Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-03, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. januar 2008síða 15

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 2 - 3. januar 2008 15 viðmerkingar Á ferð í bili millum bygdir er tað komið fyri, at útvarps­ tólið av tilvild er enda á ‘Lindini’, og havi eg tá lurt­ að við sama nøtrandi forvit­ inskapi, sum tann ið kann draga okkum at vanlukkum og øðrum óhugnaligum hendingum – slíkar ið fylla okkum við øtan og and­ stygd, og sum kanska geva okkum grunsil um okkara egnu forgeingiligheit. Á heimasíðan hjá fyri­ tøkuni verður sagt at “Lind­ in er kristiligt kringvarp, sum ikki er heft at nakrari ávísari samkomu.” Hvussu verður hugtakið kristiligt kringvarp greinað? Og av hvørjum? At døma eftir tí eg higartil havi hoyrt í hesi útvarpsrás, man hetta vera tað mest ókristiliga postulatið, ið nakrantíð er komið mær fyri oyra. Tað er ikki bara hetta uppgjørda tosið ið kennist andstyggi­ ligt – har verða eisini kynst­ ur framd, ið best kunna sam­ amberast við tær religiøsu Voodoo traditiónirnar í Vestur Afrika, á Haiti og í http://en.wikipedia.org/ wiki/Louisiana_Voodoo. Í ’Lindini’ rópa tey tað at taka ella ganga í forbøn. Hann náði tú okkum! Hetta var slíkt katólska kirkjan, í teirri myrkastu miðøldini, brendi fólk á báli fyri at útinna. At vera kristin og rættvísur tykist hjá summ­ um her á landi at vera sammerkt við trongskygni mótvegis samkyndum, at banna fosturtøku, at halda at palestinar ikki eiga sama rætt sum ísraelar til at liva og til at verja teirra kæru. Tey ókristuligu mugu so vera tey sum royna at sleppa trongskygninum, sum dáma at fá sær ein lítlan av og á, og sum ikki ivast í, at Várharra gav okkum beinini, ikki bert at ganga til altars við ella at bukka í bøn, men eisini til at dansa við. ’Jesiss’ klárar alt Henda miðvísa mannvánda demagogiin stendur ikki eftir fyri tí óhugnaliga boð­ skapinum, ið verður terpað­ ur inn í heilan á sakleysum smábørnum á teimum ekstremistisku koranskúlu­ num í Afganistan og Paki­ stan. Eins og mullarnir ræða smábørn til at ’fevna’ fundametalistisku islamis­ muni, soleiðis nýtir ‘Lind­ in’ ræðslumyndirnar og gandakynstrini til at ræða viðkvæmar sálir at ’taka ímóti Jesissi sum teirra persónliga frelsara’. Í full­ um, superfrelstum álvara royna tey at billa sær sjálv­ um og áhoyrarunum inn, at ’Jesiss’ klárar alt´ ­ bæði óvirknar breyðristarar, uppslitin kulda­skáp og ólekiligt krabbamein. Og forbønirnar eru merkisvert sjálvsskoðandi: EG havi tað ringt, hjálp mær! EG eri sjúkur, ger meg frískan! EG mangli eina konu, gev mær eina! EG fái ikki bilin hjá mær í gongd, starta hann! Hvussu sleppi EG í himmiríki? Bið fyri mær, so at eg sleppi! Tað kann sjálvandi vera av tilvild at eg ongantíð havi hoyrt nakran í ’Lindini’ ganga í forbøn fyri palestinensiska fólkinum, fyri teimum svøltandi um allan heim, fyri neyðardýrunum sum ongan góðan hava, fyri bangnum, ungum gentum ið noyðast at fáa fostur­ tøku, fyri samkyndum ið verða forfylgd av teimum superfrelstu og ’rættvísu’. Heldur ongantíð havi eg hoyrt graml um samhuga við ’teimum glataðu’ – teimum umleið seks milli­ ardunum av mannaættini, sum ikki hava ánilsi um, at lykilin til páradís er at finna í einum evarslítlum, verðsligum