Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-04, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. januar 2008síða 9

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 3 - 4. januar 2008 Nakað fyri nátt­ urðatíð hóskvøldið koppaði eitt træ á parkeraðan persónbil í Grím Kambansgøtu í Havn, tá ein vøru­ vognur tók í træið FERÐSLA Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Tað var stutt fyri nátturðatíð hóskvøldið, at ein vøru­ vognur kom koyrandi oman­ eftir Grím Kambansgøtu í Havn. Vøruvognurin var ov høgur og tók í eitt træ, sum síðani koppaði oman yvir ein parkeraðan persónbil. Neyðugt var at fáa sløkki­ liðið á staðið, soleiðis at træið kundi fáast av aftur bilinum. Sambært sjónvarpinum hjá Kringvarpinum, stóðst eingin fólkaskaða av óhappinum. Træ koppaði á bil Eingin fólkaskaði var, tá ein vøruvognur koppaði eitt træ omanyvir ein persónbil Mynd: Jens Kristian Vang Búfólkini á eldrasam­ bý­linum í Vestmanna fingu eina óføra jólagávu í desember mánaði: Ein stóran buss, sum fer at lætta munandi um dagliga flutningin. Gevari er ein sclerosu­raktur vestmenningur í Esbjerg TEy ELdRu Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Vestmanna: ­ Bussurin hev­ ur verið til stóra hjálp fyri Paula. Og nú vóna vit, at hann verður tað sama fyri búfólkini á sambýlinum, sigur Vanda Rasmussen, sum er mamma Paula. Vanda og maðurin Hans Jacob fluttu úr Vestmanna til Esbjerg í 1990. Sama árið fekk sonurin Pauli staðfest sclerosu. Hann býr nú á einum heimi fyri fólk við likam­ ligum breki, og hevur fyri stuttum fingið annan buss at koyra seg, hagar hann vildi. Tann gamli bussurin, sum hevði 11 ár á baki og sum einans hevur koyrt 81.000 kilometrar, var í góðum standi. Hann er haraftrat út­ gjørdur soleiðis at hann kann rúma trimum koyristólum. Avgjørt varð at lata henda bussin sum gávu til eldra­ sambýlið í heimbygdini Vestmanna. Áðrenn tað var bussurin til eftirlit og fekk framdar allar tær neyðugu umvæl­ ingarnar. Síðani var hann fluttur til Føroyar og hand­ aður sambýlinum nakað undan jólum. Her stendur hann enn við donskum nummarplátum, men so skjótt sum tær før­ oysku koma á, kann hann fara undir tað sum hann er ætlaður til: At lætta um hjá búfólkunum og lættliga kunna ferðast við teimum kring landið. Á eldrasambýlinum í Vest­ manna búgva sjey fólk. 36 ára gamli Pauli Rasmussen er ættaður úr Vestmanna og fekk í 1990 staðfest sclerosu. Hann býr nú á einum heimi í Esbjerg Mynd: Jens Kristian Vang Bussurin er væl útgjørdur til flutning av eldri og gonguveikum fólki. Til vinstru á myndini síggjast systur Paula, Helin og Heri, systkinabarnið Linda Christoffersen, borgarstjórin í Vestmanna Karl A. Olsen eins og umboð fyri flutningsskipanina og sambýlið Mynd: Jens Kristian Vang Hent gáva til tey eldru Atlantic Petroleum bara hækkar Atlantic Petroleum og Føroya Banki endaðu í hvør sínum enda á íslendska virðisbrævamarknaðinum í gjár. Tvey føroysk feløg vóru í hvør sínum enda á uppgerðini hjá virðisbrævamarknaðinum í Reykjavík í gjár. Í tí hugaligara endanum var Atalantic Petroleum, sum átti ta størstu hækkingina. Partabrøvini í felagnum hækkaðu 3,35 %. Í hinum endanum var Føroya Banki, sum fekk tað størsta fallið. Partabrøvini í bankanum minkaðu 6,56 % í virði. Í dag er øvugt. Fyrrapartin hækkaðu partabrøvini í Føroya Banka 1,75 %, og tað var tann størsta hækkingin fyrrapartin. Eik Banki er eisini kvinkaður uppaftir fyrrapartin, skrivar blaðið Vísir. Fríkendur eftir 27 ár Charles Chatman varð í gjár latin leysur, eftir at hann av órøttum hevði sitið handan rimar í 27 ár. Í 1981 var hann nevniliga dømdur 99 ára fongsuls­ revsing fyri at hava neyðtikið ein kvinnu. Charles Chatman noktaði seg tó allatíðina sekan, og nú hevur ein DNA­kanning staðfest, at tað ikki var tann nú 47 ára gamli Chatman, sum neyðtók kvinnuna. 27 ár eftir, at hann av órøttum kom inn at sita í Texas, er hann nú ein fríur maður aftur.