverki við
Norðskálatunnilin og yvirhøvur
viðmerkingar