páradísi onkun­ staðni í Norðuratlantshavi­ num. Bara VIT, tey rætt­ vísu, verða frelst! Sektin liggur á, at tað bert eru nøkur fá túsind (ella eru tað í veruleikanum bert nøkur fá hundrað?) ið skula arvað Guds Ríki! So vítt eg dugi at skilja á lagnum, so verður dekani trongligt í svávulblotanum, meðan tað fer at verða sum hjá kongi fyri hvønn einstakan í páradísi. Demagogiin, myrkatosið, slevjar úr etrinum, tá ið vit skulu sannførast um hvat treytirnar eru fyri okkum vanlukku menniskju at ’sleppa um perliportrið og inn í páradís til tað æviga lívið’. Altso: Ævigt lív! Altíð! Ongantíð doyggja! Beinleiðis hugsað ljóðar tað lokkandi, samanborið við teimum 70­80 árini vit búleikast í hesum jammur­ dali. Fyri ikki at hugsa um tað æviga alternativið! Kanska hevði eg verið ein meira altráur ’Linda­fjepp­ ari’ um eg fekk eitt sindur meira at vita um, hvussu vit fáa hetta endaleysu lívið ­ ella tíðina ­ at ganga. Vit fara at verða æviga lukkulig, siga tey. Tindrandi, galdrandi lukkulig! Ikki eitt orð um hvat vit skulu taka okkum til, um vit fara at keða okkum tá ið eini 200­300 milliardir ár eru gingin. Ongin av teimum ’Linda­ prædikantunum’, eg havi hoyrt higartil, hevur roynt at gera sannlíkt hvussu vit ­ ja orsaka eg sigi so ­ sleppa undan at keða okk­ um í hel. Men slík smáting eru kanska ikki nakað andríkir heilar fjasast við? Her kundi eg enda hes­ um nyttisleysa álopinum ímóti vindmylnum, tí eg veit, at tann superfrelsti bert kennir ein ’sannleiki’. Og hann er altíð heima­ gjørdur, eintáttaður og sostatt óvitskutur. Jesus var meira fjøllbroyttur og toler­ antur í sínum áskoðanum enn sum so. Hann skilti menniskja, og lærdi okkum um næstakærleikan. Hvat er at trúgva? Tað eru menniskju sum fegin vilja finna ’Jesiss’ men sum ongantíð finna hann, tí tey, sambært teim­ um ’superfrelstu’, ikki hava ta ’rættu trúnna’. Tey kenna seg veruliga at vera glatað! Nú hugsið eg ikki um ta ’ævigu glatanina’, men um tann lívsótta og ta deyða­ ræðslu, sum náðisleysa kravboðið hjá hesum ’frelstu sannheitsvitnini’ kveikja í viðkvæmum sál­ um. Mong av teimum eru at finna á sinnissjúkrahús­ um. Hvat feilar hesum ’superfrelstu’, síðanni tey taka sær rætt til at ræða og fordøma viðkvæmar sálir við vitleysum ræðumynd­ um? Hvørji halda tey seg vera? Hvat er endamálið? Eingin veit betur enn júst tey ’superfrelstu’ hvussu ómetaliga torført tað er at trúgva. Annars var ikki neyðugt at ákallað ’Jesiss’ í hvørjum andataki. Tað ger einans tann sum er bebbaræddur fyri ikki at verða frelstur. Hvør er hesin miskunnarleysi gud­ dómurin, tey hava tilevn­ að? Hvør er hesin ’Jesiss’? Eg havi ongantíð hoyrt um hann fyrr enn nú í ’Lind­ ini’. Sjálvur haldi eg meg kenni Jesus ­ og navnið hevur allar dagar verið útalað [JESUS], og hann hevur ongantíð hótt nakað menniskja við ævigari glat­ an í einum gløðandi svávul­ blota. Kanska er ’Jesiss’ ein nýggjur Messias ella Muham­med, ella er hetta bert ein hysteriskur fram­ burður? Eins og tað er vorðið eitt mantra at fram­ berað ’halleluja’ við hesari løgnu, hálvkvaldu herðing­ ini á H’num, eins og hevur okkurt lagt seg um hvør­ kranar á supertrúgvandi dómadagsprædikantunum, ið forðar H’ ljóðinum í at sleppa ótarnað tvørturvið málbondunum. Hví kunna hesi fólkini