hósdagur 3. januar 2008síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Nr. 212 - 1. november 2007
S
o fer hann, desember.
Stormur. Skrið. Onkrir
sólglottar. Í nakrar dagar er
tømingur, turrur vindur
sunnanífrá. Úti á víðum havi
berjir “Norrøna” seg gjøgnum
sjóvarilskuna við ongum
stabilisatorum, og flogførini
lenda í øllum góðum. Tað lítla
flogfelagið strevast fyri at gera
viðskiftafólki sínum til vildar.
So er tað eykalutir, sum verða
fluttir, so sjúklingar, so
tónleikarar, og sum dagarnir í
desember ganga, síggjast
okkara kæru “flytifuglar”, tað
unga fólkið, sum er í útbúgving
uttanlanda, fjølgast á gøtum og
strætum. Tey vilja heim í
desember. Heim til brimdunið
og hvirlur millum fjøll. Heim
til desembermyrkrið og regnið,
men eisini heim til ljósið í
eygunum á teirra kæru.
T
ú vaknar
Tollaksmessumorgun í
bølamyrkri, nú ið heglingur so
grovur sum smágrýti berjir inn
á rútin. Sunnudagur.
Uttanfyri sleingjast mínar
smáu elektrisku perur higar og
hagar. Tær vórðu longu
hongdar út á tey smáu
granntrøini í november. Hví í
november? spyr ein. Jú, tí vit,
sum liva so norðarlaga á
jarðarkúluni, hava brúk fyri
ljósi, smáum bjørtum geislum,
sum bleiktra í myrkrinum.
Tað hevur einki við jól at
gera. Fyri mær kundi Jesus tað
sama verið føddur á Ólavsøku í
árinum 6. Fyri meg var og er
hann sami fantastiski boðberin,
sami stóri nýhugsarin.
Men nú hava nøkur vís fólk
eina ferð langt síðani latið hann
føðast um sólstøður, og tað er
fínar greyðir.
Tó tað halda ikki øll. Til
dømis skírir eitt av okkara
mætu skøldum jóltíðina
“Jólalygnina”. Hann heldur
jólini vera “kapitalisma við
turbo”, og hann heldur eisini, at
tú og eg keypa okkum
fyrigeving fyri alt tað skeiva,
vit hava gjørt gjøgnum árið. So
østur er yrkjarin, at hann hevur
hug at blaka eina hondgranat
inn í heila fratið.
Vit skilja hann upp á mangar
mátar. Tó – eingin verður
tvingaður at fara inn í eina
kapitalistiska turbo, tí jólini
verða aldri annað enn tað, vit
sjálvi gera tey til.
Desember er háárstíð hjá
konsertunum. Her er alt, sum tú
kanst droyma um: Havnar
hornorkestur spælir jólasálmar
undir Gamla bókhandli,
útgávukonsertir eru við ungum
framherjum, her eru
barnafløgur, ráður rokkur,
symfoniskar familjukonsertir,
og “tað gráa gullið” fer eisini á
pall. Kim Larsen, Johnny
Logan og Niels Midjord. Her
eru oratorii, frumframførslur,
kamarkór, kirkjukór, kallakór,
Suð, Dropar, Vox, matinéir.
Føroyingar lyfta upp sínar
røddir í túsundatali, tí jólini
gera nakað við okkum. Tey eru
av sonnum eitt Magnum
Misterium.
Eg upplivi, at erkleraðir
fríteinkjarar sláa ring og dansa
rundan um tað grøna træið,
syngjandi halleluja, halleluja.
Hallo!!
Í
útvarpinum spenna tey seg
út. Í ein knappan mána verða
vit undirdíkt í søtum jólatónum.
Bing Crosby og Frank Sinatra.
Her eru ringlandi bjøllur,
dalandi flykrur, her eru
reinsdjór, sletur og
vaniljukransar.
Í mínari verð er ein hin besta
sendingin á vetrinum “Metro”,
sum Gunnar Nolsøe skipar fyri.
Her er nakað óuppgjørt, nakað
ekta og ósentimentalt. Livandi
menniskju við lagnu og upp- og
niðurtúrum luttaka, og tað er
ikki oftari enn so, at ein vaski-
ektaður arkitektur gevur sítt
íkast til eina útvarpssending..
