hósdagur 3. januar 2008síða 14
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 2 - 3. januar 2008
Bæði politikarar og
intellektuel hava funnist
hvassliga at Nicolas
Sarkozy, forseta í Frak
landi, fyri at vísa libiska
leiðaranum, Moamar
Gaddafi, eitt gestablídni,
sum annars bara er til
skilað serligum vinum hjá
fronsku tjóðini. Frakland
ofrar mannarættindi
fyri handilsavtalur, siga
kritikarnir
ALTJÓÐA KJAK
Aske Munck
aske.munck@pol.dk
Paris
Tað gekk ikki sum ætlað. Franski
forsetin hevði uttan iva vónað, at
vitjanin hjá libiska leiðaranum í
franska høvuðsstaðnum ikki
vakti serligan ans, og at fransk
menn fóru at gleðast um milliard
avtalur, sum vórðu undirskrivað
ar í samband við vitjanina.
Men so var ikki.
Fyrst var tað manglandi evnini
at velja røttu løtuna. Stórsligna
vitjanin lá samstundis sum
sjálvur altjóða mannarættinda
dagurin, 10. desember, og hetta
fekk franska ráðharran í manna
rættindum at siga, at Frakland
»ikki átti at vera duramotta hjá
einum einaræðisharra at turka
blóðugu føtur sínar á«. Og fyri at
leggja stein oman á byrðu fall
vitjanin eisini samanstundis, sum
ein parlamentarisk nevnd fór
undir at kanna, um Gaddafi
hevði fingið lovað ein stóran
vápnahandil aftur fyri at lata
bulgarsku sjúkrasystrarnar leysar
fyrr í ár.
Og so var tað sjálv vitjanin.
Franska tjóðin var vertur hjá
Gaddafi í ikki minni enn fimm
dagar, og tað var ikki eiti á
gestablídni. Har vóru fanfarur,
sum bara søguliga sameind lond
fáa. Og »stóri libiski leiðarin«
slapp at spæla ferðandi í jólasták
anini, so stórir partar av París
máttu leggjast oyði av trygdar
ávum. Brýr vórðu stongur, tá
Gaddafi fór ein túr á Seinne, og
Louvre og nærliggjandi gøtur
vórðu stongd, tá hann hugdi eftir
Monu Lisu, áðrenn hann at enda
fór á veiðuferð í parkunum við
Versailles borgina.
Vinstrasinnaða blaðið Libéra
tion var egghvast í sínum atfinn
ingum av stóru statsvitjanini.
»Ein ótrivaligur einaræðisharri
við olju í lummunum og týning
og kúgan á samvitskuni slapp at
trampa runt í tjóðartignini og
alheimsrættindunum í seks
dagar,« skrivar blaðið.
Le Mone er enn hvassari.
»Man hevði væntað eitt ávíst
varsemi. Men í staðin legði
tjóðin seg niður á øll fýra fyri
hesum óstýriliga íspegili. Tað
sum skelkar, er ikki so nógv, at
Gadaffi vitjar, men heldur
hvussu hann verður strokin við
hárunum, « sigur blaðið í einum
sjáldsama súrligum forsíðu
leiðara.
Claude Imbert, viðmerkjari í
vikublaðnum Le Pont, er samdur.
»Mannarættindini – hornastein
urin í franska politiska arvinum
– hava tað ikki gott. Við Rus
landi, Kina, Algeria og nú sum
krúnan á verkinum, Libia – hava
vit blakað okkum út í ein løgnan
realpolitiskan dans, skrivar
Claude Imbert.
»Tí gott nokk fekk Sarkozy
bulgarsku gíslarnar úr Libia, men
Gaddafi hevur hinvegin fingið
eina krúning í París í skreyt og
skrúð, « staðfestir hann.
TANN EINASTI, sum veruliga
hevur vart realpolitikkin hjá
Sarkozy, er viðmerkjarin
François d’Orcival í Le Figaro
Magazine.
»Tað er bara at hyggja at tølu
num fyri okkara samhandli við
hesi lond, so er lætt at skilja, hvat
hann ger: Tað eru undirskot
allastaðni. 18 milliardir evrur í
handlinum við Kina, næstan 5
milliardir evrur við Rusland, og
frá Libia keypa vit olju fyri á leið
2 milliardir evrur, meðan vit bara
selja vørur fyri á leið 430
milliónir evrur, « sigur hann.