ikki bara vera náttúrlig? Hví er tað neyð­ ugt at skapa sær so? Lurtar ’Jesiss’ ikki uttan at tú skalt ljóða sum ein undir­ brotligur ferðslusyndari við talubreki? Og hvat er ’Romm­brævið’? Er tað eitt nýtt, átrúnarligt bræv, hóast heitið meira sipar til tað spirituøsa hugasamb­ andið ’romm’? Í nýggja testamenti hava vit annars eitt bræv, ið verður rópt ’Rómarabrævið’, og sum Paulus apostul stílaði til rómverjar. Er ’Romm­bræv­ ið’, skilvíst hugsa, stílað til býin Rom, og tískil hevur eittans ’m’ í ’Rom’? Nú heldur onkur kanska at eg haldi ’Lindini’ fyri gjøldur. Halda meg vera ein fúlan gudsspottara. Lat tað so verða, men satt at siga kenni eg meg sjálvan verða hildnan bæði fyri spott og gjøldur av ’Lind­ ini’. At tit øsa tykkum upp við metafysiskum ganda­ kynstri og møsni og upp­ lestri úr ’Rom(m)­brævi­ num’, og skrýða framførslu­ na upp við ’Hhhalelyyja’ og ’Jesiss’ og ’Amen’­ stunan aftanfyri, gevur ikki rætt til at halda reiðilig fólk fyri gjøldur og fordøma trúgv teirra. Trúgv og ivi Ein og hvør kensla, ein og hvør menniskajasligur hug­ burður hevur sína andstøðu. Sorg/gleði. Kærleiki/hatur. Eldhugi/líka­sæla. Trúgv/ivi. Tær mest torføru av hes­ um øvutbeintu kenslunum at rúma, mugu vera trúgv og ivi. Sorg og gleði eru ítøkilig. Vit nýtast ikki at hugtøla okkum so sterkar kenslur. Og man tað ikki eisini vera soleiðis við kær­ leika og hatri? Vit nýtast ikki at ganga á møtir ella á tjaldmissiónir fyri at grýpa í hesar kenslurnar. Tær koma av sær skjálvum, og hava tað í felag, at tær hava eitt objekt sum orsøk til at taka seg upp, og til at tær antin fána ella vara. Trúgv­ in hevur einki objekt. Hon er, um nakað, metafysisk, og at ’finna Jesus’ er ikki bara at siga tað. Tað krevur at tú trýrt treytaleyst. Tey sum veruliga trúgva, nýtast ikki at hópast í høllum ella í sirkustjøldum í uppøstum, hópsykotiskum felags­ skapi, og geyla ’Hhhaale­ lyyyja og Jesiss’ fyri at kenna frelsarin garterar í sær. Drívandi kraftin í hesum sansaloysi er deyða­ ræðslan, tann paniska ræðslan fyri at enda í tí ’gløðandi svávulblotanum’. Hópsykotisk sansaloysi hevur allar dagar verið próvgrundaða framdriftin, ið far ein og hvønn til, momentant, at trúgva, at hann trýr. Men ein verður valla meira frelstur av at tíggja sær sum undir making. Tað er ivin og deyða­ ræðslan, ið tvinga tey ’superfrelstu’ til at objektiv­ iserað hesar metafysisku kenslurnar, sum ’frelsa’ og ’trúgv’ eru. ’Prógvið’ er, at man er førur fyri at gera undurverk eins og ’Jesiss’. Summi ganga á sokallað­ um bíbliuskúlum í Noreg fyri at læra kynstrini. Eg veit ikki hvat samsvarandi Voodoo­skúlingin í Vestur Afrika og á Haiti verður rópt, men innihaldi man vera tað sama. Tað er valla eyðmýkd, ið kúgar slíkar andar. Gud náði og troysti tey, tá ið tey mugu ásanna, at sjúk ikki verða lækt, kuldaskáp ikki umvæld, ella hjúnafelagar ikki fáast, bert við at ákallað ’Jesiss’. Tað eru fólk ið trúgva. Trúgvandi, sum ikki hava fyri neyðini at halda ivanum niðri við gandakyn­strum og við at vera á hópsykotiskum andatrúarfundum. Um Várharra veruliga vildi tað so, at trúgv okk­ ara skuldi prógvast við gandakynstrum, falslæti og fordøming av reiðiligum og trúgvandi fólki um allan heim, so ivist eg ikki í, at milliardir av teimum, sum ivast