fríggjadagur 4. januar 2008síða 8
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 3 - 4. januar 2008
Jenis bíðar framvegis
Jenis av Rana bíðar framvegis eftir at fáa at vita, um hann verður
ákærdur í málinum, sum hann varð meldaður fyri, fyri meiri enn
15 mánaðum síðani. Tað visti útvarpið hjá Kringvarpinum at siga
í gjárkvøldið. Málið við Jenis av Rana snýr seg um, at hann skal
hava brotið tagnarskylduna og fráboðanarskylduna, tá hann sum
kommunulækni fekk at vita um kynsligan ágang móti eini gentu.
Málið er hjá statsadvokatinum í Norðursælandi. Har hevur tað
verið síðani september í fjør, men statsadvokatinum vantar
upplýsingar um rættarviðurskiftini í Føroyum, sum eru øðrvísi
enn í Danmark, og fær tískil ikki farið víðari. Jenis av Rana
hevur allatíðina noktað seg sekan.
Sjey søkja tunnilsstarv
Sjey fólk hava søkt starvið sum stjóri fyri tveimum
báðum undirsjóvartunlunum.Tann 28. desember var
seinasti dagur at søkja starvið sum stjóri fyri
Vágatunlinum og Norðoyatunlinum, og sjey umsóknir
komu. Starvið er ársmálssett til fýra ár, og arbeiðstíðin er
20 tímar um vikuna. Bæði menn og kvinnur hava søkt
stjórastarvið, sum ætlandi verður sett um stutta tíð, sigur
virkandi stjórin, Bergur í Garði, við Dimmalætting.
Í 10 ár hevur lógin um
sjúklingatrygd ligið
óvirkin, tí lógin um
endurgjaldsábyrgd
ikki eisini er samtykt.
Meðan feilviðgjørdir
sjúklingar sita
við sviusoð, hava
landsstýrismenn
enn einaferð gjørt
sjúklingatrygdina til
valtrøll
Heilsa
Dorit Hansen
dorit@sosialurin.fo
Løgtingið samtykti í 1999
at seta sjúklingatrygginarló
gina, sum er ríkislóg, í gildi
í Føroyum. Henda lóg
skuldi tryggja sjúklingum
endurgjald og gera tað
møguligt hjá sjúklingum at
fáa viðhald í málum um
viðgerðarfeilir uttan at fara
ígjøgnum long rættarmál.
Men fyri at sjúklinga
tryggingarlógin
kundi
koma í gildi, skuldi ein lóg
um endurgjaldsábyrgd eis
ini samtykkjast. Men nú
skjótt 10 ár seinni er henda
lóg framvegis ikki samtykt.
Lógin um endurgjalds
ábyrgd var klár at leggja
fyri tingið í heyst, og ætlan
in var, at hon skuldi koma í
gildi tann 1. januar 2008,
sigur Jacob Vestergaard,
fyrrverandi landsstýrismað
ur í innlendismálum, sum
hevði ábyrgd at fáa lógina í
tingið.
Men lógin um endur
gjaldsábyrgd kom ongantíð
á ting, og kom tí heldur ikki
í gildi 1. januar í ár. Sjúk
lingar í føroyska heilsuverk
inum hava tí framvegis ikki
somu trygd sum sjúklingar
aðrastaðni í ríkinum.
Fleiri ráð og
fleiri lógir
Jacob Vestergaard sigur, at
tá hann hoyrdi um lógina
stutt eftir, at hann varð settur
sum landsstýrismaður, fór
hann beinanvegin í gongd
við at fáa hana dagførda.
Danska lógin var broytt
fleiri ferðir, síðani hon varð
samtykt, og vit máttu tí fáa
eina dagførda lóg. Tíðliga í
heyst var hon klár at leggja
fyri tingið, men so var eitt
ynski um, at vanlukkutrygg
ingarlógin skuldi leggjast
fram samstundis, og tí kom
hon aftur í drag, sigur Jacob
Vestergaard.
Endurgjaldslógin var í
tinginum bæði í 2001 og
2003, men fall í báðum
førum burtur orskað av vali,
og tí tingsetan endaði. Hesu
ferð kom hon ikki í tingið,
men Jacob Vestergaard sig
ur, at lógin er púra klár at
leggja fram, og hann vænt
ar, at komandi landsstýri
fer at raðfesta hetta.
Lógin skifti ráðharra
Hans Pauli Strøm, lands
stýrismaður í almanna og
heilsumálum, sigur, at tá
landsstýrið varð skipað í
2004, lá arbeiðsskaðatrygg
ing undir hansara málsøki.
Vit fóru tí beinanvegin í
gongd við at gera lógarupp
skotið, sum longu tá hevði
verið ávegis í seks ár, liðugt.
Í desember 2005 avleveraðu
vit so eitt liðugt lógarupp
skot til landsstýrismannin í
vinnumálum,
sum
frá
1.1.2006 skuldi hava ábyrgd
ina av hesum málsøki.
Men
Vinnumálaráðið
valdi at fara í gongd við
málið av nýggjum, aftur út
til hoyringar, sum so aftur
vóru innarbeiddar í lógar
uppskotið.
Lógin klár men
ikki samtykt
Bjarni Djurholm, landsstýr
ismaður í vinnumálum, sig
ur, at Tryggingareftirlitið
staðfesti, at lógin ikki kundi
samtykkjast, sum hon var.
Í heyst var lógin endiliga
klár, men vit drógu á bæði
borð, um hon kundi leggjast
fram, tí lógin var so stór og
umfatandi.
Landsstýrismaðurin valdi
ikki at leggja lógina fram,
og tí var hon heldur ikki
løgd fyri samgonguflokkar
nar til politiska viðgerð.
Men hon er komin so
langt, at hon er skjót at sam
tykkja hjá einum komandi
landsstýri,
sigur
Bjarni
Djurholm.
Í fyribils hoyringunum,
søgdu Sambandsflokkurin
og Javnaðarflokkurin seg
taka undir við uppskotinum,
meðan Fólkaflokkurin vildi
bíða við sínari tilsøgn, til
allar hoyringar vóru liðnar.
Um lógin um endurgjalds
ábyrgd fær somu lagnu í
einum komandi landsstýri,
fer tíðin at vísa. Í hesari set
uni endaði hon sum val
trøll.
Sjúklingatrygd endaði sum valtrøll
Summi trøll eru fittari enn onnur. Valtrøll eru sjálvdan stuttlig, og landsstýrismenn tykjast ikki fegnir um valtrøllið, Sjúklingatrygd. Føroyskir sjúklingar hava
framvegis ikki rætt til endurgjald, um teir verða feilviðgjørd, hóast ríkislógin um hetta fyri fleiri árum síðani kom í gildi í Danmark