Jú, jú. Tað er fínt við búskapar
ligum grundgevingum, svarar Le
Monde aftur. »Eingin væntar, at
Sarkozy skal seta moralskar
handilsforðingar í verk, men real
politikkur útihýsir ikki støðu
festi. Týski kanslarin, Angela
Merkel, er alt annað enn varðin í
sínari verju av mannarættindum.
Men hetta hevur ikki forðað Týsk
landi at hava handilssamstarv við
hesi lond, « staðfestir Le Monde
Úr stjórnarflokkinum, UMP,
royndi Patrick Ollier at verja
stóra leiðaran, »Gadaffi er ikki
tann sami sum fyri tjúgu árum
síðani. Hann hungrar eftir viður
kenning og lesur harumframt
eisini Montesquieu«, segði hann
varliga í fronskum sjónvarpi.
Gaddafi hevur neyvan lisið
brotini um trýbýtta valdið, men
uttan iva dvølt leingi við orðing
ina, har Montesquieu hálovar
altjóða handli sum ein framúr
miðil at stuðla undir friðarligari
millumtjóða samtilveru. Sama
brot sum Sarkozy eftir øllum at
døma byggir sín uttanríkis
politikk á.
Spurningurin er bara, um hann
hesuferð er farin ov langt. Tað
sær tað út til, at fransmenn halda.
Veljarakanning vísir, at 81 pro
sent taka undir við atfinningu
num hjá Rama Yades, ráðharra í
mannarættindum, ímóti vitjanini
hjá libiska einaræðisharranum í
franska høvðusstaðnum.
Týtt: Dorit Hansen
… Desember
Samstarv við POLITIKEN
Sosialurin samstarvar við Politiken um at brúka greinar og myndir úr danska
blaðnum. Hetta samstarv er eitt gott høvi at vísa á altjóða rák og kjak, og
dagsins grein er ein liður í hesum.
Sjálvandi varð slíkur maður
ikki tikin fyri fult.
Al Gore profeterar eisini og
metir um møguleikan at bjarga
hesi vøkru bláu gongustjørnuni
undan einari katastrofu. Og
sjálvandi finnast eisini í dag
kreftir, ið heldur ikki taka
hendan mannin fyri fult.
U
ndir kalda krígnum í 1960
unum vóru tað summi, ið
bygdu sær verjurúm undir jørð.
Rúm, ið goymdu vatn,
konserves, iltfløskur og
soviposar.
Ein kendur virðisløntur
danskur fysikari, ið hevði fýra
børn og føroyska aupairgentu,
gjørdi í hesum sokallaðu
“glaðu trýssunum” eitt tílíkt
jarnarmerað betongrúm undir
jørð. Her skuldi øll familjan +
aupairgenta vera, um
atombardagin skuldi brostið á.
Tá eins og nú hugsaði
aupairgentan um, hvørjar
tankar hesin vísi og væl lærdi
professarin gjørdi sær um tann
dag, tá ið oyðingin var avhasað.
Hvussu sá út í erva? Hvussu
var tann heimurin, sum hansara
bjargaðu børn kundu sleppast
út í? Kundu tey í heila tikið
sleppast út úr “ørkini”? Mundi
nakað grønt blað vera at finna?
Nøkur dúgva? Nakað vatn? Tað
plágaði gentuna, at ein
professari í fysikk skuldi
hugsa, sum hann gjørdi.
Kvøldarroði og sólglottar.
Mánin hálvur, norðanvindur og
stjørnuklárt. “Norrøna” heldur
avstað, meðan veðrið er gott,
og flogførini sveima í
fjarleikanum. Og nú ið árið fer
at halla, koma stór tíðindi uttan
úr heimi. Microsoft hevur
eisini fingið eyga á hetta lítla
brimbarda landið mitt í
havinum. Bill Gates hevur
funnið eitt postkort. Eina lítla
litmynd av einum vøkrum
føroyskum fjalli við navninum
Sornfellið. Her er trygt. Her er
ein “ørk”, eitt helli, sum kann
verja alla heimsins vitan móti
yvirgangi. Her kan ein
trygdardepil vera.
Hetta er sama hellið, har
Kalda Kríggið í síni tíð goymdi
síni køldu loyndarmál. Hellið
liggur í 749 metra hædd, so her
skuldi verið trygt, um so allur
ísurin á jørðini bráðnaði.
Føroyar kunnu gerast
heimsins nalvi.
Fronsk øsing um
Gaddafi vitjan
Franski forsetin, Nicolas Sarkozy, saman við vinmonnunum, George W.
Bush og Moamar Gaddafi. Tekning: Oliver, New York Times Syndicate