líka so nógv í trúnni, sum tey ið varpa út úr ’Lin­ dini’, høvdu tikið undir við teimum ’superfrelstu’. Frels okkum frá teimum frelstu William Smith Eg vil bert geva teimum, ið hava skrivað í bløðini í seinastuni rætt í at arbeiðs­ byrðan hjá røktarstarv­ fólkunum á teimum allar flestu deildunum á Lands­ sjúkrahúsinum er alt ov stór. Um jólini vera deildir stongdar, og øll sum kunnu grulva fara heim og tað eru alt ov fáar hendur at røkta tey sum eftir eru. Gera okkara landspolit­ ikkarar onki við støðina nú, verður trupulleikin upp aftur størri. Tí okkara ung­ dómur fer ikki at góðtaka hesi viðurskifti. Eg havi arbeitt á Lands­ sjúkrahúsinum í 16 ár, so eg veit hvat eg tosi um og eg eri vís í at nógv røktar­ starvsfólk kenna seg aftur í tí, at alt ov fáar hendur eru í røktini. Sum forkvinna í Almanna­og heilsurøktara­ felagnum síggi eg sama trupulleika á nógvum arbeiðsplássum kring landið. Alt ov fáar hendur. Í heimarøktini renna starvsfólkini frá einum húsið til eitt annað og gera bert tað sum er allar mest neyðugt. Á sambýlunum kring landið slíta røktarstarvs­ fólkini seg upp bæði dag og nátt. Baka, vaska og vaska klæðir um náttina fyri at fáa alt at rigga um dagin, væl vitandi at tað er sera ringt fyri heilsuna. Um náttina eigur náttarvaktin bert at røkta brúkarin. Á Røktarheimum kring landið er bert tíð til grund­ leggjandi røkt, tað vil siga at vaska brúkarunum og geva viðkomandi at eta. Stóran part av tíðini situr brúkarin passivt á einum stað til viðkomandi aftur skal í song. Tað átti at verið ein menniskjarættur at sleppa út í fríska luft hvønn dag og at fáa hjálp til at røra seg hvønn dag, um viðkomandi ikki kann sjálvur. Lívið skal vera vert at liva alt lívið. Vit ynskja øll góða lívsdygd. Eitt sera gott tiltak hevur verið á Tjarnagarði við rørslu til eldri. Hetta til­ boðið verður tikið burtur, tí peningur ikki er tøkur at halda áfram, vælvitandi um at brúkararnir vóru sera glaðir fyri tiltakið. Tílík tiltøk sum hetta høvdu uttan iva spart samfelagnum nógvan pen­ ing í longdini, tí brúkarin hevði verið mobilur longri. Í februar verða teir fyrstu heilsurøktaranæmingarnir klaktir á heilsuskúlanum á Tvøroyri. Heilsurøktarnir fara til arbeiðis við góðum treysti og ynski um at gera dygdargott arbeiði. Herundir at fyribyrgja, aktivera, røkta, viðgera og annars hjálpa borgaranum við tí hann hevur tørv á, ikki bert grundleggjandi røkt, men eina røkt við kvaliteti og á høgum støði. Vit vita at nógv røkt­ arstarvsfólk fara í annað starv. Tey flestu starvast niðursetta tíð, orsaka av at tað er alt ov tungt, bæði psykisk og fysiskt. Røkt­ arstarvsfólkini vera út­ brend, tí arbeiðsbyrðan er alt ov stór. Tað, at starvast sum røktarstarvsfólk er tíverri ikki høgt í metum hjá ungdóminum. Okkara ungdómur fer ikki at finna seg í hesum viðurskiftum, sum tað fyrra ættarliðið so kæri politikari, tit hava nakað at fáa uppá pláss sum skjótast! Nøkur uppskot: Fleiri hendur. Meira í løn. Starvsfólkarøkt í hásæti Greiðar skipaðar menn­ ingarmøguleikar til røktar­ starvsfólkið, at oyramerkja pening til tess. Góð arbeiðspláss lokka starvsfólk til, geva íblástur til skapandi og arbeiðssom starvsfólk. Forkvinna í Almanna-og heilsu- røktarafelagnum Jóhanna Køtlum Ov fáar hendur í røktini