Men í “Metro” hava vit hoyrt
Albert Isfeldt, arkitekt, greiða
frá ymsum byggilistarliga
áhugaverdum støðum. Á ein
erligan og óhátíðarligan hátt
leiðir hann okkum - á ektaðum
havnarmáli - gjøgnum ókendar
leiðir, so at gluggar okkara
opnast, og vit halda okkum
læra eitthvørt.
Í løgtinginum er eitt hússetur
hesar fyrstu dagarnar í
desember. Val verður útskrivað,
og teir (leggið merki til
kallkynsformin) kappast nú um
at sverta hvønn annan til. Síðan
fara teir til jólaborðhald, har
teir syngja í dubultkvartett við
klaverfylgispæli. Vit kunnu
bara vóna, at kvinnurnar nú
fara at gera innrás.
Í november- desember gravi
eg meg niður í orgultónleikin.
Inn í ta friðsomu atventina, sum
upprunaliga av sonnum var alt
annað enn “kapitalisma við
turbo”, men ein føstutíð. Teir
gomlu tónameistararnir hava í
eini 900 ár givið okkum tilfar,
sum heldur, tí tað tolir slit.
Johan Sebastian Bach ber
prísin. Hann málar við litríkum
penslum, og sum tann trúgvandi
matematikarin hann er, er
nótamyndin full í symbolikki.
Orgulkoralirnar eru rætt og
slætt ein spegilsmynd av
tekstliga innihaldinum, og tú
lesur og hoyrir, at allir hesir
sekstandapartarnir, ið sveima
uppeftir og niðureftir sum
firvaldar, mynda
einglaskærarnar uppi yvir tí
lítla fjósinum.
Júmen, hasin krossurin er jú
eitt ræðuligt torturinstrument,
sigur tann ungi læknin súrliga.
Ja, nettupp! Eitt symbol upp
á tortur. Píning.
Hvussu høvdu vit gjørt í dag?
Høvdu vit givið honum eina
eitursproytu ella spent hann
fastan í elektriska stólin? Ella
rætt hann við blóðtystum
hundum og pínt hann við
elektriskum stoytum, sum tey
enn gera í siviliseraðum
londum?
Í
desember vaska tey bilar. Eg
standi í bussskýlinum, meðan
hundraðtals bilar rúsa framvið.
Í teimum flestu situr EITT fólk.
Eitt einsamalt menniskja, sum í
tankaloysi situr og brennur ta
seinastu oljuna á jørðini av,
meðan miðlanir upplýsa okkum
um Kyoto og CO2- útlát.
Dagurin í dag eitur “Nóa”.
Kanska er amerikumaðurin Al
Gore ein modernaður Nóa.
Nóa, sá fyri sær eitt øðiligt
glopraregn við eftirfylgjandi
flóðaldu, ið breyt fyri sær og
skolaði gjøgnum øll londini
niðri við Kaspiska havið. Tí tók
hann stig til at smíða eitt
veldugt “bingjuskip” við
trimum dekkum, einans 14
metrar stytri enn okkara
“Norrøna”. (Tann seinasta
ístíðin endaði fyri uml. 8500
árum síðani, høvini hækkaðu
munandi, og fleiri mentanir
siga frá um hetta skip, ið var
bygt eftir nútíðar prinsippum
høgt uppi á einum fjalli.)
Tíðargreinin
Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið
Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2008?
Send eina grein til dorit@sosialurin.fo
Kravið er, at greinin er millum 8.000 og 10.000 tekn og skrivað í essay stíli,
tað vil siga ikki ein vísindagrein ella eitt ov missionerandi lesarabræv
Desember
Næstu ferð
Tíðargreinin týsdagin 8. januar: Sámal Matras Kristiansen, sam
felagsfrøðingur. Evnið er: Javni ella framburður? Rættvísi ella
effektivitetur?
Oddvør Johansen
Organistur við Havnar Kirkju og
rithøvundur síðani 1982, tá hon
debuteraði við skaldsøguni, Lívsins
Summar. Seinasta bók hennara er
savnið, Úr Køksvindeyganum, sum
kom út í 2006
Framhald á næstu síðu
Tekning: Óli P